Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 15 úr høvuðsstaðnum, men fólk um alt landið, sum sita í dóms­ nevnd­unum. Vit royna eisini at tryggja, at tað ein javnvág í kyns­um­boðanini, so at tað ikki bara eru gamlir menn, sum taka hesar av­gerðirnar um tilnevningar og vinn­arar. Rólant Waag Dam ger greitt, at tað eru ikki neyvt tey somu fólkini, sum sita í dómsnevnd ár um ár. Tey, ið vanliga sita í dóms­nevnd, eru eisini virkin á før­oyska tónleikapallinum, og neyðugt er at tryggja, at gegnið er í lagi. – Summi eru virknir tónleikarar, onnur eru kanska maki ella systkinabarn at onkr­ um, ið gevur út. Tá er tað, vit siga, at skeggið skal helst ikki sita ov tætt at høkuni, so at gegnið og habilitetur er í lagi. Ert tú virkin tónleikari og hevur givið út sjálvur, so kanst tú ikki vera dómari. Tú kanst heldur ikki standa á takkarlistanum hjá onkr­um, ið hevur givið út, sigur Rólant Waag Dam, sum leggur aftrat, at arbeiðsbólkurin ynskir eisini eina ávísa útskifting í dómsnevndunum, soleiðis at tað ikki er sama manning, ið tekur avgerðir um tilnevningar hvørt ár. Nógv at vísa fram Tá spurdur um, hvat áhoyrarin fer at uppliva leygarkvøldið, sig­ ur Rólant Waag Dam, at umframt tær 11 framførslurnar verður tal­ an sjálvandi um eitt kvøld, har føroysk tónleikamentan er í hásæti. – Vit fara at fáa eina rúgvu av glaðum vinnarum. Kanska onk­ ur verður eitt sindur bilsin av at fáa eina virðisløn, og kanska onkur verður eitt sindur vón­ brot­in av ikki at vinna. – Hetta er eitt kvøld, har vit savnast um føroyskan tónleik og geva føroyskum tónleikarum tað herðaklappið, sum teir hava uppi­borið. Og vit seta tað í fokus og royna at vera errin av tí, sum er gjørt farna árið. Tað er eitt kvøld, har vit eru errin, og tað er eitt kvøld, sum vit gleða okkum til, tí har er veruliga nógv at vísa fram. TILNEVNINGAR Á FMA 2020 OPIN FLOKKUR: Ársins sangari ella einleikari: Janus Rasmussen Rógvi á Rógvu Ólavur Jákupsson Ársins bólkur ella kór: Føroya Symfoniorkestur Afenginn Tórshavnar Big Band Ársins útgáva ella konsert: Vín - Janus Rasmussen Catch - Plúmm Klingra - Afenginn Ársins kompositión: Songs of solitude and night - Sunleif Rasmussen Skjálvtin - Afenginn Lilla - Janus Rasmussen POPP/ROKK: Ársins kvinnuligi sangari: Maarya Dania O. Tausen Greta Svabo Bech Jasmin Tamara Ársins mannligi sangari: Ingi Poulsen Lyon Hansen Marius DC Ragnar Finsson Pól Arni Holm Ársins sangur: Kostbar - Ingi Poulsen When I Was A Kid - Flowin All My Bones - Greta Svabo Bech Juliet - Lyon Symphony of Storms - Reality Bytes Ársins útgáva: Symphony of Storms - Reality Bytes The MZA EP - Marius DC Bones - Greta I Know It’s Over - Jasmin The Reson for Hardcore Vibes - Joe & The Shitboys Ársins bólkur ella einstaklingur: Ingi Poulsen Reality Bytes Marius DC Joe & The Shitboys Jasmin TILNEVNINGAR TVØRTUR UM BÁÐAR FLOKKAR: Ársins nýggja navn: Ernst Remmel Funksjon Herborg Torkilsdóttir Marius DC Reality Bytes Tamara Ársins videoløg: Fremmed - The River (eftir Atla Brix Kamban) Frum - OCEAN (eftir Barbaru Lervig) Fróði - 12 fet fyri borð (eftir Daniel Bezares) Kristina Bærendsen - Mama said (eftir Guðný Rós Þórhallsdóttir) Lyon - Monkey (eftir Jana Jonhardsdóttir) Ársins framleiðarar: Fred Ruddick Hans Poulsen Janus Rasmussen Ársins tekstur: Ársins húsi: Áhoyraravirðislønin: Ársins tónleikaheiður: