hósdagur 5. mars 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
8
SØLA AV FERÐASEÐLUM HJÁ
SMYRIL LINE ER STAGNERAÐ
– Tað eru nógv, sum ringja og spyrja seg fyri, hvussu støðan er, og tað eru eisini tey, sum spyrja, hvat
hendir, um tey avlýsa. Hetta er serliga galdandi fyri fólk, sum longu hava keypt sær ferðaseðil. Sølan
av ferðaseðlum er stagnerað, men hon er ikki steðgað, sigur marknaðarleiðari hjá Smyril Line
Coronavirus
VILMUND JACOBSEN
Henny á Líknagøtu, marknaðar
leiðari hjá Smyril Line, sigur, at í
útgangsstøðinum er alt, sum tað
plagar at vera umborð á Norr
ønu, nú corona-virus herjar - og
eisini er staðfest í Føroyum.
– Men, vit gera eyka nógv
burtur úr at upplýsa um, hvussu
umráðandi tað er at fylgja al
mennu leiðreglunum í hesum
sambandi. Hetta er galdandi
bæði fyri starvsfólk og ferðafólk.
Vit hava altíð havt stórt fokus á
reinhald, men nú hava vit langt
enn størri dent á hetta. Eyka
stórur dentur verður lagdur í
reinhald umborð, og hetta er
galdandi um alt skipið, sigur
Henny á Líknagøtu.
Alt við hondina
Marknaðarleiðarin vísir á, at
longu á Farstøðini verða fólk
mint á at hava reinar hendur og
so skjótt, sum ferðafólk koma
umborð, verða tey við uppsløg
um mint á týdningin av serligum
reinhaldi.
– Umborð á Norrønu hava vit
verið væl útgjørd seinastu árini -
eisini við møguleikunum at
spritta hendur, og nú heimurin
verður herjaður av corona-virus,
er sjálvandi alt beint við hond
ina. Við uppaftur størri og meira
umfatandi kunning nú enn áður
verða bæði ferðafólk og starvs
fólk allastaðni umborð mint á at
vaska og spritta hendur.
Henny á Líknagøtu vísir á, at
tað er umráðandi, at eingin fer
inn í matstovur, kaféir, barrir ella
handil umborð uttan at hendur
nar fyrst eru reinar og sprittaðar.
– Vit hava eisini givið okkara
starvsfólkum umborð á Norrønu
boð um at fylgja almennu leið
reglunum í samband við illgruna
um smittu. Skuldi tað verið onk
ur, sum hevur verið í økjum, har
smitta er – og tey síðan fáa sjúku
eyðkenni sum minna um eyð
kennini við corona-virus - skulu
fólk í fyrsta lagi vera verandi í
landi.
Marknaðarleiðarin vissar um,
at skipari og manning umborð á
Norrønu hava eina tilbúgving,
sum er til reiðar, um tað skuldi
hent, at fólk, sum eru umborð,
vísa sjúkueyðkenni sum minna
um corona-virus.
– Umborð á Norrønu vita tey
akkurát, hvat tey skulu gera, um
slíkt verður aktuelt, sum vit
sjálvandi vóna, at tað ikki verður.
Fólk, sum skulu vit skipinum,
spyrja, og tá mugu tey sjálvsagt
fáa eitt haldgott svar, leggur hon
aftrat.
Sølan er stagnerað
Henny á Líknagøtu vísir á, at
Smyril Line longu nú hevur selt
ein stóran part av tí, tey plaga at
selja í Evropa til ferðir við Norr
ønu í summarhálvuni. Talan er
serliga um ferðafólk úr Týsk
landi, Hálandi og Fraklandi, sum
ætla sær henda vegin. Umleið
helmingurin av hesum gera sína
ferð í Føroyum burtur av, meðan
hin helmingurin fer víðari til Ís
lands. Men, eisini tey, sum fara til
Íslands, fáa tríggjar dagar í Før
oyum. Tey, sum velja Føroyar
sum høvuðsferðamál, eru skand
inavar, norðmenn, danir og sviar.
– Men, tað eru nógv ferðafólk,
sum ringja og spyrja seg fyri,
hvussu støðan er, og tað eru eis
ini tey, sum spyrja, hvat hendir,
um tey nú avlýsa. Hetta er gald
andi fyri fólk, sum longu hava
keypt sær ferðaseðil, men sum
eru í iva um, hvat tey skulu gera.
Henny á Líknagøtu ásannar,
at tey hava merkt eina stagna
tión í søluni seinastu tíðina.
– Jú, vit merkja ógvuliga væl,
at sølan er stagnerað. Tað vísir
seg nevniliga, at fólk, sum ikki
hava bílagt, hava í løtuni lítlan
hug at skunda sær. Mong halda
ivaleyst, at tað ger einki, um ætl
aða bíleggingin bíðar einar tríggj
ar, fýra ella fimm vikur. Tey vita
eisini, at prísurin hækkar ikki -
og eftirspurningurin veksur
neyvan heldur - meðan støðan
er, sum hon er.
Ferðafólk eru tryggjað
Marknaðarleiðarin vísir á, at
nógv ferðafólk, sum koma úr Ev
ropa og ætla sær heim til Føroya
við Norrønu, hava bæði sjúkra
trygging og avlýsingartrygging.
– Nú støðan er, sum hon er,
kann jú eisini henda, at onkur til
tøk ella ráðstevnur, sum tey ætl
aðu sær til í Føroyum ella Íslandi,
verða avlýstar. Tað vita vit jú
einki um enn, og støðan kann
broytast frá vikur til aðra.
Henny á Líknagøtu sigur, at
bæði Føroyar og Ísland annars
eru rættiliga eftirspurd ferðamál
í løtuni, men hóast hetta, so
noyðist Smyril Line at ásanna, at
sølan er stagnerað.
– Tað er tó ikki soleiðis, at søl
an er steðgað, men eg haldi, at
fólk sum heild taka tað ógvuliga
róligt í løtuni. Tey ringja og
spyrja, men tað er - eftir sum vit
duga at síggja - eingin panikkur í.
Marknaðarleiðarin sigur, at
tey hava fingið nakrar avlýsing
ar, og hetta er í summum førum
fólk, sum ikki hava goldið enda
liga gjaldið fyri ferðina.
– Vit hava ja-hattin á høvdi
num og kunnu ikki gera so nógv
annað. Men, vit vita sjálvsagt
ikki, hvussu støðan kann broyt
ast. Vit kunnu bara staðfesta, at
vit hava mist sølu, tó at sølan
ikki er steðgað leggur Henny á
Líknagøtu, marknaðarleiðari,
aftrat.
– Eftirspurningurin eftir
hondspritti er fleirfald
aður, sigur søluleiðarin
hjá Kemilux, Andreas F.
Hansen
VILMUND JACOBSEN
Tað merkist eisini hjá føroyska
veitaranum - Kemilux - at fólk
royna at gera sum best og verja
seg móti corona-virusi, sum nú
eisini er staðfest í Føroyum.
Andreas F. Hansen, søluleið
ari hjá Kemilux, sum eitt nú
framleiðir hondspritt, sigur, at
sølan av spritti er eksploderað
seinastu dagarnar. Eftirspurn
ingurin er fleirfaldaður, og tað
stendur á hjá føroyska veitara
num at nøkta tørvin.
– Eitt er sjálvt sprittið, og
annað er íløtini ella dunkarnir,
sum sprittið er í. Vit selja spritt í
fýra ymiskum nøgdum - 85 ml.,
300 ml., 1 litur og 5 litur dunkar.
Søluleiðarin sigur, at tað,
sum fólk vanliga hava stand
andi við vaskið, er 300 ml. ílatið
við pumpu - og 85 ml. er ílatið,
sum eitt nú kann havast í einari
tasku.
– Ílatið við einum litri er tað
vanliga, sum eitt nú virkir og
størri arbeiðspláss hava hang
andi uppi til arbeiðsfólkið.
Men, tað er ikki bara sølan av
spritti, sum er nógv vaksin hjá
føroyska veitaranum.
– Vit eru helst størsti veitari
av einnýtishandskum, og hetta
hevur sína orsøk í, at vit eisini
eru veitarar av sápu til alla rein
gerð.
Andreas F. Hansen sigur, at
Kemilux eisini selur ymiskar
maskur, bæði til vaskiarbeiði og
ymiskt handverksarbeiði.
– Tað er serliga sølan av
spritti, sum er eksploderað,
men vit merkja eisini øktan eft
irspurning
eftir
einnýtis
handskum og maskum, sigur
søluleiðarin.
Hondspritt gongur sum heitt breyð
– Vit merkja ógvuliga væl, at sølan er stagnerað. Tað vísir seg, at fólk, sum ikki hava bílagt, hava í
løtuni lítlan hug at skunda sær, sigur Henny á Líknagøtu, marknaðarleiðari hjá Smyril Line