hósdagur 5. mars 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
10
TEMA: Altjóða Kvinnudagur
Altjóða Kvinnudagur
EIN DAGUR TIL
EIN DAGUR TIL
KVINNUSTRÍÐIÐ
KVINNUSTRÍÐIÐ
ANNIKA KUNOY IM
H
ann er her á hvørjum
ári.
Dagurin,
ið
setur sjóneykuna á
kvinnuna. Summi
vilja vera við, at tað í 2020
er óneyðugt, at ein slíkur
dagur verður hildin, tí vit í
dagsins samfelag hava rokkið
javnrættindum. Einki er at
stríðast fyri. Onnur halda, at
hóast vit eru komin langt í
stríðnum um javnrættindi, so
er málið ikki nátt enn.
Í 1975 lýsti ST altjóða
kvinnudagurin at vera 8. mars.
Dagurin verður hildin bæði her
í Føroyum og fleiri aðra staðni
kring heimin við.
Tað var tó í yvirlýsing á stórum
kvinnufundi longu í í 1910,
at Socialistisk internationale í
Keypmannahavn legði fram, at
ein dagur atti at verða settur av
til kvinnuna.
Har varð millum annað lagt
fram, at hesin kvinnudagurin
skuldi brúkast til at virka
fyri valrætti hjá kvinnum.
Kommunistiska internationale
fastlegði endaliga 8. mars at vera
altjóða kvinnudag í 1921, men
hann varð tá í høvuðsheitum
hildin, sum kvinnudagur fyri
sosialistisku rørsluna, har
borgarligu kvinnurørslurnar
ikki luttóku.
Eftir seinna veraldarbardaga
varð lítið gjørt burturúr
degnum, men í 1974 varð
siðurin uppaftur tikin av
kvinnurørsluni, og dagurin
varð síðani av ST lýstur at vera
altjóða kvinnustríðsdagur í 1975.
Á temasíðunum hesa vikuna
seta vit sjóneykuna á hendan
dagin og um, hvørt tørvur er á
honum í 2020.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Kvinnur á tingi í 42 ár
Politiska skipanin gjørd til menninar
ANNIKA KUNOY IM
F
yri 105 árum síðani,
í 1915, fingu kvinnur
og ognarleysir menn
valrætt, tá grundlógvin
varð broytt og uppskot varð
lagt fram í Løgtinginum um, at
broytingin eisini skuldi fevna
um Føroyar.
Tá sótu bæði prestur og
danskur amtmaður í Løgtingi
num, sum eisni kundu leggja
uppskot fram, og tað var danski
amtmaðurin, ið legði júst hetta
uppskotið fram. Tað skapti nakað
av mótstøðu í Løgtinginum.
Sjálvstýrisflokkurin helt millum
annað ikki, at hendan broytingin
at kvinnur skuldu fáa valrætt
var ein nóg stór broyting til at
broyta grundlógina. Tí skutu teir
upp, at aðrar broytingar eisini
skuldu fremjast.
Í 1928 stillaði fyrsta føroyska
kvinnan, Hansine Hansen, upp
til løgtingavalið. Hon stillaði
upp fyri Sambandsflokkin,
men hon varð ikki vald á ting.
Í 1964 kom Malla Samuelsen í
Sjálvstýrisflokkinum inn á ting
sum varaumboð, men sat hon
bara eitt stutt skifti.
í 1978 – fimmti ár eftir, at
kvinnur fingu valrætt – vóru
tvær kvinnur valdar á ting.
Onnur var Jona Henriksen fyri
Javnaðarflokkin, og hon sat til
1980. Hon sat tó sum varalimur
til 1988. Hin var Karin Kjølbro
í Tjóðveldisflokkinum. Karin
Kjølbro sat á tingi til 1990.
Í 1980 varð fyrsta kvinnan
vald til landsstýrisfólk. Tað var
Jóngerð Purkhús, sum varð
tilnevnd landsstýriskvinna í
fíggjar- og umhvørvismálum.
í 1993 varð fyrsta – og higartil
einasta – føroyski kvinnuligi
løgmaður vald. Tað var Marita
Petersen, sum bert sat í sessinum
í eitt ár. Marita Petersen var
løgmaður frá januar 1993 til
september 1994. Aftaná valið í
1994 varð Marita Petersen eisini
sum fyrsta kvinnan vald sum
løgtingsformaður.
Frá tí at fyrstu kvinnurnar
vórðu valdar í Løgtingið fyri
42 árum síðani eru 28 kvinnur
valdar beinleiðis inn í Føroya
Løgting.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
ANNIKA KUNOY IM
Á
fyrilestri í Norður
landahúsinum týs
dagin undir heitinum
kvinnur sum ting
menn, segði 24 ára gamla løg
tingskvinnan fyri Tjóðveldi,
Hervør Pásdóttir, millum annað
at politikkur ikki er gjørdur til
kvinnur og familjulívið.
Hon vísti millum annað á, at tøl
frá mannarættindastovninum í
Danmark vísa, at kvinnur eru
fýra ferðir so ofta fyri seksuell
um ágangi á netinum, hóttanum,
drápshóttanum og hóttanum
um neyðtøku, tá tær luttaka
í almennum kjaki ella verða
politikarar, enn menn eru.
– Tað er keðilig politisk
mentan, sum kanska ger, at
kvinnur halda seg aftur, sigur
Hervør Pálsdóttir.
Kvinnur hava heldur ikki so
langa søgu í føroyskum politikki,
og tí er ikki so vanligt at kvinnur
stilla upp ella hava fyrimyndir
í føroyskum politikki, greiddi
hon frá.
Eisini setti hon spurnartekin
við, um flokkarnir gera nóg
stórt arbeiði fyri at fáa kvinnur
á listanar, og um tær síðani fáa
nóg mikið av miðlatíð, tá tær eru
komnar á listarnar.
Tað fylgir ein óvissa við, tá
man síðani hevur valt at still
upp í politikki.
–Liggur tað fyri at seta fimm
vikur av til at føra valstríð í, og
hevur tú fíggjarligu karmarnar
til tað. Vilt tú útseta teg og
familju tína fyri at vera illa við
farin í miðlunum og taka tann
ágangin, sum fylgir við, spyr
hon. Tú veitst heldur ikki, um
tú verður vald, leggur hon aftrat.
Tað er ikki bert ágangurin,
ið hevur ávirkan á, um kvinnur
velja politiska lívið. Hervør
Pálsdóttir vísti á, at tað er
nógv annað, ið eisini ger seg
galdandi. Her ímillum tað, at
arbeiðsmarknaðurin ikki er
innrættaður til barnafamiljur,
tí tað er oftast eru kvinnurnar,
sum taka sjúkradagar, tá børnini
gerast sjúk ella fara niður í
arbeiðstíð, tí tær eisini ynskja
at raðfesta familjulívið.
– Løgtingsarbeiði er ikki inn
rættað til familjulívið. Arbeiðs
tíðirnar eru skeivar. Vit vita ikki
altíð, nær vit skulu til arbeiðis,
ella hvussu leingi vit skulu vera
til arbeiðis.
Tað er tí torført arbeiði at
hava, tá tú hevur smábørn, tí
tað er torført at innrætta ein
virðiliga gerandisdag fyri børn
ini, staðfestir hon.
– Tað eru ov stórir váðar og
mótstøða í mun til fyrimunir,
leggur hon aftrat.
Karin Kjølbro varð vald á ting 50
ár eftir, at kvinnur fingu valrætt
Tað er keðilig politisk mentan,
sum kanska ger, at kvinnur
halda seg aftur í politikki,
sigur Hervør Pálsdóttir