Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 16 Óli Jacobsen Óli Jacobsen Í 1920 var fólkatalið í Føroyum minni enn helvtin av tí, sum tað er í dag. Í 1921 var tað um 21.000, í dag um 50.000. Hetta vildi svara til, at vit í ár mistu um 150 mans á sjónum ella í arbeiðsvanlukkum. Hetta eru so øtilig tøl, at tað ber ikki til at ímynda sær tað ella at skilja, at samfelagið kundi hóra undan slík­um mannfalli, sum javnan hendu, eisini í árunum aftaná. Umframt vóru tað fólk, sum doyðu av tuberklum og øðrum sjúkum, sum ikki eru til í dag. Men føroyingar dugdu at fóta sær, og lívið helt áfram hóast nógvar avbjóðingar. Størsta vanlukkan, sum var hend í hesi øldini undan 1920 var tá ið Olivia hjá Pola í Dali gekk burtur í 1912 við 14 monnum. Fýra skip fórust í 1920 Skipinu vóru Kristina úr Klaks­ vík við 16 monnum, Helena av Tvøroyri við 20 monnum, Karin úr Trongisvági við 13 monnum og Puritan úr Havn við 6 monn­ um. Umframt vóru aðrar van­ lukkur við 6 fólkum. Í hesi greinini verður greitt frá Kristinu. Hinar van­lukk­ur­ nar verða umrøddar í seinni grein­um. Vit hava gjøgnum árini havt frá­sagnir um hesar og aðrar vanlukkur. Hetta kunnu vit gera millum annað takkað verið góðum keldum, sum hava fingið høvi at sagt frá teirra søgu, áðrenn tað hevur verið ov seint. Nógvar av hesum vanlukkum hava verið umrøddar í bókini ”Havið tók teir.” Hon er útseld men kann lesast á heimasíðuni: www.olijacobsen.com Kristina, rokskipið sum hvarv Andrew Godtfred, sonur Dias á Heyggi, sum upprunaliga átti Kristinu, greiddi í 2004 frá í FF- blað­num, at pápi hansara hevði keypti Kristinu í 1913, og var hon upp­kallað eftir konu hansara. Kristina var nógv besta skipið í Før­oyum øll árini, Dias hevði hana. Veiðan lá um 850 til 1050 skip­pund á 160 kg hvørt árið. Men á heysti í 1919 seldi Dias skipið til Kjølbro. Menn undraðust yvir, at hann seldi hetta rokskipið, men frá­ greið­ingin er vist, at Dias ikki unnaðist á sjónum longur, og tí seldi hann. Einki frættist aftur Teir fóru avstað tann 21. februar 1920 við 16 monnum. Skipari var tann 25 ára gamli Axel Sivert­ sen frá Gjógv, og tað vóru seks gjáarmenn við. Axel var trú­ lovaður við Elsu Biskupstøð í Klaks­vík, og tey skuldu giftast, tá ið hann kom aftur. Eisini var 15 ára gamli beiggi hennara, Sámal, við. Men tað hoyrdist ongantíð aftur frá Kristinu. Um ta tíðina, teir fóru avstað, var eitt rættiligt illveður, men teir eru kortini helst komnir yvir til Íslands í øllum góðum. Tann 28. februar brast hann á við einum slíkum ódnarveðri, sum eingin tá visti makan til, tað merktist eisini við Gjógv samb. Peter Jacob Sigvardsen, sum hevur skrivað um hesa vanlukkuna í Gjáar søgu. Men Kristina var eitt gott skip, so tað skuldi kunnað hava hórað und­an fyri tað. Skipini plagdu at koma aftur í apríl og mei. Tað komu tey flestu eisini, men eingin Krist­ina kom til vanligu tíðina. Men tey avvarðandi roknaðu tó við, at onkur náttúrulig orsøk mundi vera fyri seinkanina. So tað var bíðað og bíðað og vónað og vónað, eisini eftir, at tað ikki kundi roknast við nøkrum. Bíðingin Tað var longu fyrst í mai, at fólk heima fóru at sakna Kristinu. Dimmalætting skrivaði tann 5. mai, at einki var frætt frá Krist­ina og Helenu. Men Dimmalætting skrivaði í næsta blaðnum 8. mai: Fra Kutter Kristina af Klaks­ vig, om hvis Skæbne man var be­gyndt at blive ængstelig, har Rederiet nu modtaget Telegram . Alt vel ombord. Forhaabentligt hører man nu ogsaa snart fra Kutter Helene af Trangisvaag, som Folk ogsaa har været ængstelige for. Hetta hevur so ikki verið rætt. Onkur misskiljing man hava verið. Men hetta hevur kortini vakt onkra falska vón. Men tann 14.mai skrivaði Norðlýsið: Fra Kutter Kristine haves endnu ingen sikker Underretning. Der gik Rygter om, at en Motorbaad fra Vestmannaøerne skulle have talt med en Kutter, der igen havde talt med Kristine. Men desværre tyder alt paa, at dis­se Rygter mangler virkeligt Grund­ lag. Eisini verður sagt í hesum stubba, at Kjølbro telegraferaði til Mortensen á Tvøroyri at vita, um teir vistu nakað um Helenu. Har var sama skil, teir høvdu einki frætt. Tað var framvegis bíðað, men Dimma­lætting staðfestir tann 23. juni, at Karen og Kristina forlistar, og at 36 mans deyðir. Annars var fólkafundur lýstur við Gjógv tann 26. juni. Men í bløðunum var tað hildið at vera óhóskandi at hava fólkafund í hesi støðuni, tá ið ótti var fyri, at seks gjáarmenn vóru sjólátnir. Elsa kundi ikki trúgva tí Elsa, genta Aksel, riggaði til brúd­leyp, til drongurin kom heim. Millum annað seymaði hon brúðarútstýr. Hon kundi leingi ikki fáa seg til at trúgva, at Aksel ikki kom aftur, og hon helt á at seyma eftir, at øll vón veruliga var brostin. Tað var heldur ikki fyrr enn í Dimma­lætting 30. oktober 1920, at manningarnar á Kristinu og Helenu alment vóru lýstar at vera deyðar. Í 1920 mistu vit fýra skip og tilsamans 61 menn á sjónum. Hetta var størsta skaðaár á sjónum í nýggjari tíð. Vit fara at minnast hesar hendingar SIÐSØGA 100 ára minni: 1920 var størsta skaðaárið í okkara skipasøgu Skiparin á Kristinu, Axel Sivertsen, bleiv bara 25 ára gamal Axel skuldi giftast við Elsu. Hon kundi ikki trúgva, at drongurin ikki kom aftur Súsanna og Dánjal Pauli vórðu hart rakt av lagnuni