hósdagur 5. mars 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
9
- Vit fylgja ráðunum og
tilmælunum hjá almennu
myndugleikunum og í
spurninginum um, hvar
flogið verður, heldur
Atlantic Airways seg
sjálvsagt eisini til til
mælini hjá danska utt
anríkisráðnum, sigur
marknaðarleiðarin, Árni
Olsen
VILMUND JACOBSEN
Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá
Atlantic Airways, heldur, at tað
enn er ov tíðliga at siga nakað
ítøkiligt um, hvørt corona-smitt
an, sum nú eisini er staðfest í
Føroyum, fer at ávirka søluna av
ferðaseðlum hjá føroyska flog
felagnum.
– Tað er enn ov tíðliga at stað
festa nakran ávísan trend í so
máta, og tískil tora vit heldur
ikki at gera okkum nakra niður
støðu. Hinvegin er hugsandi, at
corona-smittan kann fara at
gera, at nøkur halda seg aftur í at
keypa ferðaseðil.
Marknaðarleiðarin vísir á, at
Atlantic Airways fylgir ráðunum
og tilmælunum hjá almennu
myndugleikunum og í spurning
inum um, hvar flogið verður,
heldur felagið seg sjálvsagt eisini
til tilmælini hjá danska uttanrík
isráðnum.
- Vit hava onga beinleiðis rutu
flúgving til nakað land, har
danska uttanríkisráðið mælir frá
at flúgva, og tískil er rutunetið
hjá Atlantic Airways ikki ávirkað
í verandi støðu.
Gongdin í óvissu
Marknaðarleiðarin vísir á, at
eingin í løtuni veit, hvussu tað
fer at eydnast ymisku londunum
í Evropa at byrgja upp fyri
smittu. Tað fer tíðin, sum kemur,
at vísa.
Árni Olsen heldur, at um út
breiðslan av corona-virus ikki
mennist alt ov nógv aftrat, so
sær kortini ikki so galið út.
– Men, tað veit eingin, og tí er
eisini ógjørligt í løtuni at spáa
um tað, sum liggur fyri framman,
sigur marknaðarleiðarin hjá At
lantic Airways.
OV TÍÐLIGA AT GERA
NIÐURSTØÐU
- Í løtuni síggja vit ikki nakran ávísan trend um minkandi sølu, men enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu, heldur marknaðarleiðarin hjá Atlantic
Airways, Árni Olsen
– Vit merkja ikki nógv til, at
fólk eru so ógvuliga bangin.
Tey allar flestu, sum hava
keypt sær ferðaseðil, fara av
stað sum ætlað, sigur Sakaris
Frederiksen, stjóri í Fonn Flog
VILMUND JACOBSEN
Stjórin í Fonn Flog heldur, at fólk, sum
enn ikki hava bílagt sær uttanlandsferð,
kanska eru í einari ávísari bíðistøðu.
Hinvegin hevur hann varhugan av, at
tey allar flestu, sum hava bílagt sær utt
anlandsferð, fara avstað sum ætlað.
– Onkrar einstakar avlýsingar eru
komnar, men hetta er eitt lítið tal. Í
onkrum føri er talan kanska um, at til
tøk, tey ætlaðu sær at luttaka á, eru av
lýst.
Sakaris Frederiksen heldur ikki, at
føroyingar eru spesielt bangnir fyri at
ferðast, tó at fólk tíbetur taka støðuna
við corona-virusi í álvara.
– Virusið hevur eitt navn, og tað er
kanska hin stóri munurin. Tíbetur vísir
tað seg, at fólk við góðari immunverju
ikki hava havt so stóran trega av sjúkuni.
Stjórin í Fonn Flog vísir á, at ferða
skrivstovan heldur seg til almennu leið
reglurnar og til tilmælini hjá danska utt
anríkisráðnum, tá tey selja sínar ferðir
út í heim.
Spurdur, um tað kann hugsast, at
ferðaskrivstovan fer at selja ferðirnar
bíligari í summar, nú corona-virus ger
um seg, sigur Sakaris Frederiksen, at tað
dugir hann einki at siga um í løtuni.
– Nei, tað veit eg ikki, men skuldi tað
hent, so verður tað hin ferðandi, sum
fær ágóðan av tí, leggur stjórin í Fonn
Flog aftrat.
Onkrar einstakar avlýsingar
Sakaris Frederiksen, stjóri í Fonn Flog