Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 17 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá honum skipsvanlukkunum í 1920. Røðin við Kristian Djurhuus heldur fram í apríl. Stóð eisini nógv á Kjølbro Tað stóð eisini nógv á reiðar­ an­um, Jógvani Kjølbro. Hann greid­di soleiðis frá í bók síni: Hetta var ein stór sorg, sum eg ikki kann siga um. Tað gekk langt út á summarið, og einki frætt­ist. Við vóru 16 ungir og kátir mans. Tey avvarðandi blivu við at spyrja, um einki var frætt frá teimum. Eg mátti so ein dagin í mei skriva bræv til tey øll, at siga teimum, at fyri mær var øll vón úti, og at tað var nyttuleyst at spyrja meira. Tað var ein tung løta. Eg kann siga, sum sálmayrkjarin sigur í 33. sálmi, at ”retfærdige har mange ulykker, men Herren udfrier ham”. Teir vóru farnir allir. Hetta var mær ein ómetalig sorg. Hetta var eisini eitt stórt fíggjar­ligt bakkast fyri Kjølbro, sum kundi koyrt hann á knóran. Hann hevði keypt Kristinu fyri 88.000 krónur, sum var 10 ferðir so nógv, sum hann hevði latið fyri sítt fyrsta skip, Soli Deo Gloria. Men hann kundi bara tryggja skipið fyri 30.000 krónur. Restina hekk hann sjálvur upp á. Kjølbro leggur afturat: Eg var ikki bert niðurbrotin av sorg, men var eisini økonomiskt ruiner­aður. Fleiri av teimum við Kristinu skuldu byggja hús. Eg hevði bestilt eina stóra viðalast. Hon kostaði meira enn 100.000 krón­ur. Stjórin í Føroya Banka Hav­steen var ikki altíð so blíður at koma til. Men tað búði alíkavæl eitt hjarta í honum. So kann eg minnast ein dagin, tá tað stóð ringast til, segði hann, at eg skuldi ikki missa mótið. Vit skuldu nokk greiða tað. Soleiðis bleiv. Bleiv helst niðursigldur Peter Jacob Sigvardsen heldur í Gjáar søgu, at Kristina varð niðursigld av einum øðrum skipi. Tað hava verið tvær ymiskar frá­sagnir. Ein frásøgn stóð í Dimma­ lætting 16. juni 1920. Har var skrivað: Kutterne Valtýrs og Kristinas Forlis Om Valtýrs forlis ved hvilken der omkom 30 Mand er mod­taget Oplysninger fra en Eng­elsk Trawler efter hvilke det maa antages, at Skibet i Snestorm er kollideret med den fær­øske Kutter Kristine, som lige­ledes er udeblevet. De to Skibe var Islands og Færøernes bedste Fiskekuttere. Men tað er eisini ein frásøgn um, at ein bretskur trolari sigldi á Kristinu. Hetta fekk beiggi Peter Jacob, Ásfinn, váttað eina ferð hann kom á tal við Josefinu, bróður­ dóttir Sofus í Rituvík, sum var kendur skipari. Sofus var giftur við Helenu, sum var kend jarðarmóður í Havn. Ein dagin í 1950-unum kom Helena heim av hospitalinum og fortelur, at ein eldri eingilskmaður, sum var innlagdur, greiddi frá, at hann var við enskum trolara, sum sigldi Kristinu niður undir Íslandi í 1920. Skiparin á trolaranum noktaði teimum at taka nakran mann upp. ”Nú er skiparin deyður, og tí kann eg siga tykkum hetta,” legði eingilsk­maðurin afturat. Tað var jú hópur av skipum undir Íslandi. Bara føroyingar høvdu meira enn 100 skip. Tískil var altíð vandi fyri saman­ stoytum millum skip. Lagnusøgur frá Kristinu Elsa, gentan hjá Axel, fór seinni til Suðuroyar at læra til skraddara. Í 1927 varð hon gift við Niels Absalonsen av Viðar­ eiði. Tey fingu fýra børn. Tey bygdu á grundini í Klaksvík, sum Axel hevði gjørt. Tað var altíð gott samband millum Elsu og ættina hjá Axeli við Gjógv, og tað var javnan, at tey vitjaðu hvønn annan í báðum bygd­ unum. Elsa gekk eisini alla sína tíð við ringinum hjá Axeli, og hann er enn í ættini hjá Elsu. Ein framúr søgulig kelda til okkara søgu tá í tíðini var Dinnafía Ferjá frá Gjógv. Hon visti eisini okkurt at fortelja um Kristinu. Hon mintist fleiri av monn­ un­um, sum fórust við Kristinu. Ein av teimum var tann 15 ára gamli Andreas Johannes Djurhuus av Tvøroyri. Hann var komin til Gjáar at vera hjá Henriettu mostir síni. Pápi hansara var Andreas á Durtu­ fløtti í Porkeri. Hann var skip­ari og doyði ungur av sjúku í 1911. Konan sat eftir við fimm børn­ um og gekk við tí sætta. Andreas kom tískil norður til Gjáar at vera, og hetta bleiv hansara lagna, at hann skuldi farast við Kristinu. Søga av Svínaryggi: Dánjal Pauli misti tríggjar dreingir Serliga syrgilig er søgan hjá Sús­ onnu og Dánjal Paula Nysted, sum búðu á Norðskála. Tey mistu tveir synir Joen Isak og Edmund umframt fostur­sonin, sum var skiparin Axel Sivertsen. Í hesum sambandi yrkti hann ein kenslubornan ”sørgesang”, sum var 32 ørindi, og sum stóð í Dimmalætting 2. apríl 1921. Hann er eisini endurgivin í Gjá­ar søgu. Tað er ein partur av hesi søgu, hvussu syndarliga tað gekk hjá Dánjal Paula. Hann var við Vigilant undir Íslandi á sildaveiðu í 1924. Tá ið hann kom heim aftur fyrst í september var hann sjúkur av landfarasótt, tyfus. Teir løgdu at á Eiði og hann fór til lækn­ an har. Læknin bað teir fara beinleiðis til Havnar á sjúkra­ húsið við honum. Teir fóru suður gjøgnum Sundalagið, og siglt var framvið Norðskála, har konan og børnini vóru úti og hoyggjaðu. Tey kundu eyg­ leiða skipið, sum sigldi fram­ við. Dánjal Pauli lá eina viku á hospitalinum, áðrenn hann doyði. Hann varð jarðaður í kirkju­ garði­num undir Svína­ryggi í Havn, helst orsakað av smittu­ vanda­num. Hetta mundi eisini vera orsøkin til, at hann var í jarn­kistu og at hann varð jarð­aður dagin eftir, at hann doyði. Konan var so illa fyri, at hon kom ikki til Havnar til jarðarferðina. Súsanna sat illa eftir. Teir tveir elstu synirnir gingu burtur fýra ár frammanundan. Nú misti hon mannin. Fyri menn, sum doyðu av sjúku, var eingin trygg­ing. Men børnini vóru røsk og døturnar gjørdu eisini mans­ arbeiði. Súsanna gjørdi eisini alt til hendurnar. Tann 18 ára gamli Esbern tók við tí tunga mansarbeiðinum í húsinum. Men hann doyði longu í 1941, einans 36 ára gamal. Sús­anna misti tískil mann, tríggjar synir og ein fosturson. Umframt misti hon eisini ein ommuson, Dánjal Paula, uppkallaður eftir abba­num. Hetta var ein hart rakt familja. Dimmalætting skrivaði m.a. í minningarorðum um Dánjal Paula: Det er ikke let at træffe Mænd, som er i besiddelse af større Elskværdighed, mere Be­hjælpsomhed end afdøde. Nysted var en dygtig Mand, men han blev hele sit liv forfulgt af Uheld. Sygdom, Uheld og Ulykker havde bøjet ham langt ned, med desuagtet rejste han sig atter med en ikke almindelig Energi. Dánjal Pauli hevði eisini evni sum heimadoktari. Læknin var jú á Eiði, sum tá var langt burt­ ur. Tí var tað hent at hava ein mann á staðnum, sum dugdi nakað av læknakynstri. Axel Sivertsen Gjógv 26 ár Andreas Johannesen Gjógv 21 ár Joen Rasmussen Norðskáli 27 ár Peter Jacob Sivertsen Gjógv 54 ár Magns Fr. Steffensen Árnafirði 30 ár Joen Isak Nysted Norðskála 23 ár Rasmus Nysted Norðskála 23 ár Edmund Nysted Norðskála 18 ár Poul J. Johannesen Gjógv 26 ár Joen Edvard Nysted Justesen Hvannasundi 18 ár Just Ludvig Justesen Hvannasundi 24 ár Jens Clement Danielsen Svínoy 20 ár Johannes Danielsen Svínoy 17 ár Samuel Jacobsen Klaksvík 15 ár Jacob Martin Sivertsen Gjógv 18 ár Andreas Johs. Djurhuus Tvøroyri 16 ár MANNINGIN Á KRISTINU Ísak bleiv bara 22 ára gamal Edmund bleiv bara 17 ár Esbern Joensen við grøvina hjá abbanum, Dánjal Paula Nysted. Hansara søgu er eisini ein partur av søguni í kirkjugarðinum undir Svínaryggi í Havn, sum tað nú verður tikið hond um