Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. mars 2020 · Nr. 27 ina bæði til venjing og til kapp­ ingingar, og eg havi aldrin havt ein positivan test fyrr. Eg var bæði sjokeraður og keddur av hendingini, men eg havi lært av tí og skal verða meiri varin í fram­tíðini, segði Sun Yang, sum eisini fekk eina bót á áleið 5.000 krónur. Til HM í Gwangju í fjør vildi avstralski Mack Horton ikki vildi fara á heiðursmerkjapallin saman við Sun Yang, tí hann metti hann verða ein dopings­ nýtara. Nú er korthúsið raplað. Trimetazidine á doping-listan Trimetazidine kemur á doping- listan í januar 2014 og Sun Yang verður tikin í mai mánaði. Hann sigur, at hann ikki visti av at heiliváguirn var á doping- lista­num, og tað gjørdi læknin hjá honum heldur ikki. Størri spurn­ingurin er nokk hvussu tað ber til, at maðurin við heims­meti­num á 1.500 metrum hev­ur brúk fyri hjartaheilivági. Trimetazidine er til fólk við hjartatrupulleikanum angina pectoris, sum er pína í bringuni, sum ofta kemur av blóðmangli ella hjarta-iskæmiorsaka av niður­settum blóðrensli í hjarta­ arteriunum. Eisini føroyski fysiologurin, Magni Mohr, sum hevur arbeitt við nógv elitu ítróttarfólki, undrast á at ein 22 ára gamla Sun Yang hevur brúkt trime­ tazidine síðani 2008. Trime­ tazi­dine heilivágur verður givin til fólk, sum mangla ilt í hjartanum orsaka av lág­ ari bólðsirkulatión í hjarta­ num. Hetta setir tveir stórar spurn­ingar. Hvussu ein heims­ meistari í svimjing á 1.500 metrum kann hava brúk fyri trimetazidine, og hví hvat hann fær burturúr at taka tað? Forkláringin er nakað teknisk, men hon hjálpir ikki trúð­virðinum hjá Sun Yang, tí tri­meta­zidine gevur ein 1.500 metrar svimjara ein stóran fyri­ mun, forklaraði Magni Mohr í 2014. -Trimetazidine ger, at tú niðursetur forbrenningina av feitti í hjartavøddakyknunum, með­an tú økir forbrenningina av sukuri. Av tí, at man brúk­ ar minni oxygen per fram­ leidda orkueinheit (ATP) undir sukur­brenning enn feitt­brenn­ ing ber altso til at betur at varðveita orkustatus í kyknu­ ni. Samstundis økir trime­taz­ i­dine blóðrenslið í hjarta­num undir arbeiði og betr­ar um funktiónina hjá vintra hjarta­ kamari und­ir arbeiði. Tilsaman gevur hetta hjarta­num betri arbeiðs­um­støður í støðum har hjartaiskæmi hendir,sum t.d undir kropsligum út­haldnis­ arbeiði. Í 1.500 metra svimjing hevur tú stóran tørv á oxygen til hjarta og vøddarnar. Trime­ ta­zi­dine ger, at tú óbeinleiðis út­setur troyttleikan og kanst halda áfram longri, tá talan er um klassikt aerobt arbeiði, sigur Magni Mohr. Tað merkir, at við trime­ta­ zi­dine kann ein lang­teinar­ svimjari fáa greiðar kunstigar fyri­munir í hylinum á ólógligan hátt. Svimjari við trimetazidine fær meiri orku afturfyri oxy­ gen­nýðsluna. Vøddarnir kunna arbeiða harðari áðrenn møðin setur inn, tí teir fáa betur aerob arbeiðs­treytir (arbeiði við orku­ framleiðslu har oxygen inn­ gongur). Magni Mohr undr­ast eisini á, hvussu ein heims­elitu­ svimjari kann hava brúk fyri trime­ta­zidine. - Eg undrist á, at ein svimjari, ið hevur brúk fyri slík­um heilivági, kann verða heims­meistari í 1.500 metrar svimj­ing. Tað fái eg ikki til at hanga saman, sigur Magni Mohr í samrøðu við Sosialin í 2014. Samstundis er vanligt, at ítróttafólk via teirra medi­cins­ ku fólk gera vart við møgu­ ligan tørv á ólógligum heili­ vági, so brikkarnir passa illa til kinesiska putslispælið. Jón Bjarnason er kritiskur Venjarin hjá Páli Joensen øll tey fyrstu árini var Jón Bjarnason. Hann var og er somuleiðis krit­ iskur um Sun Yang. Í 2014 helt venjarin fyri, at tað svaraði nógvum spurningum, tá Sun Yang bleiv tikin fyri at brúka hjarta­heilivág. -Lat meg bara siga so, at nógvir spurningar eru svar­ aðir. Eitt nú um Kina hevði funn­ið uppá onkran serligan fantast­iskan máta at venja uppá, tá ið eg nú var vitni til, at Ye Shiwen (besta kvinnan hjá teimun) svam seinasta 100m í 400m blandað til OL í Lon­don, skjótari enn vinnarin hjá monnum, Ryan Lochte gjørdi, men tað hava teir ikki, sig­ur Jón Bjarnason og leggur afturat. -Ella tá ið Sun Yang vann 1500m til HM í Shanghai, og svam seinastu 50 metrarnar skjótari enn vinnarin í 200m svam sínar seinastu 50 metr­ ar­nar. Ella tá ið Sun Yang sorlaði 1500m heimsmetið til OL í London og enn einaferð svam nógv skjótari seinastu 50 metarnar enn vinnarin av 200 metrum gjørdi, spurdi Jón Bjarnason skeptiskur í des­em­ bur 2014 í samrøðu við Sosialin? Seinasti setningurin sigur alt um hugburðin hjá føroyska svimjivenjaranum til kinesisku av­rikini. - Eg skal so ikki til Kina fyri at blíva ein betur venjari, tí okkurt sigur mær, at eg so skal vitja Tjaldurs Apotekið tá ið eg komi heim aftur, sigur Jón Bjarna­son speiskur og argur á málinum á sinni. Jón Bjarnason er heldur ikki mjúkur at strúka, tá talan er um heilivágin hjá Sun Yang og umberingina, sum fylgir við. -Hví skal ein heimsklassa svimjari brúka heilivág fyri nakað so álvarsligt sum hetta? Um hann var so sjúk­ur, so var hann als ikki við til kapp­ ing­ar. Hann hevði ikki vant so hart heldur, tí vand­in fyri hjartasteðgi er óhugna­liga stórur. Tað er als ikki ókent, at svimjarar í heimsflokki eru givnir av júst somu or­søk. Hjá onkrum skuldi ein hjarta­ steðgur til. Eg veit eisini um fleiri, ið hava fingið skurð­við­ gerð fyri hes­ar trupu­leikar, greiðir Jón Bjarna­son frá. Hann heldur somuleiðis, at Sun Yang røpaði seg, tá hann sigur at hann hevur tikið heilivágin síðani 2008. -Sun Yang var tápuligur at siga, at hann hevur brúkt hetta síðan 2008, tí hann hevur ongantíð til nakra dopingroynd upplýst, at hann brúkti hendan heilivágin. Tað skal ein gera, stað­festur Jón Bjarnason og spyr; -Hví er hann so ikki tikin fyrr, jú tí tú finnur bert tað tú leitar eftir, tá ið tú testar fyri doping. WADA hevur ikki sett Trimetazidine á doping listan fyrr enn 1. januar 2014, tí alsamt fleiri og fleiri testir vístu, at Trimetazidine varð mís­nýtt. Tað er óhugnaliga nógv at vinna við at brúka hetta undir venjing, sigur Jón Bjarnason um hjartaheilivágin, Trimetazidine. - Fyri svimjing merkir tað stutt og greitt, at fólk missa meira og meira álit á FINA og WADA, og ein gongur bert og bíðar eftir, hvat verður tað næsta, tí har ein er, finnast óiva fleiri. segði Jón Bjarnason at enda í samrøðuni í 2014 Her hevur Jón Bjarnason eisini rætt, tí fleir aðrir eru endaðir í dopingfelluni. Støð­an við Sun Yang er tó eitt sindur øðrvísi hesa ferð, tí hann noktaði at lata eina dop­ing­ roynd. Tað verður mangan sær sum eitt størri brot. Tað kann eitt nú fyrrverandi kendi enska landsliðsspælarin, Rio Ferdinand, ásanna. Hann gloymdi at møta til dop­ing­ roynd og bleiv bannaður í átta mán­aðir, hóast hann bæði vendi við og kom aftur á staðið, bjóð­aði hárroyndir, sum eru neyvar í longri tíð aftur og tók eina dopingroynd dagin aftur. Pál bleiv snýttur Tað er torført at koma til nakra aðra niðurstøður, enn at Pál Vitalis Joensen er ein av fleiri svimjarum og ítrótt­a­r­fólkum, sum eru snýtt av doping­ misbrúkarum. Tey hava ongan kjans í kappingin móti fólk, sum eru dopaði. Í samrøðu við Sosialin í janu­ ar í 2017 var Pál V. Joensen ikki so sinnaður at tosa um doping hjá øðrum, men ásannar at svimjing helst er blivin meiri skitin við tíðini. -Svimjingin blívur helst skitnari og skitnari, og vit síggja meiri til doping. Tað er kanska ein umbering fyri meg, men tú kanst bara hyggja eftir hvør vinnur, segði Pál Vitalis Joensen í drúgvari sam­røðu, sum í størri mun snúði seg um onnur ting enn at kapp­ingar­ neytarnir vóru dop­að­ir, men boðskapurin er ikki at taka feil av. Boðið um at hyggja eftir hvør vinnur er ikki uttan orsøk. Til HM á stuttgeil í Kanada í desembur í 2016, vinnur Tae- hwan Park úr Suðurkorea gull á 200, 400 og 1.500 metrum frí. Hann er so seint sum í 2015 dømdur fyri doping. Suðurafrikanski Chad le Clos heldur, at hann eigur at fáa gullheiðursmerkið í 200 frí frá OL í Rio í 2016, sum Sun Yang annars vann tá, skrivar mill­um annað svimjing.com. Pál Vitalis Joensen er helst okkara størsta ítróttarfólk, men hann er størri enn heiðurs­merkini siga, tí hann var í einari ójavnari kapping móti eitt nú einum dopaðum Sun Yang. Í framtíðini kunnu hart arbeiðandi svimjarar gleð­ ast um, at minst ein av dop­aðu kappingarneytunum er bann­ að­ur. trondur@sosialurin.fo