Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 13 tíðar­skeið, so skuldu tær út aftur til van­liga politiarbeiðið, men hetta vóru tær avbjóðingarnar, sum vóru tá. – Eisini tílíkt sum politi­ uni­form­urin var ein av­bjóð­ ing. Tá kvinnurnar byrjaðu sum løgreglufólk, var bara harrauniformurin, og har var so slett eingin graviditets­uni­form­ur, sigur Elsebeth Mercedis Gunn­ leygsdóttur, sum sjálv hevur nýtt graviditetsklæðini hjá løgregluni. Virðingin hevur altíð verið har Hóast kvinnulig løgreglufólk vóru rættiliga nýggj, og nakr­ar tilpassingar skuldu til, so hevur Elsebeth Mercedis Gunn­leygs­ dóttur altíð følt, at hon var á jøvnum føti við menninar í løgrelguni. – Eg kom fyrst til Havnar at arbeiða sum løgreglufólk, og eg má siga, at eg havi altíð merkt, at har hevur verið virðing - sum danskarar siga, gensidig respekt - millum starvsfelagarnar. Upp­ gávur­nar vóru tær somu og eingin legði í, hvat kyn tú vart. – Á sama máta var eisini virð­ing frá borgarunum. Eg havi altíð følt virðing rundan um meg. Sjálvandi fert tú sum løgreglu­fólk altíð at koma út fyri onkr­um, sum tú ikki brýggjar teg um, men tað er ikki bara kvinn­ur, sum koma út fyri tí. Tað gera menninir eisini. – Latið fólk vera tey, tey eru Eitt, sum Elsebeth Mercedis Gun­leygsdóttur heldur, at vit sum samfelag skulu gerast betri til, er at lata fordómarnar liggja, tá vit koma í samband við tey, ið hava onnur áhugamál enn tað, sum ofta seta í samband við eitt ávíst kyn. – Vit skulu eisini ansa eftir ikki at kroysta rollur niður yvir børn­ini. Latið børnini sleppa at spæla við tað, sum tey vilja. Gentur skulu ikki spæla nakað ávíst, og tað skulu dreingir held­ ur ikki. Latið tey spæla við tað, sum tey hava hug at spæla við, og tað skal vera pláss fyri tí. Ein genta er ikki dreingjalig, bara tí hon vil spæla við rasarabilar. Ella umvent, um ein drongur vil sleppa at perla. Tað skal vera rúm fyri, at børnini eru, sum tey eru. Hetta er eisini galdandi fyri tey vaksnu, og Elsebeth Mercedis Gunn­leygsdóttur er greið yvir, at hon vil ikki ávirkast av, hvat onnur halda, bert tí hon valdi sær størv innan traditionelt mans­dominerað yrki. – Hóast eg havi virkað í einari "mannfólkaverð", so ansi eg eftir, at eg sleppi at vera tað kynið, sum eg nú einaferð eri. Sjálvt um eg arbeiði í einari "mann­fólka­verð", so líkist eg ikki einum manni. Og umvent, bara tí at ein maður arbeiðir innan design, merkir ikki tað, at hann er femin­inur. Latið fólk vera tey, sum tey eru, tí vit hava so ymisk áhuga­mál.