Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2020 SOSIALURIN 28 23 Knút Magnussen, Steffan Á. Løkin og Ragnar Samuelsen eru ikki við í ár. Tað gekk eisini rúm tíð, áðrenn Jákup Martin Joensen játtaði at halda fram sum venjari. Síðani hava boðini verið betri. Hjalti K. Djurhuus og Símun Sólheim eru komnir úr HB, Magnus Heinason og Fannhard Skoradal er komin úr Víkingi og Bjarki Zachariasen er komin úr donskum fótbólti. Gestirnir úr HB taptu eftir brotssparkskapping í stórsteypadystinum. Teir tykjast mangla tað seinasta í spælinum, men við Adriani Justinussen vil HB altíð verða stórfavorittur í einum slíkum dysti. Jens Berthel Askou er nýggjur venjari og við sær hevur hann fyrrverandi týska yrkisspælaran Kevin Schindler sum hjálparvenjara. Úr Danmark eru komnir Delphin Tshiembe, M a t h i a s Nygaard, Mikkel Frankoch og føroyski U21- landsliðsspælarin, Teit Jacobsen, ið er givin í Sønderjyske. Afturat teimum er Heri H. Mohr komin heim aftur úr AB, Heðin Hansen er komin úr Víkingi, Øssur M. Dalbúð úr NSÍ og Jákup Højgaard komin úr EB/ Streymi. SOSIALURIN TIPPAR 0-2 Víkingur-ÍF (Beinleiðis á FM1) DÓMARI: RÚNI GAARDBO Sunnudagin klokkan 15 Tað eru nýggjar tíðir í Víkingi. Eyðun Klakstein er nýggur venjari og við sær hevur hann Ara Olsen og Jákup Johansen. Úr B36 er komin Lukasz Cieslewicz, sum hevur arbeitt saman við Eyðuni Klakstein í B36. Eisini er Finnur Justinussen er komin heim aftur at skjóta mál fyri Víking. Vekk eru spælarar sum Hanus Jacobsen og Dion B. Splidt, Heðin Hansen (HB), Filip Djordjevic (ÍF), Adeshina Lawal (AB) og Bárður á Reynatrøð (útleigaður til Skála). Tað er komið nýtt lív í IF, sum bara fekk seks stig farna kappingarár. Frágongdin telur Dávid Langgaard (AB), Petur Meinhard Magnussen (FC Hoyvík) og Holgar Durhuus, meðan spælarar sum Høgni Zachariassen, Alex dos Santos, Sverri Ellingsgaard og Frank Poulsen eru givnir. Nýggir í hópinum eru Milos Budakovic úr TB, Filip Djordjevic úr Víkingi, Jens Joensen úr næstbesta liðnum hjá KÍ, Sjúrður Pauli Nielsen er leigaður úr NSÍ og nýggjur áleypar úr Serbia er Uros Stojanov. Hóast Hans Jørgen Djurhuus, venjari hjá ÍF, mann kenna allar snildurnar í Víkingi, so verður tað helst ikki nokk . Víkingur skal tó tilpassa seg ein heilt nýggja spælistíl undir Eyðuni Klakstein. Tað kann koma at taka tíð. SOSIALURIN TIPPAR: 3-1 AB-TB DÓMARI: KÁRI Á HØVDANUM Sunnudagin klokkan 15 Bæði á Argjum og TB eru nógvar broytingar farnar fram í vetrarsteðginum. Heimaliðið hevur framvegis Sorin Anghel sum venjara. Vekk eru spælarar sum Heri H. Mohr (HB), Eli S. Christiansson (Dk), Mikkjal Hentze (givin), Jobin Drangatsein (givin), Leivur H. Joensen (Dk), meðan Bárður Olsen enn ikki hevur gjørt nýggjan sáttmála. Størsti saknurin verður nokk í danska málverjanum, Tobias Larsen, og U21-landsliðsspælaranum Lukas Giessing, sum báðir komu til í summar. Teir vóru munurin í fleiri av dystunum, sum AB vann eftir summarsteðgin. Lukas Giessing hevur skift til danska AB Gladsaxe. Tilgongdin telur ungu málverjarnar, Silas Eyðsteinsson og Bjarta V. Mørk og roynda áleyparan, Adeshina Lawal (Víkingur). Eisini er spanskt íslett við Pedro Taracon Anton, sum er komin úr B68, Janus S. Samuelsen úr Skála og Dávid Langgaard úr ÍF. Gestirnir eru eisini í broyttari útgávu við nýggjum venjara. Talan er um týskaran Michael L. Winter, sum hevur roynir úr donskum fótbólti, har hann hevur fingið fýra spælara til trongisvágs at spæla. 19 ára gomlu Rasmus Kawiecky Møller og Sebastian Benjamin Kroner, 25 ára gamli málverjin, Frederik Mehder og 24 ára gamli áleyparin Mads Raben, sum er komin úr Dalum. Nakað av frágongd er eisini. Milos Budakovic er farin til ÍF, meðan Luc Michael Jeggo, Ivan Ivanovic og Veljko Vukovic eru farnir av landinum aftur. Hartil er lokali miðvejrin, Teitur Olsen, heldur ikki við komandi kappingarár. Murran hevur verið ring á Argjum undan kappingarbyrjan, meðan tað ljóðar sum tvøramenn trívast við nógvu venjingini hjá nýggja venjaranum. SOSIALURIN TIPPAR 1-2 Ikki við: Ólavur Niclasen (skaddur), Akubar Alyu (manglar loyvi) Ikki við: Johan Troest Davidsen (leikbann) Ivasamur: Búi Egilsson (brokk) Ikki við: Aksel B. Danielsen (langtíðarskaddur) Ikki við: Jens Erik Bruhn (brotið stórutá, 2-3 vikur) VÍKINGUR SKÁLA NSÍ Ikki við: Ingi Jonhardsson (rivjabein) Ivasamir: Atli Gregersen (tjúkkin), Lukasz Cieslewicz (fóturin) TB KÍ Betri deildin menn 1. umfar: SUNNUDAGIN: KÍ-B36 (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 NSÍ-SKÁLA (15.00) EB/STREYMUR-HB (15.00) VÍKINGUR-ÍF (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1 AB-TB (15.00) Jákup Ósá vann 2019 Seinastu árini hevur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum havt tipping, har trý miðlafólk hava tippað um komandi umfar. Í ár hevur Sosialurin yvirtikið hendan leistin. Sostatt verður tað í Sosialinum, at tú kanst lesa um tippingarnar. Fyribils verður talan um at seta 1, X ella 2 við hvønn dyst. Eftir hvørt umfar verður stigatalvan gjørd upp, har tippararnir fáa eitt stig fyri rætta tipping. Tippararnir eru teir somu sum vóru á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Teir eru Leivur Frederiksen, Kringvarpið, Jákup Ósá, ítróttarskrivari á bolt. fo og Norðlýsinum, og undirritaði, Tróndur Arge. Í fjør vann Jákup Ósá við einum stigi. Tipping: Tipping 1. umfar: LEIVUR FREDERIKSEN: AB-TB 2 NSÍ-SKÁLA 1 EB/STREYMUR-HB 2 VÍKINGUR-ÍF 1 KÍ-B36 1 JÁKUP ÓSÁ: AB-TB 2 NSÍ-SKÁLA 1 EB/STREYMUR-HB 2 VÍKINGUR-ÍF 1 KÍ-B36 X TRÓNDUR ARGE: AB-TB 2 NSÍ-SKÁLA 1 EB/STREYMUR-HB 2 VÍKINGUR-ÍF 1 KÍ-B36 X STIGATALVAN: 1.JÁKUP ÓSÁ 88 STIG 2.LEIVUR FREDERIKSEN 87 STIG 3.TRÓNDUR ARGE 87 STIG *TIPPINI FYRI VÍKING-B36 Í OMANFYRI NEVNDU RAÐFYLGJU: (1 – 1 – X)