hósdagur 5. mars 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020
SOSIALURIN 28
20
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
K
laksvíkingar eru til
reiðar at verja meist
araheitið,
meðan
HB hevur nakað at
arbeiða við, um tað skal verða
teir, sum bjóða KÍ av í FM-stríð
num Tað er niðurstøðan eftir
Stórsteypadystin, sum var á
Tórsvølli týskvøldið.
Tað endar 1-1 eftir vanliga
leiktíð, men KÍ situr rímiliga
væl á dystinum. Teir skapa
fleiri málmøguleikar og hava ein
breiðari hóp, ið ger at liðið heldur
styrkina eftir útskiftingar. KÍ
hevur nógvar steingir at spæla
upp á og nýggi norski áleyparin,
Ole Erik Midtskogen, kann verða
lykilin til tað heila.
Deni á miðjuni
Mikkjal K. Thomassen, venjari
hjá KÍ, hevur Deni Pavlovic á
miðjuni. Hann hevur fyri tað
mesta í miðverjuni undanfarnu
árini, men til tíðir er hann fremsti
miðvallarin í trýstinum, tá HB
skal byggja upp týskvøldið.
Hann hevur spælt á miðjuni í
venjingardystunum, so tað er
líkt til at hetta ikki er eitt einkult
tilfeldi.
Odmar Færø er í miðverjuni
saman við Jesper Brinck.
Nýggjur maður í álopinum
saman við Pálli A. Klettskarð er
Ole Erik Midtskogen. Hann er
sterkur til at taka ímóti bóltinum
og tóktist rigga væl bæði tá teir
eru tveir áleypara, men eisini
tá Mikkjal K. Thomassen velur
at broyta spælaskipan í seinna
hálvleiki, og Ole Erik er einsa
mallur miðáleypari.
KÍ hevur lisið væl upp á
og dekkaði bakkar og vengur
hjá HB. Tað merkti at Jóannes
Bjartalíð og Patrik Johannesen í
fleiri førum eru aftanfyri bakk
arnar, Ísak Simonsen og Jóannes
K. Danielsen, í verjustøðu.
HB í nýggjum hami
HB hevur í Jens Berthel Askou
fingið nýggjan venjara, sum
nú skal seta sítt fingramerki á
HB-liðið. Tað er eisini eitt HB í
nýggjum hami, sum byrjar dyst
in. Heðin Hansen og Delphin
Tshiembe eru í miðverjuni. Tann
fyrri er komin á øðrum sinni til
HB, meðan Delphin Tshiembe
er komin til úr Danmark. Á
miðjuni eru eisini tveir nýggir
spælarar. Mathias Nygaard og
Mikkel Frankoch manna mið
vøllin saman við Dan í Soylu,
meðan Øssur Dalbúð er nýggjur
í álopinum. Hann spældi eisini
við HB í 2013. Símun Samuelsen
er givin og tað gevur meiri pláss
og ábyrgd til Pætur Petersen.
KÍ sterkir
Tað eru klaksvíkingar, sum eru
omaná í fyrra hálvleiki. Teir verja
væl og skulu ikki brúka nógv
avleveringar fyri at koma til
møguleikar. Størsta møguleikan
fær Jóannes Bjartalíð, tá hann
høggur bóltin í tvørstongina.
Eisini Páll A. Klettskarð kemur
í góða støðu.
Tað gongur ein hálvur tími,
áðrenn Kristian Joensen skal
gera eina ordiliga bjarging. Sein
asta korterið av fyrra hálvleiki
byrjar HB at fáa spælið at rigga.
Mathias Nygaard og serliga
Mikkel Frankoch er grund
steinurin í uppspælinum. Eisini
k e m u r
D e l p h i n
T s h i e m b e
fyri seg, eftir at
Páll A. Klettskarð og
Ole Erik Midtskogen hava
verið omaná í tvídystunum.
HB tekur yvir
Í seinna hálvleiki er HB omaná.
Liðið byrjar at spæla skjótari og
megnar at trýsta KÍ-liðið longur
aftur á vøllin. Nú vinnur HB
eisini bóltin aftur á hálvuni hjá
KÍ, og tað sær meiri vandamikið
út frammanfyri KÍ-málinum.
Lønin kemur, tá Jógvan
Rói Davidsen spælir Adrian
Justinussen í góða støðu í høgru.
Gøtumaðurin í HB fær eitt
sindur av plássi og við veikara
vinstra beininum sendir hann
bóltin í handara síðunet.
-Tað er ein støða, har vit
koma í yvirtal í høgru síðu. Eg
kom inn móti miðjuni og valdi
at høgga til við vinstra beini og
hesa ferð sat hann, sigur Adrian
Justinussen.
HB fær eisini møguleikan
at økja, tá Adrian Justinussen
spælir Pætur Petersen leysan,
men vongurin fær ikki tamar
halda á bóltinum eftir eina
annars væleydnaða skotfintu.
Tað er tað seinasta vit síggja til
HB í hesum dystinum.
Útskiftingar
broyta dystin
Mikkjal Thomassen
tekur avleiðingarnar av
ringu gongdini. Hann broytir
frá 4-4-2 til 4-3-3. Inn kemur
millum annað Boris Dosljak
og Ole Erik Midtskogen verður
einsamallur áleypari. Tað ganga
bara smáir fimm minuttir, so er
mál. Odmar Færø spælir fram
til Boris Dosljak, sum hegnis
liga leggur bóltin av til Ole
Erik Midtskogen. Jógvan Rói
Davidsen er ein fót aftanfyri og
so kann norski áleyparin senda
bóltin í málhornið.
-Eg føli at vit renna eitt
sindur ov nógv aftaná. Við út
skiftingunum fáa vit fleiri fólk á
miðjuna og fáa lagt meiri press á
HB. Tað er soleiðis at málið kem
ur, við at Odmar spælir fram til
Boris, ið leggur hann mitt fyri,
har vit eru væl mannaðir, for
telur Jákup B. Andreasen, lið
skipari hjá KÍ.
KÍ vinnur brots
sparkskappingina
Níggju av teimum tíggju brots
spørkunum fara í málið, men tað
er avgerandi at Kristian Joensen
klárar at avlesa Adrian Justinus
sen.
-Eg royndi at hyggja eftir
Kristiani, men hann legði seg
ikki. Tá eg kom til bóltin mátti
eg velja eina síðu og hann valdi
rætta síðu. Tað kann henda fyri
øll, sigur Adrian Justinussen.
-Tað er altíð ein syndari í
brotssparkskapping. Eg haldi at
vit hava gott sjálvsálit og plaga
at skjóta brotsspørk undan
steypadystum, sigur Jákup B.
Andreasen, sum nú hevur tikið
móti FM-steypinum, steypinum
í Klaksvíkskappingini og Stór
steypinum seinastu mánaðirnar.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
KÍ hevur á fyrsta sinni vunnið Stórsteypið. Meistararnir
eru omaná og tykjast væl fyri, men tað skal eitt væl
spælt álop og ein brotssparkskapping til, áðrenn Jákup
B. Andreasen fekk hendurnar á Stórsteypinum
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Stórsteypadysturin:
NÝTT STEYP
NÝTT STEYP TIL
TIL
KLAKSVÍKAR
KLAKSVÍKAR
FYRSTU FERÐ KÍ VINNUR STÓRSTEYPIÐ
Hetta er fyrst ferð, at KÍ vinnur Stórsteypið. Tað bleiv
á fyrsta sinni spælt um tað í 2007. Síðani tá hevur KÍ
bara verið partur av Stórsteypadystinum, eftir at teir
vunnu steypakappingina í 2016. Í 2017 taptu teir 2-1
móti Víkingi. Hetta er aðru ferð, at KÍ er partur av hesi
uppgerðini og nú er steypið komið í hús á fyrsta sinni