týsdagur 3. mars 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Sjúkugongdin hjá krabba
meinssjúklingum
er
ógvuliga ymisk. Tí mælir
Kræftens
Bekæmpelse
fólki, sum hava krabba
mein, til at seta seg í sam
band við lækna, um tey
hava illgruna um, at tey
kunnu vera smittað við
corona-virus.
Í samskiftinum við
lækna kunnu sjúklingar
eisini spyrja, um tey eiga
at taka nøkur serlig atlit
fyri at verja seg.
Eins og onnur við
kroniskum
sjúkum,
kunnu
krabbameins
sjúklingar eisini uppliva
stúran um útbrotið av
corona-virus (Covid-19),
sum nú eisini hevur rakt
norðurlond.
Krabbameinsjúklingar
kunnu hava spurningar
um serstøk atlit, og ein
spurningur kann vera,
um fólk við krabbameini
eru í størri smittuvanda
enn onnur í mun til
nýggja virusið.
Men, í Kræftens Be
kæmpelse siga tey, at
krabbameinssjúklingar
sum heild skulu fylgja
somu góðu ráðum, sum
øll onnur í royndini at
fyribyrgja smittuni.
Til tess at fyribyrgja
smittu mælir Heilsustýrið
til:
* Gott reinføri, serliga
hondvask, møguliga sótt
reinsan til hendur, tá
hendurnar eru reinar og
turrar
* Tú skákar tær und
an fólki, ið vísa sjúku
eyðkenni sum krím ella
ígerðarsjúku í andaleiðini
* Hosta ella nýs í ein ein
nýtslu lummaklút, ermu
ella í handarkrikan.
Eldri og sjúk
Heilsustýrið
upplýsir,
at sambært fyribils tøl
um kunnu eldri fólk,
sum
frammanundan
eru fongd við sjúkum,
gerast harðari rakt av
corona-virus. Talan er
serliga um fólk við kron
iskum sjúkum, eitt nú
hjartasjúkum,
sukur
sjúku, kroniskum sjúkum
í lunga og andarás og
krabbameinssjúku. Eldri
fólk við hesum sjúkum
kunnu
gerast
harðari
rakt av nýggja corona-
virusinum, Covid-19.
Viðmælt verður ikki,
at frísk fólk brúka and
litsmasku ella aðra slíka
verju í almenna rúmi
num.
- Hevur tú tekin um
sjúku - fepur, turran
hosta ella trupulleikar
við andadrátti - 14 dagar
eftir
heimkomu
frá
uttanlandsferð, er tað
týdningarmikið,
at
tú
ringir til lækna, áðrenn tú
møtir upp hjá læknanum,
skrivar cancer.dk.
Lítil vandi
Deildarlæknin á Statens
Serum
Institut,
Peter
Henrik Andersen, heldur
ikki, at nøkur orsøk er
til stúran, soleiðis sum
støðan er í løtuni.
- Alt verður gjørt fyri,
at útbreiðslan av corona-
virus verður so avmarkað
sum gjørligt.
Í meira enn ein mánaða
hevur
heimurin
fylgt
við, hvussu corona-virus
hevur spreitt seg úr Kina
og víðari til Evropa og nú
eisini til Skandinavia, har
Noreg fyrst varð rakt.
Statens Serum Institut
og
Heilsustýrið
hava
mett, at lítil vandi er
fyri stórari útbreiðslu
av smittu í Danmark,
og stovnarnir halda, at
vandin fyri, at corona-
virus rættiliga fer at
bjóða heilsuverkinum av,
er lítil.
Heilsuverkið
er
til
búgvið og hevur drúgvar
royndir við at taka sær av
sjúklingum, ið eru undir
illgruna fyri smittandi
sjúku.
Peter Henrik Andersen
vísir á, at tá fólk fram
mananundan
líða
av
ymiskum sjúkum, kann
smittan við corona-virus
gerast meira álvarslig,
men hetta er galdandi
fyri allar ígerðarsjúkur -
og ikki bara corona.
- Samstundis kunnu
vit siga, at eingin borgari
í heiminum er mótstøðu
førur yvirfyri corona-
virus, tá hetta er fyrstu
ferð, at Corvid-19 er stað
fest í menniskjum, leggur
hann aftrat.
Í perspektiv
Peter Henrik Andersen
minnir á, at fólk ikki
eiga at gloyma, at umleið
1500 danir á hvørjum
ári doyggja av vanligari
krímsjúku ella beinkrími.
- Tað er tí týdningar
mikið, at tingini verða
sett í perspektiv í mun til
óttan, sum fólk tykjast at
hava fyri corona-virusi,
sigur
deildarlæknin
á
Statens Serum Institut.
FÓLK VIÐ KRABBAMEINI SKULU
TAKA SOMU ATLIT SUM ONNUR
Í Kræftens Bekæmpelse siga tey, at verjutiltøkini hjá
krabbameinssjúklingum eru tey somu sum hjá øðrum
fólkum, ið royna at verja seg móti corona-virus
- Tað er týdningarmikið, at tingini verða sett í perspektiv,
heldur deildarlæknin, Peter Henrik Andersen
Eldri fólk við kroniskum sjúkum - og eisini fólk við krabbameini - kunnu gerast harðari rakt av nýggja corona-virusinum, Covid-19