hósdagur 5. mars 2020síða 5
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
5
at hann mátti koyra konuna og
børnini, so at tey vórðu kannað.
Men tað er tað einasta, hann og
familjan, hava verið úti. Nú eru
tey aftan fyri stongdar dyr og
afturlatin vindeygu.
Geri tað vanliga heima
Nú Kaj og familjan eru avbyrgd
heima hjá sær sjálvum, gongur
lívið sína vanligu gongd.
– Eg taki tað púra róligt og
geri tað, sum eg vanliga geri
heima. Vit hava tvey børn, og
tey krevja sítt. Men eg má siga,
at hetta er ikki tað, mær dámar
best. Mær dámar best at vera
úti millum onnur fólk, sigur
hann.
Arbeiðsplássið eins og barna
garður og skúli hava fingið boð
um støðuna.
– Eg ringdi og segði teimum á
arbeiðsplássinum frá. Teir blivu
rættiliga kløkkir, men tað er
nokk ójavnt, hvussu tað verður
móttikið, sigur Kaj J. Skipanes.
Vinmenn keypa inn
Sum nú er, hevur øll familjan
fingið sóttarhald í 14 dagar.
Bæði hann, konan og børnini
skulu halda seg heima hesa tíð
ina, og eingin skal heldur koma
inn til teirra.
– Eg hava upplýst fyri lands
læknanum, hvønn eg havi verið
í sambandi við, síðani 27. febr
uar, og so hevur hann sett seg í
samband við tey fólkini, sigur
Kaj J. Skipanes.
Nú, tey mugu halda seg
heima, eru onnur, ið mugu
hjálpa, so at tey ikki mangla
mat.
– Tað er onkur, sum hevur
bjóðað seg til at fara til handils
og keypa inn fyri okkum. Tey
mugu so seta ein posa uttanfyri,
sum vit so kunnu fara eftir,
sigur Kaj J. Skipanes.
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
N
ú coronavirus er
staðfest í Føroyum,
verður mælt til, at
prestur og kirkju
fólk ikki taka í hondina á hvørj
um øðrum eftir gudstænast
una, sum annars er vøkur og
gomul føroysk heilsan, sigur
Jógvan Fríðriksson.
Tað var mikudagin, at bisk
upur tók avgerð um hetta.
Hann hevur eisini tosað við
Føroya Stiftstjórn um hetta,
áðrenn avgerðin varð tikin.
– Málið um coronavirus er
komið tætt til okkara, og vit
hoyra eisini um, at har nógv
fólk koma saman, er vandi fyri
at smitta kann breiða seg. Eg
haldi ikki, at vit hava havt eitt
tílíkt mál fyri áður í kirkjuni,
men vit hava valt at vera fyri
varin. Eg vil ikki skapa ótta
millum fólk, men á hinari síð
uni mugu vit taka støðuna í
álvara, sigur biskupur.
Skóna kirkjufólkið
Hann vísir á, at tað kunnu vera
upp móti 5.000 fólkum, sum
fara í kirkju ein sunnudag.
– Tað er ikki fyri at skóna
prestarnar, men heldur at ansa
eftir, og vónandi kunnu vit
skóna okkurt av kirkjufólku
num, sigur Jógvan Fríðriksson.
Bispur leggur dent á, at
hetta átakið verður gjørt fyri at
verja fólk.
– Prestur kemur tætt upp á
fólk, og sagt verður, at hendur
nar eisini kunnu vera keldu til
smittu, og sum prestar taka vit
í hondina, eg vil næstan siga, á
Gudi og hvørjum manni. Um
vit skulu taka í hondini á fólki,
so skulu vit taka í hondini á øll
um ella ongum. Frá nú av og
nakað fram verður tað av ong
um. Tað vóni eg, at kirkjufólkið
eisini við skilja, sigur Jógvan
Fríðriksson.
Prestar skulu
ikki taka í
hond á fólki
Hanus á Gørðum heilsar kirkjufólki. Í sambandi við coronasmittuna
heitir bispur á prestar um ikki at taka í hondina á fólki
Kaj J. Skipanes í Hoyvík er nú
avbygdur saman við familjuni
handan stongdar dyr og afturlatin
vindeygu á bústaðinum í Hoyvík
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
M VANLIGT KRÍM
Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson,
hevur sent skriv til allar prestarnar, har
hann heitir á teir, at kunna kirkjufólk
ið um, at vegna vandan við coronavirus,
fara prestar ikki at taka í hond á fólki,
sum teir annars eru vanir við