Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 12 TEMA: Altjóða Kvinnudagur Altjóða Kvinnudagur STEINAR PATURSSON T á spurd, um vit framvegis hava tørv á at halda kvinnudag í 2020, er Elsebeth Merce­dis Gunnleygsdóttur av­ gjørd. –Sjálvandi hava vit tað. Vit halda hesar dagarnar fyri at minnast og virða tað arbeiðið og teir dystir, sum eru vunnir. Og tað er heldur ikki avmarkað til bert kvinnudagin, tí tað eru fleiri dagar, har vit steðga og minn­ast á. – Kvinnudagurin er ein av teim­um døgunum, og vit mugu halda fast í honum. Fyrst og fremst mugu vit ongantíð gloyma søguna handan kvinnu­ stríðið, og vit mugu ongantíð gloyma tær kvinnur og teir menn, ið stríddust fyri tí. Tí menn hava eisini stríðst fyri okk­um. – Vit hava havt kvinnur, sum veru­liga hava stríðst fyri, at vit eru komin so langt, sum vit eru í dag. Vit hava ikki tey somu stríðini og tær avbjóðingarnar í dag sum fyrr; atkvøðurættin hava vit langt síðani fingið, og tað er rúm fyri, at kvinnur kunnu fáa tey arbeiðini, ið tær vilja. Møguleikarnir eru teir somu fyri bæði kynini, og vit skulu eggja kvinnum til at taka av teimum møguleikunum. Vunnin kvinnurættindi er nakað, sum framhaldandi skal setast á dagsskrá, held­ur Else­ beth Mercedis Gunn­leygs­dóttur, sum samanber rættindini við ein urta­garð, sum má røkjast. – Hetta er, sum ein urtagarður, og ein urtagarður má haldast. Eg eri bangin fyri, at eru vit ikki á varð­haldi, líka sum við einum urta­garði, so fara vit at missa. Stríðini eru ikki tey somu, sum tey einaferð vóru, ásann­ar Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­ dóttur. Men nýggjar avbjóðingar eru komnar ístaðin, og hesar eru av­bjóðingar, ið kvinnudagurin kann seta fokus á. – Pensiónin er eitt gott dømi um hetta. Hví skulu vit ikki hava líka nógva pensión sum men, bert tí vit liva longri? Vit kunnu ikki revsast fyri at liva longri. Inn­an heilsuøkið gera vit alt, sum vit kunnu, fyri at fólk hava góða heilsu og liva leingi. Tað kun­nu vit ikki revsast fyri. Arbeiðsmarknaðarviðurskifti er ikki málsøkið hjá Elsebeth Merce­dis Gunnleygsdóttur, men tað eru hinvegin javn­støðu­mál, og í so máta ætlar lands­stýris­ kvinnan sær at gera vart við hendan ójavnan. – Eg havi roynt at ávirkað og havi gjørt vart við hetta í løg­ tinginum fyrr. Tað er ikki meira enn natúrligt, at kvinnur fáa somu pensión, sum menn gera. Kvinnurættindi tvørtur um ideologisk mørk Altjóða kvinnudagur hevur sínar røtur í sosialistisku arbeiðara­rørsluni, men hetta órógvar ikki Elsebeth Mercedis Gunn­leygsdóttur, sum hevur sítt politiska heim á borgarliga veinginum. Elsebeth Mercedis Gunn­leygsdóttur sigur seg ikki ivast í, at borgarligu kvinnurnar eisini hava gjørt sítt til, at kvinnu­rættindi eru har, sum tey eru í dag. Kvinnurættindi røkka tvørtur um ideologisk mørk, heldur landsstýriskvinnan. – Fyri tað at eg eri borgarlig, so havi eg havt eitt fantastiska gott sam­starv við hinar kvinnurnar í løg­tinginum, hóast vit ikki altíð eru samdar um øll mál. Kortini eru nøkur mál, sum vit hava ver­ið samdar um, og har hava vit staðið saman. Um vit taka pensión­ir­nar aftur, so kann eg ikki ímynda mær, at tað er nøkur kvinna, ið er ímóti at javnseta pensiónir­nar, óansæð hvar tær hoyra heima politiskt. Skulu flyta okkum frameftir Á lívsleiðini hevur Elsebeth Mer­ ce­dis Gunnleygsdóttir valt sær tvey rættiliga mansdominerað yrki - fyrst sum løgreglufólk og síða­ni sum politikkari. Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­ dóttur er eisini næsta kvinnu­ liga løgreglufólk í Føroy­um og fyrsta kvinnuliga løg­reglu­fólk í Klaksvík; ein heiður, sum Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­dóttur vónar fellir burtur í fram­tíðini. – Eg vóni, at vit fara at koma hartil, at tað verður líka natúr­ ligt, at tað verður ein kvin­na sum ein maður, sum verður tann fyrsti til eitthvørt. Um vit tosa um ein flogskipara, til dømis, so verður tosað um "fyrsta kvinnuliga flogskipara til hetta ella hatta". Vit mugu koma longri enn so. Vit mugu koma til, at "hesin persónurin er tann fyrsti innan hetta", punkt­ um. Vit mugu koma hartil, at tað verður "Elsebeth var tann fyrsti politisturin í Klaksvík", ikki "Elsebeth var tann fyrsti kvinnu­ ligi politisturin í Klaksvík". Gloymdu graviditetsbúnan Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­ dóttir gjørdist løgreglufólk í tíð­ ini stutt eftir, at kvinnur fingu møgu­leika at gerast løgreglufólk á jøvnum føti við menninar. Nakrar avbjóðingar vóru, og okkurt skuldi tilpassast nýggja veru­leika­num. – Fyrstu kvinnuligu politist­ ar­nir komu í 1914, har tær fingu nakrar serligar uppgávur, so sum at avhoyra børn og annað. Í 1977 varð avgerð tikin um, at kvinnuligir politistar skuldu javnsetast við menn. Hetta merkti, at tey fingu somu upp­ gávur, sama uniform við pistól og handjørnum og so fram­ vegis. Sjálv fór eg niður í 1985 á politiskúla, og eg merkti væl, at hetta við kvinnuligum politist­ um var nakað nýtt. – Kvinnurnar vóru í barns­ burðar­aldri, og vóru tær upp á vegin og komnar so og so langt, so kundu tær fáa skånetjeneste - tað vil siga, at tær fóru aftur um skriviborðið at arbeiða í eina tíð. Hetta vóru størv, sum menninir kanska høvdu ar­beitt fram ímóti at fáa, og sum kvinnurnar so fingu sum part av skånetjenesten. Tað var sjálvandi í eitt avmarkað Kvinnustríðið er ikki tað sama í dag sum fyrr, men altjóða kvinnudagurin hevur kortini ikki tænt fyri seg. Kvinnudagurin fær okkum at minnast tey rættindi, sum eru vunnin, og harumframt eru eisini nýggjar avbjóðingar at taka fatur um, heldur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum MINNAST TEY MINNAST TEY, SUM , SUM SLÓÐAÐU FYRI SLÓÐAÐU FYRI