Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27 TÍÐINDI Árni Gregersen Eftir meting Búskapar­ ráðsins eigur fiski­vinnu­ politikkurin og ser­stak­ liga lógirnar um sjófeingi og veiðugjald, at lúka tvey yvirskipað endamál: – At fiskatilfeingið verður veitt burðardygt og effektivt. – At tilfeingisrentan fellur til landið sum árligt av­kast (av tilfeingisogn landsins) Tilfeingisrentan ella veiðigjaldið er ár­liga virðið av teimum einka­ veiði­rættindum, ið givin eru privatum aktør­um við kvotum ella fiski­døg­ um. Metingar Bú­skapar­ ráðsins av rikna fiski­ vin­nu­poli­ti­kkinum taka so­statt støði í hesum tvinn­um omanfyri stand­ andi endamálum. Bú­ skapar­ráðið avmarkar seg til at viðgera bú­ skapa­r­lig málsevni í fiski­ vinnu­politikkinum. Í viðmerkingunum til lóg­ina um fyristing av sjó­feingi, stendur: -Regluverkið skal eisini lúka rakstrar- sam­felags­ búskaparlig krøv. Rakstar­ bú­skap­ar­liga kravið er, at fiski­veiðan ber seg, út­ vegar fiskimonnum rími­ liga inntøku, at nóg mikið er til rakstur, kapital­kost­ nað og nýiløgur. -Samfelags­bú­skap­ ar­liga kravið er, at veiðan gevur so stórt íkast til tjóðar­úr­tøku­ na sum gjørligt. Reglu­ verkið skal tryggja, at mest møguligt av virðis­ øking­ini í sambandi við gagnnýtsluna av fiska­til­ feingnum er í Føroyum og kemur føroyska sam­ felagnum til góðar.. -Í fyrisitingini av lógini kann dentur leggjast á onnur viðurskifti, enn vinnuligt ella sam­felags­ bú­skaparligt lønsemi. Yvir­skipaða endamálið við lógini er tí eisini at stuðla undir arbeiðs- og inntøkumøguleikunum og møguleikunum fyri vinnu­ligum virksemi um alt landið. Búskaparráðið sigur seg kunna viðurkenna fyrsta partin av hesum enda­málsorðingum, men má seta spurnatekin við seinna partin. Seinni partur av enda­ máls­orðingunum er eftir meting Búskaparráðsins ikki sameiniligur við fyrra part. Í praksis ber ikki til at gera eina fiski­vinnu­ lóggáva til sam­stund­is verða ein al­manna­lóg­ gáva. Harfyri eigur sera stórur dentur – nógv størri dentur enn nú - at verða lagdur á at loysa samfelagsligar trupul­ leikar, ið eru tengdir at tvørr­andi arbeiðs­ virknis­møgu­leik­um við “mismatch” við­víkj­andi førleikum á arbeiðs­mark­ naðinum. Hesin innsatsur eigur tó at verða skipaður í aðrari lóggávu. Treytir Til dømis var í arbeiðs­ setn­ing­inum hjá fiski­vin­ nu­ný­skipan­ar­nevndini serligur dentur lagdur á, at upp­boðs­sølu­skipan­ in og nýskipanin í síni heild skuldi verða “mark­ naðargrundað”, og at høvuðsdenturin skuldi leggjast á at taka inn tilfeingisrentuna gjøgn­ um uppboðssølu. “Marknaðargrundað” í hesum viðfangi kundi ikki skiljast øðrvísi enn, at skipanin í mesta mun skuldi sleppa at virka sjálvregulerandi sam­svarandi útboði og eftirspurningi og við minst møguligum inn­ trivum frá almennari síðu. Hetta seinasta ber sjálvsagt ikki til, um fiski­vinnulóggávan sam­ stundis skal virka sum ein almannalóggáva. Fiskivinnulóggávan eigur ikki at verða nýtt til at styðja upp undir arbeiðs­virkni í Føroyum og arbeiðsvirkni kring alt landið, eitt nú við at nýta handilsforðingar. Arbeiðsvirkni eigur at verða styðjað upp undir gjøgnum betrað kapp­ ingarføri og við ein­um høgum produkti­vi­tets­ vøkstri gjøgnum betri upp­læring/útbúgving, gransk­ing og tøkninýtslu, sigur Búskaparráðið. Vøkstur og vælferð Fyri at fremja produkti­ vi­tetsvøkstur í fiski­ vinnuni, er avgerandi at rindað verður fyri ser­ rættin at fiska. Í langa sikti­num er tað bert øktur produktivitetur, sum kann skapa økta væl­ferð í Føroyum. Tí eiga ásetingar í vinnu­lóg­gávu ikki at taka burtur kappingar- element­ið, sum eggjar til øktan produktivitet, men at avmarka seg til fyrisitingarmál og til at basa bágar í mark­naðar­ mekan­ismuni, ið seta nátúr­liga kapping úti av spæli­num. Produktivitetsvøkstur í privatum vinnum loys­ir vanliga ikki ein hald­føris­trupulleika, tí lønar­gongdin í almenna geira­n­um plagar at fylgja við lønargongdini í pri­v­ ata geiranum. Í fiskivinnuni er tað kort­ini galdandi at pro­ duk­t­i­vi­tets­vøkstur kann minka um hald­før­is­ trupul­leikan, um til­feingis­ rent­an verður kravd inn við gjaldi. Hetta tí fiskivinnan vegna minkaðan stuðul verður meira til­skundað til at gera kapp­ingarfremjandi og produkt­i­vitetsmennandi íløg­ur, ið ikki høvdu havt hægri lønarlag við sær í fiskivinnuni, tí tilfeingisrentan til­fell­ ur landskassan og ikki reiðaríum og mann­ ingum. Somuleiðis er ein øktur produktivitetur av­ gerandi, tá vit skulu møta haldførisavbjóðingini, tí hann styðjar upp undir eitt hægri inntøku- og tænastustøði, ið kann eggja ungum fólki til at búseta seg í Føroyum, eins og produktivitets­ vøkst­urin skapar rúmd fyri nýmenning og arbeiðs­plássum í øðrum vinn­um, sigur Bú­skapar­ ráðið í vár­frágreiðingini. Núverandi limirnir í Búskaparráðnum eru Djóni Højgaaard, for­ maður, Sigur Poulsen og Esther Hansen. Bú­ skapar­ráðið ger tvinn­an frágreiðingar um før­ oyska búskapin um árið. Fiski­vinnu­ lóggávan skal stýra fiski­skapi­ num, men skal ikki samstundis virka sum almanna­lóg­ gáva, heldur Bú­skapar­ráðið Fiskivinnulóggáva skal ikki vera almannnalóg Árni Gregersen Í várfágreiðingini hjá B ú ­s k a p a r ­r á ð ­n u m verður mælt til, at fyri at fíggja væl­ferðar­sam­ felagið, so mugu hægri til­feingisgjøld takast inn. Hesum er lands­ stýris­maðurin við fíggjar­málum ósamdur í. -Vinnan leggur 900 milljónir krónur í skatti og avgjøld og beheldur sjálv einar 270 milljónir. Tað er ikki eina króna ov nógv, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. Hann er heldur ikki samdur í øllum tøl­um, sum eru nevnd í sam­ bandi við vár­frá­greið­ ingina. -Eg veit ikki hvagani tey hava fingið avlopið fyri í ár til 142 milljónir krónur. Tað er 50 milljón­ir minni enn á fíggjar­lógin. At tað so eisini verður sagt, at av­lopið í 2019 er 700 milljónir passar heldur ikki. Í løtuni er tað 470 milljónir og enn koma rokningar inn, sigur lands­stýrismaðurin. Hann ásannar, at av­ lopið helst er ov lítið í ár, men tað verður broytt til næsta ár. -Vit arbeiða nú við fíggj­ar­kørmunum fyri næsta ár. Har er upp­ gáv­an at tálma út­ reiðslu­vøkst­urin og fáa tamar­hald á honum. Tað er neyðugt, sigur lands­ stýris­maðurin. Hann leggur afturat, at tað fyrst og fremst fer at snúgva seg um at minka vøksturin – ikki at skerja annars. -Vit mugu minnast til, at ein partur av vøkstrinum í ár, er nakað sum vit hava arvað frá undanfarnu sam­gongu. Nú sleppa vit at gera okkara egnu kjarm­ar og okkara gnu fíggjar­lóg, sigur Jørgen Nicla­sen. Ikki hægri til­feingis- gjald Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum er ikki sinnaður at taka hægri avgjøld frá fiskivinnuni