hósdagur 5. mars 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
FÓTBÓLTUR 2020
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
JENS BERTHEL ASKOU
VIL KOLLVELTA
FØROYSKAN FÓTBÓLT
– Eg vil gjarna skapa eitt lið, sum fer til dystir við størri
intensiteti, góðsku og leikferð enn vit nakrantíð áður hava sæð í
Føroyum, sigur nýggi danski HB-venjarin, Jens Berthel Askou
PÆTUR ALBINUS
37 ára gamli Jens Berthel Askou hevur
verið víða um sum leikari, eitt nú í turkiska
Kasimpasa og enska Norwich, og eftir
leiklutir sum leikandi hjálparvenjari í
Skive og Thisted, slapp hann í 2018 og
2019 at royna seg sum høvuðsvenjari hjá
Vendsyssel FF. Har gekk tað væl í eina tíð,
men tað endaði í skilnaði.
Jens Berthel er av nøkrum mettur at
vera eitt av stóru venjaratalentunum í
Danmark, men nú eitt tilboð lá á borðinum
frá HB, valdi hann heldur at koma til
Føroya.
– Eg haldi at ein øðrvísi avbjóðing sum
hendan í HB verður við til at menna meg
meira, enn eg í løtuni havi møguleika fyri í
Danmark, sigur Jens Berthel.
– Eg møtti einum felagi, sum var sinnað
at lurta eftir mínum íblástri, og sum hevur
nøkur fantastisk fólk, ið geva nógv av sær
sjálvum til felagið. Tey eru samstundis
eisini eru sinnað at bjóða tí traditionellu
tankagongdini av, sigur Jens Berthel víðari.
– So hendan blandingin av at blíva
bjóðaður av, men eisini sjálvur sleppa at
bjóða av, lokkaði meg almikið, tekur hann
samanum.
Jens Berthel er varin, tá ið vit tosa um,
hvat fyri slag av venjara hann er.
– Mær dámar ikki at verða settur í bás
og mettur at vera ein ávís týpa. Eg haldi,
at eg rúmi nógv ting, og at eg eri førur
fyri at blanda við amboðunum, bæði tá
tað kemur til taktikk og leiðslu. Venjarar,
sum verða mettir at vera ein ávís týpa,
enda oftast í einari einfaldari mynd av at
teir einans duga nøkur fá ting, heldur Jens
Berthel.
VIRÐINI
Nú kappingarbyrjanin er fyri durðum
kennir Jens Berthel Askou seg tilreiðar at
fara undir kappingarárið við HB, men tað
hevur tikið eina løtu at koma hagar.
– Frammanundan kendi eg eitt sindur til
felagið, ógvuliga lítið til liðið og stórt sæð
einki til deildina, so eg havi brúkt fyrstu
mánaðirnar her til at síggja nógv sjónbond
frá undanfarnum kappingarárum, sigur
hann.
– Eg havi eisini tosað við fólk, sum hava
góðan kunnleika til felagið og deildina, fyri
at fáa eitt skjótt innlit í, hvar vit standa.
Ikki tí, eg visti longu, tá ið eg byrjaði í
desember, hvar vit høvdu okkara styrkir,
og hvar vit skuldu betra okkum, leggur
hann afturat.
Hvat hava tit lagt serligan dent á
mánaðirnar upp til kappingarbyrjan?
– Fyrst og fremst hevur tað snúð seg
um at fáa sett inn tey virðini og vanarnar,
sum vit vilja hava bæði á og uttanfyri
vøllin. Tað hava vit hugsavnað okkum heilt
nógv um við eitt nú at hava fundir og at
leggja til rættis okkara atburð í tí dagliga,
sigur nýggi danski HB-venjarin.
– Annars hava vit havt stórt fokus á
at fáa tann intensitetin og tað ágrýtnið
í dagligu venjingina, sum vit ynskja at
hava. Harnæst hava vit sjálvandi eisini
stigvíst arbeitt við teimum ymisku taktisku
tingunum, sum vit skulu meistra bæði við
og uttan bólt, sigur Jens Berthel.
KOLLVELTING
Málið hjá nýggja HB-venjaranum er einfalt.
– Vit skulu vinna hvønn einasta dyst,
sigur hann.
– Tað havi eg sum mál, óansæð hvussu
trupult tað sær út, sigur Jens Berthel og
leggur afturat, at hetta altíð fer at vera
málið í einum sigursvandum felagi sum
HB.
– Men eg vil gjarna undirstrika, at vit
fara til allar dystirnar við virðing fyri
mótstøðuliðnum, sigur hann.
Jens Berthel ætlar sær eisini at seta
síni fingramerki á føroyskan fótbólt.
– Eg vil gjarna skapa eitt lið, sum fer
til dystir við størri intensiteti, góðsku og
leikferð, enn vit nakrantíð áður hava sæð í
Føroyum. Eg vil gjarna leggja ein nýggjan
standard fyri, hvussu vit spæla fótbólt í
Føroyum, sigur hann.
– Hetta skal eisini gerast soleiðis, at
vit, og eisini tá ið eg ikki longur eri her,
hava sett eitt merki í føroyskan fótbólt,
sum eisini fer at endurspeglast á føroyska
landsliðnum. Eg meti, at vit hava nakrar
leikarar, sum hava møguleika fyri at vera
fastir menn á landsliðnum næstu 10-15
árini, sigur hann.
Um kappingina í ár sigur Jens Berthel
Askou seg vænta, at KÍ er eitt vet
frammanfyri hini liðini, og at B36, NSÍ og
Víkingur eisini fara at vera við í toppinum.
LYKLASPÆLARIN
Adrian Justinussen
Við sínum framúrskarandi sparkiteknikki er hann
ein støðug hóttan úr nærum øllum vinklum
og fjarstøðum. Hann lyftir ábyrgdina væl og
tykist bara at blíva við at sparka stig heim til
HB, har hann nærmast kann fáa 1+1 at geva 3.
GJØGNUMBROTIÐ
Samuel Chukwudi
16 ára gamli kropssterki miðvallarin fekk spælitíð
tríggjar teir síðstu dystirnar í fjør, og við einum
nýggjum sáttmála í hondini er hann til reiðar
at leggja afturat. Eitt fet í senn, men kanska
hann longu í ár fær eitt slag av gjøgnumbroti?
VENJARIN
Jens Berthel Askou
Ein spennandi venjari við einari spennandi ætlan.
Hann hevur sett sær stór mál um at vinna
hvønn einasta dyst, og eisini hevur hann mál
um at kollvelta føroyskan fótbólt eitt nú við
sera høgum intensiteti. Tað ljóðar intenst!
MÁLIÐ
FM
HB fjalir ikki út yvir, at felagið spælir fyri at
vinna. HB vann meistaraheitið fyri tveimum
árum, og í fjør vann felagið steypakappinginia.
Stóra málið er og verður at vinna FM heitið.
HB er eitt sigursvant felag, og tað liggur ikki til fólkið
har at spæla leiklutin sum favorittur til nakran annan.
Hóast KÍ millum fólk er farið avstað við bæði FM- og
favoritt-leikluti, so siktar HB neyvan lægri enn eftir
gullinum.
Vit skulu
vinna hvønn
einasta dyst