Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Breyðvirkið er nýtt bak­ arí, sum læt upp í Jónas Broncksgøtu 44 í Havn í morgun klokkan 07, miku­dagin, 4. mars. Bakarí­ið er í hølunum, har Kiosk Activ var í fleiri ár. Tað eru tær báðar, Randi Olsen (36) og Fríða Hansen (26) - við ættar­ bond­um í ávikavist Havn og Eysturoy - sum hava leigað hølini og sum við upplatingini av ein­um økologiskum og burðar­ dygg­um bakaríi nú gera ein dreym, sum tær báðar hava havt, til veruleika. - Vit vistu um hesi høli, og tað er einki yvir at dylja, at vit droymdu um at sleppa inn her. Hølini eru sett í stand, og vit hava keypt útbúnaðin til okkara bakarí. Nakrar maskin­ur eru keyptar brúkt­ar úr Vágum, og vit hava eisini keypt nýggjan bakarovn - ein steinovn - og nýtt kølirúm, sum er sett upp í hølunum, sigur Fríða Hansen. Hugskotið birtist Randi Olsen og Fríða Han­ sen hava kenst í nøkur ár, og tær komu at kennast, tá Randi var partur av mat­stovuni Smakka í Norður­landahúsinum. - Eg hevði gingið í skúla saman við mammu Fríðu í Danmark, og eg hevði hoyrt um ungu kvinnu­na. Ein dagin kom Fríða og bankaði á dyrnar og spurdi um arbeiði í Smakka. Randi Olsen sigur, at tær báðar arbeiddu sam­ an í Smakka í nøk­ur ár, og her løgdu tey dent á vistfrøði og burð­ar­dygg­ leika - og eisini, at sum minst av mati skuldi fara til spillis. Tað var í Smakka, at tær byrjaðu at baka súr­ deiggj­breyð, og tá tær sóu, at fólk dámdu væl hetta breyðið. - Vit funnu einki rug­ breyð, sum vit hildu pass­aði ordiliga til matin í Smakka. Vit fóru meira og meira at arbeiða við súrdeiggi, gjørt úr mjøli og vatni, og sum frá leið birtist eisini tankin um egið breyðvirki. Tær báðar siga, at tankin um breyðvirki av álvara byrjaði á heysti í 2018, men tað er langur vegur frá hugskoti til veru­leika. Venjing á Amager Í fjør vóru tær báðar í tveim­um umførum á ein­um bakaríi á Amager, sum koyrdi eftir umleið sama prinsippi, sum tær høvdu droymt um. Hetta var um páskirnar og so aftur í juli/ august. - Eigarin av bakarínum á Amager hevur konu av Bornholm, og her høvdu tey eina kafé. Tá hjúnini sóu, at fólk vóru glað fyri baksturin á Bornholm, lótu tey eisini upp breyðvirki á Amag­er, Svanike Brød, sum breyð­ ini hjá teimum verða rópt. - Tá vit vóru á Amag­er og lærdu okkum arbeiðs­ gongd og at arbeiða við størri nøgdum, høvdu tey havt bakarí har í eini tvey ár. Eitt skifti, meðan vit vóru har, var eigarin á Bornholm, og tá syrgdu vit fyri øllum sjálvar. So, her fingu vit bæði góða upplæring og góðar roynd­ir í, hvussu arbeiðið skal gerast, siga Randi Olsen og Fríða Hansen. Ikki hópbaking Breyðvirkið í Jónas Broncks­gøtu 44 fer ikki at leggja dent á hópbaking, men á dygdina í bakstri­ num, sum alt byggir á øko­logiska rávørur. - Vit fáa 88 breyð inn í ovnin í senn, og hesi eru inni í einar 70 minut­t­ir. Tað verða tvey sløg av rugbreyði - eitt sum minnir um vanligt heima­bakað føroyskt rugbrey og eitt, sum er myrkari og nakað grov­ ari. Í breyði­num, sum er ljósari, er rug­mjøl og eitt lítið sindur av hveiti­ mjøli, men í myrk­ara breyðinum er bara rug­ mjøl. Randi Olsen og Fríða Hansen vænta, at við verandi framleiðsluorku á Breyðvirkinum - fýra hondum og einum ovni - kunnu tær baka eini 200 breyð á hvørjum slagi um dagin. - Tað verða vit báðar, sum koma at standa fyri øllum arbeiðnum - í øllum førum í byrjanini, og tað verður avmarkað, hvussu nógv vit megna at fáa frá hondini. Vit møta til arbeiðis klokk­ an 05 hvønn morgun, og klokkan 07 letur Breyð­ virkið upp - allar dagar í viku uttan mánadag og týs­dag, tá vit hava stongt. Long arbeiðsvika Tær báðar vísa á, at tær kortini fara at verða á Breyðvirkinum allar dagar í vikuni, tí tá handilin verður stongdur mána­dag og týsdag, verður ymiskt annað at takast við. - Vøra skal bíleggjast og fáast upp á pláss, og klárt skal gerast til bakst­ur. Framleiðslan við súr­deiggi - úr mjøli og vatni - tekur tíð og breyð­ ini, sum skulu standa í kølurúminum og heva longst, standa har í næstan 24 tímar, áðrenn tey fara í formarnar og síðan í ovnin. Randi Olsen og Fríða Han­sen siga, at tað soleiðis tekur einar 2-3 dagar at gera breyðini klár til bakarovnin. Umframt tvey sløg av rugbreyði, fara tær báð­ ar eisini at baka rund breyð bara við hveiti, og hesi verða við og uttan kjarnir. Haraftrat verða eini fimm ymisk sløg av wienarbreyðum. Alt vistfrøðiligt Kvinnurnar, sum standa aftan fyri Breyðvirkið, siga, at tær á ongan hátt fara at ganga upp á kompro­mis við tað øko­ logiska. - Vit hava góðar veitar­ ar av økologiskum vørum, men skuldi tað hent, at onkrar økologiskar vørur vanta í, tá bakað verður - ja, so verður einki bakað. Vit leggja lív og sál í, at okkara framleiðsla er øko­logisk – úr enda í ann­ an - og tað er okkara æra, at viðskiftafólk skulu vita, hvat tað er tey keypa hjá okkum. Randi Olsen og Fríða Hansen siga, at tær eru ógvu­liga spentar, nú Breyð­virkið letur upp. - Vit vita, at tey eru mong, sum eru spent, og vit hava fingið nógvar og góðar afturmeldingar frá fólki um, sum gjarna vilja royna okkara bakstur. Vit hava eisini fingið onkar bíleggingar - longu, áðrenn breyðini alment eru komin á marknaðin, og tað halda vit vera ógvuliga stuttligt og positivt. Vit hava eisini sæð í sosialu miðlunum, at fólk eru ógvuliga spent og glað um, at Breyðvirkið nú letur upp, siga tær báðar. Nú letur Breyðvirkið upp - Vit vita, at tey eru mong, sum eru spent, og vit hava fingið nógvar og góðar afturmeldingar frá fólki um, sum gjarna vilja royna okkara bakstur. Vit hava eisini fingið onkar bíleggingar - longu, áðrenn breyðini alment eru komin á marknaðin, og tað halda vit vera ógvuliga stuttligt og positivt, siga kvinnurnar aftan fyri nýggja Breyðvirkið í Havn Tær eru sera spentar, nú Breyðvirkið letur upp í Jónas Broncksgøtu - í hølunum, har Kiosk Activ helt til í fleiri ár Tá Randi Olsen og Fríða Hansen keypti maskinur úr Vágum, fingu tær eisini gamla skeltið hjá Køkubúðini við í keypinum