hósdagur 5. mars 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
11
Hansa Hansen
42 ÁR
LESUR POLITIK OG UMSITING Á FRÓÐSKAPARSETRI
FØROYA
SAMSKIPARI Á ELDRABLAÐNUM FYNDIN
Hvat merkir kvinnudagurin
fyri teg?
Eg njóti hvønn dag at vera kvinna. Tað er
ein framíhjárættur, sum vil nakað, at vera
kvinna í Føroym í 2020. Á kvinnudegnum
eri eg serliga tilvitað og takksom fyri tað
frælsi og teir møguleikar, eg havi.
Hvat eyðkennir føroysku
kvinnuna/hvussu lýsir tú hana?
Eg haldi ikki, at tað eru nakað ávíst, sum
eyðkennir ta føroysku kvinnuna.
Tað, sum eyðkennir kvinnurnar,
eg kenni, er, at tær eru sjálvbjargnar,
miðvísar, viljasterkar og arbeiðssamar.
Harafturat eru kvinnur eisini ymiskar.
Eg kenni nógvar kvinnur, sum eru
fyrimyndarligar á hvør sín hátt. Eg ernist
hvørja ferð eg síggi eina kvinnu vera
trúgva ímóti sær sjálvari, standa við sítt
og krevja sítt pláss í samfelagnum – hvat
tað enn er. Eg elski at eygleiða sterkar
kvinnur, tær geva mær íblástur og orku.
Er altjóða kvinnudagur
viðkomandi í Føroyum,
nú vit skriva 2020?
Tað er lætt at skilja, hví tað stundum
verður
sagt,
at
kvinnudagurin
er
óviðkomandi
fyri
okkum
í
vesturheiminum í dag. Í Føroyum
hevur ein kvinna so at siga teir somu
møguleikarnar sum ein maður, og
møguleikarnir eru nógvir. Men hóast
vit eru fræls og rík, so eru tað enn
kvinnur kring allan heim, sum hvørki
eru frælsar ella ríkar. Tað eru kvinnur
kring heimin, sum í hesu løtu ikki vita,
hvussu tær skulu breyðføða børn síni.
Tað eru gentur, sum í hesu løtu verða
umskornar. Tað eru gentur, sum í hesu
løtu verða giftar burtur til gamlar menn,
sum tær ikki sjálvar hava valt.
Í Føroyum njóta vit í dag gott av
rættindum, sum onnur hava kempað
fyri. Tað merkir ikki, at vit skulu gloyma
tær kvinnur, sum ikki hava fingið
somu rættindi enn. So jú, sjálvandi er
kvinnudagurin viðkomandi í Føroyum.
Harriet Olafsdóttir av Gørðum
30 ÁR
BÓNDI OG ÍVERKSETI
Hvat merkir kvinnudagurin
fyri teg?
Fyri at vera erlig havi eg ikki hugsað so
nógv um kvinnudagin.
Hvat eyðkennir føroysku
kvinnuna/hvussu lýsir tú hana?
Tað sum eyðkennir føroysku kvinnuna
er, at hon er fantastiska fjøltáttað.
Hon klárar tað mest ótrúliga, er bæði
eyðmjúk og gróthørð samstundis. Tað
sigst, at allar kvinnur eru superhetjur,
men eg haldi so avgjørt at tann føroyska
kvinnan er nakað heilt serligt.
Er altjóða kvinnudagur
viðkomandi í Føroyum,
nú vit skriva 2020?
Fyri meg eru kvinnurættindini ein
sjálvfylgja og ein altjóða kvinnudagur
í Føroyum skuldi ikki verið neyðugur
nú vit skriva 2020. Sum konufólk í eini
mannfólkaverð, bæði sum bóndi, stjóri
og íverkseti, dugi eg væl at síggja, at í
summun førum verða vit ikki javnsettar
við hitt kynið, men tá talan er um
kynskvotur og serrættindi til kvinnur,
hoppi eg av, tí í mínari verð eigur tað
bara at vera fair báðar vegir.
Sonja J. Jógvansdóttir
42 ÁR
STJÓRNMÁLAFRØÐINGUR OG SAMSKIPARI HJÁ SAMTAK
Hvat merkir kvinnudagurin
fyri teg?
Kvinnudagurin er eitt høvi at steðga á
og taka týdningarmikil viðurskifti fram,
sum kvinnur eru fyri í samfelagnum
– bæði úti og heima. Kvinnustríð
er stættarstríð, og stættarstríð er
kvinnustríð. Hetta átti at fylt meir í
kvinnurørsluni og arbeiðnum hjá til
dømis fakfeløgum. Vit kunnu fáa eina
fatan av, at kvinnustríð snýr seg um at
fáa kvinnum í ovastu løgunum vald. Ikki
at siga at hetta ikk er týðandi, men vit
mugu ikki gloyma kvinnurnar á niðastu
rókunum, og skapa teimum virðiligar
liviumstøður.
Hvat eyðkennir føroysku
kvinnuna/hvussu lýsir tú hana?
Føroyskar kvinnur eru raskast í
heiminum, men eg vildi ynskt, at tær ikki
vóru so lítillætnar. Tað er ongastaðni, at
kvinnur arbeiða so nógv, sum í Føroyum,
og vit øll, sum hava møguleika at gera
nakað við tann ójavna, sum kvinnan er
fyri, mugu leggja meir fyri, tí tað er ikki
í lagi, at kvinnur hava lægri løn, og eru í
nógv størri vanda at enda í fátækraváða.
Føroyska kvinnan er treisk, soglig og
heilt ótrúliga røsk.
Er altjóða kvinnudagur
viðkomandi í Føroyum, nú
vit skriva 2020?
Altjóða kvinnudagurin er viðkomandi,
tí kvinnur hava lægri løn, eru í nógv
størri vanda at enda í fátækraváða, hava
ikki fult ræði á egnum kroppi, eru ikki
umboðaði javnt har avgerðir vera tiknar,
og eru yvirhøvur ov ósjónligar í miðlum,
almenna landslagnum og so framvegis.
Sosialur ójavni er ein av heilt stóru
hóttanunum í heiminum í dag, og hetta
rakar kvinnur og børn – hart! Henda
sannroyndi eigur at fáa okkum øll at
vilja gera nakað við tað.
Maria Olsen
70 ÁR
PENSJÓNISTUR (FYRRV. FARMAKONOM)
NEVNDARLIMUR Í LANDSFELAG PENSIONISTA OG
FORKVINNA Í ELDRARÁÐNUM Í NORÐOYGGJUM
Hvat merkir kvinnudagurin
fyri teg?
Altjóða kvinnudagurin merkir fyri meg,
at tað verður gjørdur munur á monnum
og kvinnum. Eg haldi at mennirnir fara
í bakgrundina og kvinnurnar verða
alsamt meir dominerandi.
Hvat eyðkennir føroysku
kvinnuna/hvussu lýsir tú hana?
Føroyska kvinnan gevst ikki, fyrr enn
hon fær sín vilja í mun til mannin.
Maðurin gevur henni sín vilja fyri frið
skuld. Heldur enn at semja verður um,
sum oftast tað, sum skal gerðast við hús.
Er altjóða kvinnudagur
viðkomandi í Føroyum,
nú vit skriva 2020?
Tað skuldi ein dagur verið settur av í
árinum fyri, hvussu maður og kvinna
best kunnu semjast. Og ikki bert ein
dagur til kvinnuna.
SETT SAMAN ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Vit spyrja føroyskar kvinnur