Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 6 Coronavirus Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu um at brúka Hotel Vágar, sum mið­ støð fyri fólk, sum skulu av­byrgj­ast ÁRNI GREGERSEN Síðani tað var staðfest, at Kaj Skipa­nes er smittaður við coron­ avirus, eru 14 fólk afturat honum av­byrgd. Tað sigur landslæknin. Summi fáa ikki sitið avbyrgd heima og tí hevur Heilsu­má­l­a­ ráðið gjørt avtalu við Hotel Vág­ ar um, at hotellið skal hýsa teim­ um fólkunum. Heilsumyndugleeikarnir halda eyga við smittuni, men hava onga vitan um hvar fólk eru kring um í heiminum. – Tað ber ikki til at fylgja við, um fólk ferðast í økjum har smittu­vandin er størstur. Tað gera tey hvørki í Danmark ella í øðr­um londum. Tað letur seg ikki gera, sigur Lars Foged Møll­ er, landslækni. 14 daga avbyrging Tey fólk, sum eru avbyrgd, skulu vera avbyrgd í 14 dagar. Hetta tel­u­r frá tí, tey møguliga hava verið í einum øki við stórum smitt­u­vanda. Landslæknin sigur, at tað ræð­ur um at hugsa seg væl um fyri at sleppa undan smittuni. Fyrst og fremst er reinføri av­ger­ andi. Hendurnar skulu vaskast væl og noyðist tú at hosta, so halt fyri munnin ella hosta í eitt lumm­a­turriklæð ella í albogan. – Hetta skal gerast fyri at minka um vandan fyri at smitta onn­ur, skuldi ein sjálvur havt smitt­una, sigur landslæknin. Hann sigur, at hetta eru ráð­ ini, sum heilsumyndugleikarnir hava í løtuni, men vísir sam­ stund­is til, at Kaj Leo Holm Jo­ hann­e­sen, landsstýrismaður við heil­s­u­málum, hevur givið boð um, at hava starvsfólk í heils­u­ verk­inum ella í eldrarøktini ver­ ið í smittuøkjum, so skulu tey halda seg heima í 14 dagar, áðr­ enn tey koma til arbeiðis. Hetta verður gjørt fyri at verja sjúk og eldri medborgarar móti smittuni. Talan er ikki um eina veg­leið­ ing, men um boð, sum skulu hald­ast. Somuleiðis er við av­ byrg­ing. Hon skal haldast, ann­ ars kann ein verða settur í kar­ an­tenu av løgregluni. Landslæknin sigur, at donsku heils­u­myndugleikarnir ikki hava nakra meting av, hvussu skjótt smitt­an spjaðist. Hann vísir á, at talið á smittaðum í Danmark veks­ur ikki dag fyri dag. – Men ongin veit um tað fer at henda. Verður tað so, so er neyð­ ugt at seta onnur tiltøk í verk, enn tey vit hava nú. Hetta sum er nú, sær út til at virka, men verð­ur talan um eitt vaksandi tal av smitt­aðum fólkum, so dugir hend­an strategiin ikki. So mugu onn­ur tiltøk til, sigur Lars Foged Møll­er. 15 eru sett í sóttarhald í sambandi við corona Lars Fodgaard Møller, landslækni – Starvsfólk í føroyska heilsuverkinum, ið hava ferðast í Italia, skulu í avbyrging í 14 dagar, tá ið tey koma heimaftur FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO Onnur fólk, ið hava verið í Norð­ ur­italia, verða mælt til at fara í sjálv­bodna avbyrging, sigur Sha­ hin Gaini, yvirlækni í in­fek­tións­ med­i­cin Coronavirus er komið til Før­ oyar, og nú heita heil­s­u­mynd­ ugl­eik­ar­nir í Føroyum á fólk, ið hava ferð­ast í vandaøkjum, um at vísa ser­lig atlit. Norðuritalia er tað øk­ið í Evropa, har flestu til­burð­ir hava verið, og tí er tað øk­ið komið í ein serligan vand­a­ bólk. Aðrastaðni í heimi er tað ser­liga Kina, ið er í einum vand­a­ bólki. Hann vísir tó á, at støðan kann broytast. – Støðan kann tó broytast frá degi til dags, og vit fylgja tí væl við, hvat hendir úti í heimi, og hvat danska heilsustýrið til­mæl­ ir, sigur Shahin Gaini. Í kravda ella sjálvbodna avbyrging Hann vísir á, at tað eru tveir bólk­ar av ferðandi, ið skulu vera sera varin. Í báðum førum er tal­ an um fólk, ið hava ferðast í It­ alia. Annar bólkurin er heils­u­ starvs­fólk, hin er onnur ferðandi. – Vit vita frá øðrum londum, at tað eru serliga eldri og veik fólk, sum eru í vanda av cor­on­ vir­is­inum. Tí mugu vit vísa serlig at­lit og forða at tað hendir, sigur Sha­hin Gaini. – Tey, ið arbeiða á sjúkrahúsi, og sum starvast innan eldraøkið, tað vil siga bæði á ellisheimum, á sam­býl­um ella í heimatænastuni mugu vísa serlig atlit. Tí hava vit sagt, at øll heilsustarvsfólk, ið hava ferðast í Italia, skulu í av­ byrg­ing í 14 dagar, tá ið tey koma heim­aftur. Viðvíkjandi øðrum fólk­um, ið hava verið í Norð­ur­it­ alia, mæla vit til, at tey fara í sjálv­bodna avbyrging í 14 dagar, tá ið tey koma heim, sigur Sha­ hin Gaini. Skulu lata seg kanna Tá ið hann verður spurdur um, hvat fólk, ið hava verið og ferðast í øðr­um londum enn Italia, Kina ella øðr­um vandaøkjum, skulu gera, tá ið tey koma heimaftur, sig­ur Shahin Gaini: – Tað, sum rættvísgerð at ein møgu­ligur tilburður, har ein per­ són­ur skal kannast ella vera av­ byrgd­ur, til vit hava fingið svar upp á kanningina, er tað landa­ frøð­i­liga økið, har ein hevur ver­ ið. Men tað er eins álvarsamt, um onk­ur fær at vita, at persónar, ið ein hev­ur verið saman við, eru kann­aðir, eru undir illgruna ella eru smittaðir av Covid 19 viris­i­ num, so skal ein eisini siga frá og lata seg kanna í Føroyum. Tað dømi, vit hava í Føroyum, er nevn­iliga hetta seinna, sigur Sha­hin Gaini. Reinføri Mælt verður eisini til, at øll hugsa nógv um reinføri. – Vit skulu øll hugsa um rein­ føri. Tí skulu vit vaska hendur ofta og spritta hendur. Um vit skulu njósa ella hosta, so mæla vit til at hava eitt lumm­a­turr­i­ klæð ella at njósa í albogan, sigur hann. Landslæknin mælir eisini til var­semi. – Eg helt, at Føroyar var heims­ins tryggast land. Men tað er tað ikki, sigur Lars Fodgaard Møll­er, landslækni. Tá ið hann verður spurdur um, hvussu vit skulu heilsast í fram­tíð­ini, sigur hann. – Kanska skulu vit gera okk­ urt annað enn at taka í hondini á hvørj­um øðrum. Kanska kunnu vit geva albogan til hvønn ann­ an, sigur hann. Sjálvur er hann hann tó ikki giv­in at taka í hondina øðrum. – Nei, tað eri eg ikki, sigur hann. Heilsustarvsfólk, ið hava ferðast í Italia, skulu í avbyrging Shahin Gaini, yvirlækni í infektiónsmedicin MYND: ÁLVUR HARALDSEN