Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 14 STEINAR PATURSSON – FMA er eitt tiltak, sum varpar ljós á nakað av tí besta, sum undan­farna tónleikaár hevði at bjóða uppá. Soleiðis sigur Rólant Waag Dam um ársins FMA virðirs­lønir, sum verða lætnar í Norður­ landahúsinum leyg­ar­kvøldið. – Tað, sum vit fáa, er gott og rættiliga fjølbroytt. Vit hava 11 ymiskar framførslur, og tær eru alt frá tí, sum minnir um jazzmusikk, til punk, sum tey hálova í londum rundan um okkum. Dómsnevndirnar hava sein­ astu vikurnar lagt seinastu hond á, og allar tilnevningarnar eru nú komnar upp á pláss. Talan er samanlagt um 16 tilnevnginar. Níggju tilnevningar eru býttar út á báðar høvuðsflokkarnar popp/rokk og opnan bólk, ið fevnir um aðrar tónleikagreinar. Hinar sjey tilnevningarnar eru tvørtur um báðar flokkarnar. Til flestu virðislønirnar skulu dómsnevndirnar velja ein vinn­ ara út av fleiri tilnevndum. Til fýra teirra eru kortini eingi tilnevnd, tí at tær virðislønirnar verða beinleiðis latnar vinnara­ num uttan at tilnevna nakr­an. Tær virðislønirnar eru Áhoyr­ ar­a­virðislønin, Árs­ins tekst­ ur, Ársins húsi og virðis­metta Ársins tón­leika­heiður. – Ársins tónleikaheiður er ein virðisløn fyri umfatandi og drúgt íkast til føroyskt tónleikalív. Áður hava fólk sum Simme, Annika Hoydal, Ólavur Hátún og Brandur Øssurson fingið virðisløninina, sigur Rólant Waag Dam og leggur aftrat, at í hesari virðislønina verða fólk ikki tilnevnd, tí heiðurin verður bert latin. Nýggj nøvn sleppa framat Fleiri av tungvektarunum í før­ oyskum tónleiki eru ikki um­ boðaðir í tilnevningunum í ár, og hetta hevur givið pláss til, at fleiri nýggj nøvn sleppa fram­ at. Rólant Waag Dam nevn­ir í hesum sambandi Eivør Páls­ dóttir, Teit Lassen, Lenu Anders­ sen, Connie Kass og Guðrið Hans­dóttir og vísir á, at tey hava ikki útgivið tað stóra farna árið. – Hesi eru fólk, sum hava verið við til at mynda føroyska tón­leikapallin. Tey hava ikki givið nevnivert út í fjør, og tað gevur pláss fyri øðrum fólkum, sigur Rólant Waag Dam. – Tað hevur við sær, at til­ nevn­ing­arnar í ár eru merktar av, at nógv nýggj - og kanska eisini yngri - nøvn eru sloppin upp í part. Marius DC, til dømis, hev­ur fýra tilnevningar. Og hetta er galdandi í fyri onnur eisini. Tað loysir seg at loyva yngra ættar­liðnum framat. Jasmin, sum vann virðisløn fyri Ársins kvinnu­liga sangara á FMA í fjør, hevur veruliga fingið luft undir veing­ir­nar. – Jasmin vann í fjør, og hon hevur eisini fleiri tilnevningar í ár. Hyggja vit eftir teimum báð­um undanfarnu árunum, so hevur hon alvorliga sligið navn sítt fast í føroyska tón­leika­ heimi­num, í øllum førum í FMA regi. – So hava vit eisini Joe & The Shit­boys, sum høvdu havt heilt fáar framførslur áðrenn FMA í fjør. Teir høvdu havt onkra hendinga framførslu. Vit hildu tá, at tað var so mikið markant og øðrvísi, at tað mátti koma við, sigur Rólant Waag Dam og sipar til framførsluna hjá Joe & The Shit­boys til FMA í fjør. – Og 2019 hevur, um nakað, verið árið hjá teimum. Teir eru við aftur í ár sum tilnevndir, men teir spæla eisini bæði til FMA tiltakið og FMA Show­ case tiltakið, ið vit hava fríggja­ kvøldið. Joe & The Shitboys vóru herfyri eisini á listanum hjá NME yvir topp 100 nýggju nøvn­unum, ið vit skulu halda eyga við. – Tað er kempistórt, og teir hava síðani eisini fingið plátu­ sátt­mála í Onglandi, sigur Rólant Waag Dam. Hava fingurin á pulsinum í føroyska tónleikalívinum Arbeiðið at finna og tilnevna tón­leikanøvn hevur gingið væl, heldur Rólant Waag Dam, men tað er heldur einki undranarvert í tí, tí dómsnevndarlimirnir vita, hvat rørir seg á føroyska tón­ leika­pallinum. – Hetta er fólk, sum fylgja við og sum hava fingurin á pulsi­ num frammanundan, sigur Rólant Waag Dam. Fyri at tryggja sær at einki dettur niður ímillum, samlar arbeiðs­bólkurin kortini eitt yvirlit yvir útgávur og annað, ið hevur verið gjøgnum árið, sum síðani verður latið dóms­ nevndunum. – Vit fáa útgávurnar hjá Tutl, hyggja í savnið hjá Kring­varpi­ num, og vit seta okkum í sam­ band við onnur fólk, soleiðis at vit fáa so fullfíggjað yvirlit sum gjørligt. Dómsnevndirnar fara síðani gjøgnum tilfarið og senda til­ nevn­ingarnar til Rólant Waag Dam, sum hevur til upp­gávu at telja saman. Fíggjar­leiðarin í Kringvarpinum eftirkannar saman­teljingina, og tá tað arbeiðið er avgreitt, fara til­nevn­ ing­ar­nar út aftur til dómararnar at meta um. Fjølbroyttar dómsnevndir Níggju fólk sita í hvørjari dómsnevnd, og tað eru fólk við ymiskari bakgrund. – Summi eru eldri, summi eru yngri, og vit royna at tryggja eina ávísa geografiska um­ boðan, so tað ikki bara eru fólk – HETTA ER – HETTA ER HERÐAKLAPPIÐ HERÐAKLAPPIÐ TIL FØROYSKAN TIL FØROYSKAN TÓNLEIK TÓNLEIK Fyrireikingarnar eru avgreiddar, og alt er klárt, nú tað stundar til ársins FMA virðislønir, ið verða handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Talan er um eitt kvøld, har vit fegnast og eru errin um tað, ið føroyski tónleikapallurin megnar at framleiða, sigur Rólant Waag Dam, fyriskipari