hósdagur 5. mars 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
7
Konan er lækni
og hevur arbeitt
saman við einum
lækna í Århus,
sum var smittaður
á ráðstevnu í
München
ÁRNI GREGERSEN
Tey eru ættað av Skálafjørði
num, men arbeiða í Danmark.
Jústines Hansen, konan Mary
og trý børn eru sett í sóttarhald í
Odense, har tey búgva.
Konan, Mary Højgaard Han
sen, er lækni og arbeiðir á sjúkra
húsi í Århus. Har arbeiðir hon
saman við einum lækna, sum er
staðfestur smittaður við corona
virus. Hildið verður, at hann
fekk smittuna, tá ið hann var á
einari ráðstevnu í Týsklandi.
– Tað er orsøkin til, at vit eru
sett í sóttarhald, sigur Jústines
R. Hansen.
– Vit hava tað gott, men eg má
siga, at eg føli meg ómetaliga
bundnan og giti, at hetta líkist tí
at sita í fongsli. Vit sleppa ikki út
fyri dyr, men mugu finna okkum
til sættis í íbúðini, sigur hann.
Trý børn
Tey bæði, Jústines og Mary Han
sen, eru í sóttarhaldi saman við
teirra trimum børnum, sum eru
ávikavist fimm, trý og eitt ár.
– Tey kundu sjálvandi ikki
fara í barnagarð og vøggustovu,
heldur enn vit kunnu fara til ar
beiðis. Tí er tað ein partur hjá
okkum at taka okkum av børnu
num, sigur páoin.
Ymisk spøl verða spæld og
søgur lisnar fyri at stytta um
stundirnar.
– Tað krevur sítt, men sleppa
vit undan smittuni, so hevur
hetta bara verið eitt uppolívilsi
fyri okkum.
Ikki út
Treytirnar hjá fólki, sum er í
sóttarhaldi, eru rættuliga harðar.
Tey kunnu als ikki fara út, hvørki
til handils ella út við skrelliposa
num.
– Vit bera alt okkara skrell út
á altanuna, sum hoyrir til íbúði
na, men tað verður arbeitt við
einari loysn, so vit sleppa av við
ruski, sigur Jústines Hansen.
Viðvíkjandi mati, so ber til at
bíleggja online og fáa matin
bornan til dyrnar, so har er ong
in trupulleiki.
Familjan í Odense hevur eisini
ein hund, sum er partur av kar
antenuni. Hundurin sleppur ikki
út, men má luftast á svalanum.
– Hetta eru smáar avbjóðingar,
sum vit lættliga fáa loyst.
122 fólk avbyrgd
Mary Hansen er lækni, og tað
var í tí sambandi, hon var sett í
sóttarhald.
Ein starvsfelagi hevði verið á
einari ráðstevnu í Týsklandi. Tað
vísti seg, tá ið hann kom heim
aftur, at hann kendi seg eitt
sindur illa til passar.
Tá ið hann so var kannaður,
vísti tað seg, at hann var smitt
aður við Coronavirus.
– Beinanvegin tað var greitt,
var kannað, hvør hevði havt
samband við hann og tað vísti
seg, at 122 fólk vóru beind í sótt
arhald og millum teirra var kona
mín, sigur Jústines Hansen.
Sjálvur er hann bygnings
snikkari og er vanur at ferðast
runt í Danmark at seta køkar
upp.
– Tað er eitt virki lív har ein
ikki situr stillur, so hendan kar
antenan er keðilig fyri meg, sum
vanliga eri í gongd allan dagin.
Sum eg nevndi, so haldi eg, at
hetta minnir um at sita í fongsli,
sigur Jústnines Hansen.
Føroyska familjan í Odense
hevur nú sitið í íbúðini í Odense
í nakrar dagar, men tey skulu
vera har í tilsamans 14 dagar
áðrenn tey sleppa aftur til ar
beiðis, í barnagarð og í vøggu
stovu.
FIMM FØROYINGAR SETTIR
Í SÓTTARHALD Í ODENSE
– Beinanvegin tað var
greitt, var kannað, hvør
hevði havt samband við hann
og tað vísti seg, at 122 fólk
vóru beind í sóttarhald og
millum teirra var kona mín,
sigur Jústines Hansen«
Hjúnini Mary Højgaard Hansen
og Jústines Hansen eru saman við
trimum børnum í sóttarhaldi fyri
coronavirus í Odense. Mary, sum
er lækni, arbeiðir á sjúkrahúsi
saman við lækna, sum er staðfestur
smittaður við coronavirus – og sum
helst er smittaður á ráðstevnu í
Týsklandi