Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tað hevur vakt stóran ans í altjóða ítróttarmiðlunum, at maðurin við heimsmetinum á 1.500 metrum og fleirfaldur OL-vinnari, enn eina ferð er rokin í dopingfelluna. Hetta kemur ikki sum nakað nýtt fyri føroyska kappingarneytan, Pál Vitalis Joensen, og venjarn hjá honum, Jón Bjarnason, sum longu eftir fyrstu doping­ revs­ing­ina í 2014 høvdu hug at finnast at. Alt bendir á, at Sun Yang hevur vunnið sær fyrimun av heilivági og møguliga øðrum, fyri at vinna á eitt nú føroyska svimjara­num. Hesa ferð er Sun Yang dømd­ ur fyri at hava noktað, at geva eina doping roynd. Hartil hevur hann brotið eitt glas við eini aðrari dopingroynd, sum hann longu hevði givið. Søg­an sigur sambært The Guardian, at fólkini rundanum Sun Yang ikki vóru nøgd við mynduleikaprógvini hjá doping­eftir­litis­fólkunum. Í dóminum frá Court of Arbitration for Sport, stytt­ ur CAS, stendur at ítróttar­ dóm­stólurin metir at dopingeftirlitisfólkini fylgdu øllum reglum, og tí verður Sun Yang dømdur fyri brot á reglu­ gerðina um at órógva eina dopin­groynd. Hartil verður sagt, at tað var ongin orsøk at oyðiliggja dopingroyndina, sum longu var gjørd. Víðari skrivar CAS, at orsaka av at Sun Yang er dømdur framman­undan, so fellur harðasta revsingin, sum er átta ár. Sermerkt sak Sermerkt við sakini er, at altjóða svimjisambandið hevur stuðlað Sun Yang í hes­um málunum, men at altjóða dop­ingeftirlitið, WADA, hevur kært málið til ítróttardómstólin í Sveis, CAS. Tað er her hann er dømd­ur átta ára bann. Handfaringin av sakini hevur eisini fingið virda ítróttar­skrivaran hjá bretska blað­num Dailymail, Martin Samuel, at øtast við. Hann mælir millum annað til, at al­ tjóða svimjisambandið, FINA, skal leggja frá sær, tí tað hevur stuðlað einum dopingsnýtara í hesi sakini. FINA byrjaði við at geva Sun Yang eina átalu fyri hendingina, sum síðani bleiv kært til CAS av altjóða doping­ eftirlitinum. -FINA skal koyrast frá. Eftir vánaligu handfandaringina av dopingsakini hjá Sun Yang, so hevur altjóða svimjisambandið ongan mynduleika og einki álit. Allir leiðandi persónar mugu frá nú, um sambandið skal hava nakra framtíð og kunna koma víðari, skrivar Martin Samu­el. Hann heldur fyri, at hetta er møguleikin at vaska svimjing­ ina reina fyri doping. Hvør er Sun Yang? 28 ára gamli Sun Yang er ein ítróttarfyrimynd í Kina. Við sín­um tveimum metrum, klæn­ vaksna kroppi og eleganta svimji­stíli vann hann seg í hjørt­un­um hjá kinesarum og al­tjóða svimjisambandinum, FINA. Svimjing hevði fingið sína heimsstjørnu við einum stór­um heimamarknaði. Longu til OL í Bejing í 2008 byrjar hann at gera um seg. Í 2010 vinnur hann gullheiðirsmerki á 1.500 metra teininum til asiat­isku leikirnar. Í 2012 er hann stóra svimji­ stjørnan við sínum tveim­um OL-gull­heiðurs­merkjunum í Lon­don. Hann vinnur fyrst gull á 400 metrum og setur síðani heimsmet á 1.500 metra teini­ num. Síðani vinnur hann alt, sum er at vinna í nøkur ár. Tó leggur hann krúnuna í 1.500 metrum til OL í 2016. Hann sigur, at hann hevur verið sjúkur upp til sjálva finaluna og kemur á mál sum nummar 16 í innleiðandi umfarinum. Tá hevur hann longu vunnið OL-gull í 200 metrum og blivin nummar tvey í 400 metrum. Hann hevur síðani vunnið gull á 200 metrum og 400 metrum, men bara eina ferð vunnið gull á 1.500 metrum síðani. Tað var til asiatisku leikirnar í 2018. Hann er valdur til heimsins besta svimjara í 2013, og hevur í fleiri førum vunnið heiðr­ar fyri besta svimjara og mann­liga svimjara í ymsikum saman­ hang­um. Hann hevur heimsmet á 1.500 metra teininum, sum bleiv sett í OL-hylinum í London í 2012. Eisini hevur hann OL-metið á 400 metrum frá somu kapping. Korthúsið byrjar at rapla Pál V. Joensen hevur ongantíð havt ein møguleika í 1.500 metr­ um síðani Sun Yang bleiv ein partur av heimselituni í svimj­ ing. Hann er ein heimsstjørna í svimjing og ein hetja í Kina fyri síni at síggja til ómenniskjaligu góðu avrik. Alt gekk sum eftir ánni og Sun Yang setti eisini heimsmet í 1.500 metrum frí til OL leikirnar í London í 2012. Síðani tá hevur lívið tó tikið ein heldur óvæntaða vend. Hann fekk ákoyringar fyri at vísa sponsorum ov stóran áhuga, og av tí saman møtti hann ikki til venjingar. Hetta gjørdi at hann og venjarin, Zhu Zhingen, blivu óklárir. Seinni í 2013 var hann hand­tikin fyri at koyra uttan koyri­kort. Tað kostaði sjey dag­ ar í varðhaldi. Í mai mánaði árið eftir er aftur galið. Nú er talan um ein doping­dóm, sum Sun Yang fær fyri at brúka hjartaheilivágin, Trime­tazidine. Hann verður tikin fyri dop­ ing til kinesisku meistara­stevn­ u­na, eftir at hann hevði svom­ ið 1.500 metrar frí upp á 15.01. Hóast heimskendi svimjarin bleiv tikin í mai mánaði, so boða hvørki kinesiska svimji­ sam­bandið, kinesiska anti- dopin felagsskapurin, altjóða antidoping felagsskapurin ella FINA frá tilburðinum. Sun Yang situr yvir í tríggjar mán­aðir í loyndum og kann frítt taka lut í asiatisku leik­ unum í september 2014. Tað er fyrst her, at tíðindini vinna fram. Kinesiski svimjarin kærir sína neyð. – Eg havi tikið nógvar dop­ ing testir í leypi gjøgnum tíð­ Kinesiski svimjarin, Sun Yang, hevur fingið bann í átta ár, fyri at bróta eina dopingroynd og nokta at gera eina aðra. Hetta er aðru ferð, at hann verður revsaður og alt bendir á, at hann hevur verið dopaður, tá hann vann HM-gull í Shanghai í 2011 – Pál Vitalis Joensen bleiv nummar fýra Doping: SUN YANG STJÓL SUN YANG STJÓL MINST MINST EITT HM-HEIÐURS­ EITT HM-HEIÐURS­ MERKI FRÁ PÁLI MERKI FRÁ PÁLI