Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 22 Ikki við: Filip í Liða (baklærið, óvist), Ragnar Skála (brotið í fótinum), Hans Jákup Anfinnsson, Jákup Pauli Breckmann (leikbann, reytt kort), Jasper van der Heyden (loyvini) Ivasamur: Pedro Taracon Anton (loyvini), Silas Eyðsteinsson (spæliloyvi), Bjarti V. Mørk (spæliloyvi) Ikki við: Erlendur Magnusson (Knæskaði, 4 vikur), Brian Jakobsen (Lærkrikin, 3 vikur), Ragnar Samuelsen (Lærkrikin, 3 vikur), Andrass Johansen (Knæskaði, ógreitt hvussu leingi) Ivasamur: Meinhard E. Olsen (loyvini) Ikki við: Andras Olsen (krossband, vikur), Símun Sólheim (burturstaddur) Ikki við: Teit Jacobsen (krossband, 2-3 mánaðir), Tróndur Jensen (krossband, langtíðarskaadur), Hørður Askham (krossband, langtíðarskaadur) Allir mans tøkir LIÐ TÍÐINDI B36 ÍF HB AB EB/STREYMUR ÍTRÓTTUR Upptakt Betri deildin 1. umfar: TRÓNDUR ARGE T að eru eftirhondini fimm mánaðir síðani, at KÍ vann FM við sigri á B36 í seinasta um­fari­num av landskappingini í fjør. Fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð, er einki nýtt lið í deildini, tí ongin uppflytari var í 1.deild. Tað merkir at bæði ÍF og EB/ Streymur, sum endaðu undir niðurflytingarstrikuni, er við aftur í ár. Í fyrsta umfari vera allir dystirnir í sunnudagin klokkan 15. Tað er um eina endurtøku av FM-finaluni í fjør og eina upp­ gerð millum feløg, sum end­aðu í botn-fimm. Tað er dyst­urin á Argjum millum AB og TB. Hinir tríggir dystirnir eru mill­ um topp-fimm og botn-fimm feløg. Millum annað eru granna­ uppgerðir í Runavík og Gøtu. NSÍ fær vitjan av Skála, meðan Vík­ingur fær vitjan av ÍF, sum hevur fingið nýtt lív. Fimti og seinasti dysturin er við Margáir, har EB/Streymur fær vitjan av HB. KÍ-B36 (Beinleiðis á FM1) DÓMARI: ALEX TROLEIS Sunnudagin klokkan 15 KÍ vann týskvøldið Stór­steypa­ dystin og harvið Stórsteypið fyri fyrstu ferð í søguni hjá felag­ num. Tað hava verið nakað av útskiftingum í hópinum. Lykla­ spælarar sum Simen Sandmæl og Semir Hadzibulic eru farin av landinum saman við Torbjørn Grytten, Magnus Stamnestrø og Darius Lewis. Tilgongdin telur Alessio Hyseni, sum kemur úr AC Hors­ ens í Superliguni í Danmark, Sebastian Avanzini og tríggjar spælarar úr HamKam. Odmar Færø, Ole Erik Midtskogen og Abubakar Ibrahim Aliyu. Síðst­ nevndi hevur ikki fingið loyvini upp á pláss enn. Hjá B36 er ein profilur í Lukaszi Cieslewicz farin til Vík­ing, meðan Jónas Tór Næs og Hans Jørgensen eru givnir. Hannes Agnarsson og Gilli Samuel­sen verða ikki partur av hópinu í fyrru hálvu. Leingi sá út til, at tilgongdin skuldi telja Sebastian Pingel, ið er komin aftur úr HB, eyka­ mál­verjan Mattias Lamhauge (HB) og Ragnar Samuelsen, sum hevur verið útleigaður til EB/ Streym. Seinastu vikuna hevur B36 tó kunngjørt tvey stór nøvn í føroyskum fótbólti. Sonna Ragnar Nattestad og Meinhard E. Olsen. Tveir spælarar, sum gera at B36 ikki kann roknast sum annað enn ein favorittur sam­an við KÍ. KÍ prógvaði til stór­steypa­ dystin, at liðið er væl samaspælt og hevur fleiri streingir at spæla uppá. B36 hevur verið á eini góðari leið í uppstartinum. Við Sonna Ragnar í miðverjuni hevur B36 vápnini til at av­ monterað framrættaðu spælararnar hjá KÍ. Hetta er eitt satt brak at byrja kappingarárið við. Tað eru tekin um, at KÍ hevur munin. Teir hava fleiri spælarar, sum kunnu skjóta mál og skapa avgerandi støðurnar. Eitt nú hevur nýggi áleyparin, Ole Erik Midtskogen, víst góðar dygdir. Tað lættasta er at tippa ein javnleik. Tað kunnu bæði liðini liva við og einki verður avgjørt í fyrsta umfari. SOSIALURIN TIPPAR 1-1 NSÍ-Skála DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN Sunnudagin klokkan 15 Tað eru nakrar broytingar við Løk­in í ár. Guðjón Þórðarson er útskiftur við svenska Glenn Ståhl, sum eisini var venjari hjá Suðringum í 2017. Norski miðvallarin, Peder Ners­veen, sum spældi allar 27 dystirnar á miðvøllinum í fjør, er farin av landinum. Eisini eru spælarar sum Einar Tróndargjógv og Øssur Dalbúð (HB) eru ikki við, meðan Pól Johannus Justinussen fyribils er givin. Tað er ein møguleiki fyri at hann spælir í seinnu hálvu. Tilgongdin telur spælarar sum Rógvi E. Nielsen (EB/ Streymur) og Jákup Jakobsen (Skála). Teir hava spælt í eini trýmansverju saman við Jóhan Troest Davidsen. Karstin Hansen og Haraldur Højgaard eru komnir úr Skála og Alfred Sankoh er komin úr svenskum fótbólti. Søgan sigur, at tað er ónøgd við avrikini hjá Alfred Sankoh, sum tó er í felagnum enn. Jóhan Troest Davidsen hevur leikbann í fyrsta dystinum. Tað sá einki út hjá Skála við kappingarenda. Ari Olsen og Jákup Johansen fóru við venjaranum, Eyðuni Klakstein, til Víking. Jákup Jakobsen er farin til grannarnar úr NSÍ saman við Karstini Hansen, sum var útleigaður til Skála, og Haraldi Højgaard. Janus S. Samuelsen er farin til AB. Nú er tó betri tíðir. Heðin Klakstein, Ronni Møller- Iversen, Teitur Reinert Joensen og Pætur Dam Jacobsen hava longt, meðan tiltongdin telur Bárð á Reynatrøð og Hjalta Strømsten úr Víkingi og Jóhan Waag Høgnesen úr KÍ. NSÍ er stórfavorittur til hendan dystin, hóast Skála hevur hildið fast í onkrum av profilunum frá í fjør. SOSIALURIN TIPPAR: 3-0 EB/Streymur-HB DÓMARI: EILER RASMUSSEN Sunnudagin klokkan 15 Á pappírinum kann hetta blíva eitt langt kappingarár fyri sundalagsmenn. Spælarar sum Rógvi E. Nielsen, Hans Pauli Samuelsen, Arnar Dam, Svein BYRJA VIÐ BYRJA VIÐ EINUM EINUM BRAKI BRAKI Í KLAKSVÍK Í KLAKSVÍK Sunnudagin klokkan 15 verður landskappingin í føroyskum mansfótbólti skotin í gongd. Byrjað verður við eini endurtøku av FM-finaluni í fjør. B36 hevur sett inn í endaspurtinum og fingið bæði Sonna Ragnar Nattestad og Meinhard E. Olsen í hópin