mánadagur 9. mars 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
TÍÐINDI
Eru farin at finna út hvat tað
kostar at gera skaðan aftur
VANLUKKA Men
undir øllum
umstøðum er hann
so stórur, at vit
klára tað ikki sjálvi,
sigur borgarstjórin
Áki Bertholdsen
– Vit ætla at herja, tí hetta má
gerast sum skjótast.
Tað sigur Janus Thomsen,
borgarstjóri í Hvalba.
Seinasta vikuskiftið fekk
grótkastið og atløgubryggjan í
Hvalba stóran skaða í tí nógva
briminum, sum var.
Janus Thomsen sigur, at
umboð fyri Landsbyggifelagið
hava verið í Hvalba at sýna
skaðan og tey eru nú farin aft
ur til Havnar at meta um, hvat
tað kostar at gera alt aftur, og
hvussu tað kann gerast aftur.
Samstundis kemur bátur
frá Landsverki suður seinni í
mánaðinum við útgerð til at
skanna botnin inni í sjálvari
havnini, fyri at fáa greiði á,
hvussu nógv grót er slongt inn
í sjálva havnina. Botnurin utt
an fyri skal eisini skannast
fyri at fáa greiði á, hvussu
nógv grót er har.
Vilja fyrst og fremst
tryggja havnina
Janus Thomsen sigur, at í
fyrstu atløgu snýr tað seg um
at fáa greiði á, hvat tað er
neyðugt at gera beinanvegin
fyri at tryggja, at skaðin ikki
versnar, skuldi eitt brim komið
aftur.
Tá ið tað er gjørt kann ein
ætlan leggjast fyri, hvussu
skaðin kann umvælast, og ikki
minst, hvat tað fer at kosta.
Janus Thomsen sigur, at
talan er um einar 130 metrar
av grótkastinum, sum eru farn
ir, men harumframt er dekkið
á sjálvari bryggjuni sprongt
upp í gjøgnum á einum parti
av bryggjuni. Somuleiðis er
dekkið farið at hanga í einum
parti, so tilsamans er talan um
ein rættiliga umfatandi skaða.
Tann stóri spurningurin er
so, hvussu grótkastið skal ger
ast aftur í eini roynd at forða
fyri, at slíkt endurtekur seg.
Hetta er fjórðu ferð, hesi
hesi seinastu 35-40 árini, at
grótkastið fer stóran skaða í
brimi, men hetta er so nógv
tann størsti skaðin.
– Spurningurin er um vit
skulu gera tað aftur upp á
onkran annan máta hesa ferð
enn vit hava gjørt áður, sigur
Janus Thomsen.
Talan kann vera um betong,
ella um betongkløður, sum
verða brúktar aðrastaðni, ella
um onkur annar teknikkur er,
sum heldur betri.
Borgarstjórin
heldur,
at
møguleikarnir eiga at verða
gjølliga kannaður so at komm
unan ikki stendur í hesi støð
uni við jøvnum millumbilum.
Klára tað ikki sjálvi
Seinast, grótkastið fór illa, var
í 2008 og tá kostaði tað komm
ununi 11 milliónir at gera aftur.
Hesa ferð kostar tað undir
øllum umstøðum meir.
– Sama um tað fer at kostar
20 milliónir at gera skaðan aft
ur, ella um tað fer at kosta 50,
er tað púra greitt, at hetta klár
ar kommunan ikki sjálv, sigur
hann.
Hann vísir á, at komman
hevur nýliga gjørt barnagarð
fyri 20 milliónir, umframt at
tey heilt nýliga, hava skrivað
undir sáttmála um at gera
nýggjan bátahyl fyri 3,5 – 3,8
milliónir.
Hvalbiar kommuna fær ein
ar 23 milliónir inn í skatti um
árið, men tey hava eina láni
byrðu upp á eini 0,7 prosent av
eini álíkning.
Jørgen Niclasen, landsstýris
maður í fíggjarmálum, hevur
boðað frá, at tað er ikki vænt
andi, at landskassin fer at lata
fíggjarligan stuðul til komm
unur at umvæla brimskaðar
fyri.
Men Janus Thomsen hevur
ikki mist vónina um at tað
almenna fer at spja til, tí hann
sigur at hann hevur biðið um
fund við landsstýrismannin, tí
hann heldur, at tað slepst ikki
undan, at landskassin spjaðir
til.
– Vit hava spent bogan so
hart, sum vit kunnu. Skal hann
spennast meiri, støkkur hann,
sigur Janus Thomsen.
Hann sigur, at skal komm
unan bera allan kostnaðin
sjálv, verður ikki rúm fyri
nøkrum øðrum á fíggjarætlan
ini í nógv, nógv ár framyvir,
sigur hann.
Jørgen Niclasen, landsstýris
maður í fíggjarmálum, hevur
boðað frá, at tað er ikki vænt
andi, at landskassin fer at lata
fíggjarligan stuðul til komm
unur at umvæla brimskaðar
fyri.
Men Janus Thomsen hevur
ikki mist vónina um at tað al
menna fer at spja til, tí hann
sigur at hann hevur biðið um
fund við landsstýrismannin, tí
hann heldur, at tað slepst ikki
undan, at landskassin spjaðir
til.
Myndirnar vísa, hvussu um
fatandi skaðin er og umframt
at grótkastið er farið er dekkið
á
sjálvari
bryggjuni
eisini
sprongt upp ígjøgnum á ein
um parti av bryggjuni
Vit hava spent
bogan so hart,
sum vit kunnu.
Skal hann
spennast meiri,
støkkur hann