mánadagur 9. mars 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var ikki hissini rok, ið stóðst
á tíðindafundinum í Almannaráð
num fríggjadagin, tá arbeiðsbólkur,
ið hevur gjørt frágreiðing um bú
staðapolitisk átøk, legði fram nið
urstøðu sína.
Nevdarlimir eru rúkandi ósamd
ir um alt – kanska mest um leiklut
in hjá Bústøðum.
Tað er eingin loyna, at Bústað
ir er eitt projekt, sum undanfarnu
samgongu dámdi betur, enn nú
standi samgongu. Tí vil lands
stýrið gera broytingar soleiðis, at
Bústaðir ikki verður tað, sum und
anfarna samgonga hevði ætlað.
Hetta er tí eitt politiskt stríð, sum
samgongan setir hol á við at seta
ein arbeiðsbólk at gera eina niður
støðu, sum kanska kundi brúkast
hjá landsstýrinum at skifta kós í
alemnna bústaðarpolitikkinum.
Hetta tykist tó at vera miseydn
að. Hevur samgongan so nógv í
móti almenna felagnum Bústøðum,
so sigið tað. Avtakið so felagið og
seljið bygningar til reiðarar ella
onnur í fólk, ið hava nógvar pengar,
sum tey ikki fáa brúkt og mugu
gjalda bankunum pangar fyri at
goyma.
Men tað er uttan iva rætt, sum
stjórin í Bústøðum sigur, at tað ikki
verður til gangs fyri leigaran, um
íbúðirnar fara á privatar hendur.
Men sjálvandi skulu privat eisini
kunna byggja íbúður – bæði til at
selja og til at leiga.
Og tað er heldur einki dulsmál,
at endamálið við einum einum al
mennum bústaðarfelag sum Bú
støðum ikki er og ikki verður tað
sama, sum hjá einum privatum bú
staðarfelag, at tjena pengar.
Tað er fantastiskt hjá nógvum
fólkum, at hava fingið ein leigusátt
mála við alemnna bústaðarfelagið,
har tú veitst, at tú trygt kann líta á,
at her kanst tú vera so leingi tú vilt,
um tú heldur tínar skyldur. Tú hev
ur eina góða íbúð, sum verður røkt,
sum hon skal. Tú hevur ein tryggan
útleigara – og mest av øllum, at tú
veitst, at tú ikki verður settur á gøt
una, tá útleigarin kanska finnur
tað fyri gott.
Tað hevur borið væl til hjá Bú
støðum, og fólk eru glað fyri at
búgva hjá Bústøðum.
»If it ain't broke, don't fix it«,
vildi ongur sagt. Latið Bústaðir fáa
frið at arbeiða við sínum verkætl
anum og finnið so út av, hvussu
privata vinnan kann javnsetast, um
tað er tað, sum skal til fyri at nøkta
tørvin.
Men best av øllum: Komið við
konkretum politiskum útmelding
um heldur enn at lata politikkin
yvir til ein tilvildarligan arbeiðs
bólk. Tað er at renna undan ábyrgd!
– Latið ikki politikkin yvir
til ein tilvildarligan arbeiðsbólk
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
KOM VIÐ ÍTØKILIGARI ÚTMELDING
421
íbúðir
afturat í
Hoyvík
SÍÐA 10-11
Fleiri
leys størv
á Tvør
oyri
TÍÐINDI SÍÐA 10-11
Í dag eru 50 ár síðani at Før
oya longst sitandi løgmaður,
Atli P. Dam, trein inn í før
oyskan politikk.
Tað gjørdi hann, tá Løg
tingið 9. mars í 1970 valdi
hann til landsstýrismann eft
ir Villa Sørensen í Klaksvík,
sum doyði nýggjarsdag í 1970.
Javnaðarflokkurin hevði
svárar missir árini framman
undan: Petur Mohr Dam, løg
maður og formaður floksins,
doyði í november í 1968. Sama
summarið doyði J. H. Dan
bjørg, sum hevði verið ting
maður í ein mansaldur.
Landsstýrið varð umskip
að í 1968. Javnaðarflokkurin
hevði løgmann, Sambands
flokkurin Kristian Djurhuus
og Sjálvstýrisflokkurin Sám
al Petersen.
Kristian Djurhuus gjørdist
løgmaður og Javnaðarflokk
urin fekk tveir landsstýris
menn, 35 ára gamla Jákup
Lindenskov og 45 ára gamla
Villa Sørensen.
Teir tóku við 19. november
í 1968. Men nýggjársmorgun í
1970 doyði Villi Sørensen, ein
ans 46 ára gamal. Tá er tað, at
boð verða eftir Atla Dam.
Sosialurin skrivar soleiðis
um tingfundin mánadagin 9.
mars: »Á tingfundi seinasta
mánadag var nýggi landsstýr
ismaðurin, Atli Dam, valdur í
landsstýrissessin eftir Villa
Sørensen.
Kr. Djurhuus, løgmaður,
skjeyt upp at velja Atla Dam,
og segði hann, at hetta var
demokratiski rættur Javn
aðarfloksins, at seta annan
mann í staðin fyri Villa Sør
ensen, sála. Løgmaður segði
eisini, at kannað var eftir, um
Atli Dam lúkaði tær treytir,
sum vóru fyri, at hann kundi
verða landsstýrismaður, og
tað gjørdi hann.«
Og víðari í blaðnum skriv
ar ein, ið nevndir seg »H.«:
»Tað var ein hugnalig løta í
tinghúsinum mánadagin, tá
Atli Dam varð valdur til lands
stýrismann eftir Villa Søren
sen, sála... ...14. atkvøður vóru
fyri og eingin ímóti at velja
Atla Dam til landsstýrismann.
Í hesum døgum, tá vit
bjóða tjaldrinum at vera væl
afturkomið liggur ein várlig
vón, sum boðar um summar:
»....tú bert okkum boð um ein
ljósari dag...« kann eisini sig
ast út frí tí, eg hugsaði um, tá
eg sá unga javnaðarmannin í
landsstýrinum, Jákup Linden
skov, hava fingið ein uppaftur
yngri mann undir liðina á sær
aftur, eftir at hann nú í góðar
tveir mánaðir hevur saknað
partamann í landsstýrinum.
Tú sást eisini á løgtings
formanninum eitt bros, sum
segði: »Nú lýsir fyri stavn,
dapurt hevur tað sæð út hjá
okkum at hava mist so nógv
ar góðar kreftir úr flokkinum
í senn.
Atli Dam varð valdur á ting
á løgtingsvalinum 7. novem
ber í 1970. 10. desember varð
hann valdur til løgmann.
Hann var løgmaður í tilsam
ans 16 ár og ein mánað og
harvið Føroya nógv longst
sitandi løgaður. Hann gavst í
politikki í 1994.
50 ár síðani Atli P. Dam
trein inn á politiska pallin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Sølustevnan
2020 í Høllini
á hálsi í mai er
fyribils avlýst
Sølustevnan
2020,
sum
skuldi verða í høllini á Hálsi
í Havn, har fyritøkur hava
høvi at sýna sínar vørur og
tænastur fram, tekur nú
eisini avleiðingarnar av á
heitanini hjá Kaj Leo Holm
Johannesen,
landsstýris
manni í heilsumálum, um
ikki at hava tiltøk, har fleiri
enn 500 fólk savnast. Tí er
avgjørt at avlýsa tiltakið
fyribils, siga fyrireikararnir.
Í dag eru 50 ár síðani Atli
Dam gjørdist landsstýris
maður
Til haldarar, sum ikki
hava fingið Sosialin
Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokkan 20 á
kvøldi mánakvøld, mikukvøld og fríggjakvøld – sendið
teldupost til klaga@sosialurin.fo
Sølustevna avlýst
vegna coronasmittu