Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 21 Ole Erik gjørdi munin Tað er eitt KÍ-lið, sum er omaná, ið fær betri spælara­ met­ing­ar­nar samanlagt. Tað endar við javnleiki 1-1, men KÍ hevur munin og sær meiri út sum ein eind. Hinvegin, so er sær HB út sum eitt spennandi lið, ið skal spælast saman og nýggi venjarin skal hava tíð. Hjá KÍ er verjan sterk allan dystin uttan at spæla heilt væl. Á miðjuni er Deni Pavlovic nógv íblandaður, men má eisini skiftast út, áðrenn hann fær seinna gula kortið. Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð arbeiða hart í verjustøðu og eru stinnir í umstillingsspælinum. Páll A. Klettskarð og Ole Erik Midt­ skogen fylla nógv í álops­ partinum. Ole Erik spælir allan dystin og skorar eisini í seinna hálvleiki. Av innskiftarunum sá Sebastian Avanzini eitt sindur veikur út á høgra vongi, meðan Boris Dosljak kom inn og broytti dystin. Hjá HB er mest spennandi hvussu teir nýggju spæl­ ar­ar­nir klára seg. Eftir um­ støð­unum kom Delphin Tshiembe væl frá uppgávuni í miðverjuni, meðan Heðin Han­sen enn skal umstilla seg, um hann skal spæla miðverji. Spældi tó slett ikki illa. Mathias Nygaard og Mikkel Frankoch komu mið­al væl frá uppgávuni. Mathias Nygaard hevur sæð gott út í uppstartinum, men setti seg ongantíð á dystin. Mikk­el Frankoch er sterkur í av­spælinum og sá eitt sindur betri út. Annars stendur Adrian Justinus­sen sterkur í myndini við málinum og uppleggi til størsta møguleikan hjá HB. Pæt­ur Petersen og Øssur Dal­búð fylla ikki nokk enn, meðan Daniel Johansen skal upplærast á vinstra bakki­ num. PENGARNIR FARA TIL EITT GOTT ENDAMÁL Hesaferð hevur Lions Club gjørt av, at allur ágóðin skal fara til Felagið fyri Lesi- og Skriviveik, og tað ger hann saman við ágóðanum frá tilsvarandi dystum hjá hondbóltinum um Lionsbikarið, sum vóru spældir í september mánaði. Sostatt verður tað samlaði ágóðin frá øllum fýra stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti, ið skal handast felagnum, sum í ár hevur 19 ár á baki, og hesi árini hevur felagið roynt at hjálpt og lætt um hjá serliga børnum, ið hava ilt við at lesa og skriva. Spælarametingar: Stórsteypadystur 2020 KÍ 0 1 HB 0 1 5-4 EFTIR BR.KAPPING - TÓRSVØLLUR 3. MARS 2020 7 5 6 5.5 7 6 7 8 6 5 4.5 4 6 5.5 4 4.5 6 5 7 5.5 6 4 KRISTIAN JOENSEN TEITUR M. GESTSSON JÓANNES K. DANIELSEN DENI PAVLOVIC JÁKUP B. ANDREASEN PATRIK JOHANNESEN JÓANNES BJARTALÍÐ OLE ERIK MIDTSKOGEN PÁLL A. KLETTSKARÐ MATHIAS N. KRISTENSEN PÆTUR J. PETERSEN JÓGVAN RÓI DAVIDSEN ODMAR FÆRØ MIKKEL FRANKOCH ØSSUR DALBÚÐ HEÐIN HANSEN JESPER BRINCK DAN Í SOYLU ADRIAN JUSTINUSSEN DELPHIN TSHIEMBE ÍSAK SIMONSEN DANIEL JOHANSEN Alessio Hyseni (Inn 57.min) Sebastian Avanzini (Inn 64.min) Boris Dosljak (Inn 64.min) René Shaki Joensen (Inn 57.min) Ási Dam (Inn 75.min) 6 4 7.5 6.5 5 Dómari: Jákup Øssurson Mohr Hetta er størsta uppgávan hjá Jákupi sum dómara. Tá sást eina løtu í seinna hálvleiki, men annars vóru tað spælararnir sjálvir, sum gjørdu uppgávuna verri enn hon var. Harðar taklingar, ónollir og grenj var ein partur av tí. 6 KÍ-HB 1-1 (0-0) 5-4 eftir br 1.1 Adrian Justinussen, 54 1.1 Ole Erik Midtskogen, 68 Brotssparkskapping: 0-1: Daniel Johansen 1-1: Jákup B. Andreasen 1-2: Pætur J. Petersen 2-2: Jóannes K. Danielsen 2-3: René S. Joensen 3-3: Jóannes Bjartalíð 3-4: Delphin Tshiembe 4-4: Boris Dosljak 4-4: Adrian Justinussen misnýtir - Kristian Joensen bjargar 5-4: Alessio Hysen Dómari: Jákup Ø. Mohr KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Odmar Færø, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic (Alessio Hyseni, 57.min), Patrik Johannesen (Boris Dosljak, 64.min) – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð (Sebastian Avanzini, 64.min) Gul kort heimalið: Deni Pavlovic Venjari heimalið: Mikkjal K. Thomassen HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Heðin Hansen, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen, Mathias N. Kristensen (René S. Joensen, 57.min), Dan í Soylu, Mikkel Frankoch, Adrian Justinussen – Øssur Dalbúð (Ási Dam, 75.min) Gul kort útilið: Dan í Soylu Venjari: Jens Berthel Askou NÝGGJAR SPÆLARA­METINGAR (2020): 1-3: Avrikið er ikki gott og tað kostar liðnum meir ella minni 4-6: Avrikið er miðal. Spælarin ger tað, sum verður væntað av honum 7-9: Avrikið er yvir miðal og spælari eigur lut í liðið kemur betri frá uppgávuni 10: Verður bara givið heilt framúr avrik, sum er alt avgerandi fyri dystin. Verður bara givið í serligum føri.