Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 4 FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO T að var týskvøldið klokk­an 18, at Kaj J. Skip­a­nes var kannaður fyri cor­o­na­vir­us. Miku­ morg­unin um sjey tíðina varð hann upp­ringd­ur, og sagt varð, at hann er pos­itivur. – Eg havi fingið boð um at halda meg heima, men tað er ikki tað, ið eg havi hug til. Mær dám­ar nógv best at vera úti mill­ um fólk, sigur Kaj J. Skipanes. Konan og báðar døturnar vórðu kannað mikudagin, men tey hava ikki fingið coronavirus. Aðr­i­r persónar, ið Kaj J. Skipanes hev­ur verið í sambandi við sein­ astu vikuna, vórðu eisini kann­ að­ir fyrradagin, men tey vóru øll neg­a­tiv viðvíkjandi coronavirus. Í alt 14 fólk eru avbyrgd eftir boð­um frá landslæknanum í 14 dag­ar. Til viðgerð í París Tað er í París í Fraklandi, at Kaj J. Skip­a­nes er vorðin smittaður. Hann var saman við konuni og báð­um døtrunum farin til París 14. februar. – Tað var kon­an, ið skuldi til við­gerð á sjúkr­a­húsi í París. Hon hev­ur verið har nakrar ferð­ir fyrr. Vit funnu út av, at ein krist­ ­i­lig ráðstevna var sam­stund­is, og so valdu vit eisini at fara har. Tað vóru eini 3.000 fólk á ráð­stevn­ uni, sum vardi frá mánadag til fríggj­a­dag. Alt gekk fyri seg á fronsk­um, og eg skilti ikki so nógv av tí. Tey umsettu tó eitt sindur fyri mær, sigur Kaj J. Skip­a­nes. Kona hansara er úr Togo, har tey tosa franskt. Børn teirra, ið eru níggju og fýra ára gomul, duga eisini at tosa franskt. – Tað var ein ráðstevna, har tað vóru mest fólk úr Fraklandi og Sveis. Nøkur vóru eisini úr øðr­um londum. Eg tosaði ikki við nógv fólk á ráð­stevn­uni, tí eg dugi ikki at tosa franskt, sigur Kaj J. Skipanes. Kendi meg kaldan Kaj J. Skipanes og familjan komu heimaftur við At­lant­ic Airways bein­leið­is úr París mán­a­dag­in 24. februar. So byrjaði van­ligi gerandisdagurin, og tey fóru til arbeiðis, í skúla og í barn­a­garð. Ikki fyrr enn leygarkvøldið byrj­aði Kaj J. Skipanes at fáa nøk­ur sjúkueyðkenni. – Eg kendi meg eitt sindur kald­an og var ikki so væl fyri. Tað byrjaði seint leygarkvøldið og var eisini sunnu­morgunin. Eg fór ikki til arbeiðis mánadagin ella týs­dagin. Eg hevði ikki fepur, og eg host­aði heldur ikki, var bara kald­ur. Eg vil kalla hetta fyri eitt vanligt forkølilsi. Høvdu tey ikki ringt úr Fraklandi, hevði eg ver­ið farin aftur til arbeiðis, sigur Kaj J. Skipanes. Ringdu og søgdu frá co­r­o­n­a­smittu – Tað var týsdagin, at onkur av teimum, sum skipaðu fyri ráð­ stevn­uni, ringdu til konu mín, og søgdu, at onkur, ið hevði ver­ið á ráðstevnuni, var smitt­að­ur av coronavirus. Tá ið eg fekk tað at vita, helt eg, at eg mátti lata meg kanna, sigur Kaj J. Skip­a­nes. Kannað á parkeringsplássi Hann varð kannaður umleiða klokk­an 18 týskvøldið. – Hetta var eftir vanliga ar­ beiðs­tíð, so eg var biðin um at koma á parkeringsplássið nið­an­ fyri Landssjúkrahúsið. Tað er har, sum kapellið er. Eitt starvs­ fólk kom ílatið masku og drakt út á park­er­ingsplássið. Eg sat í bili­num, skrúvaði rútin niður, með­an starvsfólkið gjørdi roynd­ ir­nar. Spýttroyndir vórðu tikn­ar, sigur sigur Kaj J. Skipa­nes. Hann koyrdi síðani til hús aft­ ur. – Morgunin eftir um sjey-tíð­ ini ringdu tey, og søgdu, at roynd­ir­nar vóru positivar. Tað merkti, at eg skuldi í sóttarhald, sig­ur Kaj J. Skipanes. Mikudagin var hann aftur á par­ker­ings­pláss­i­num niðan fyri Lands­sjúkr­a­hús­ið. Tá var tað, tí – Eg kendi meg betri og ætl­aði mær til arbeiðis miku­dag­in. Men so vórðu vit upp­ringd úr Frak­landi. Tá helt eg, at eg mátti lata meg kanna, sigur Kaj J. Skipa­nes úr Hoy­vík, sum er fyrsti før­oy­ ing­urin, ið hev­ur fingið staðfest coro­n­a­vir­us Coronavirus FAKTA  Ein føroyingur er higartil smittaður við corona­vir­ us. Hann varð smittaður á ferð í París í Frankaríki. 14 fólk eru í sóttarhaldi fyri at verja fyri smittu. Heilsu­mál­aráðið hevur leig­að Hotel Vágar at hýsa fólki í sóttarhaldi. Eg kendi meg eitt sind­ ur kald­an og var ikki so væl fyri. Eg hevði ikki fep­ur, og eg host­aði heldur ikki« Kaj J. Skipanes og húski hansara eru í sóttarhaldi heima við hús í Hoyvík KENDIST BARA SU