Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29 TÍÐINDI FMA tiltakið leygardagin var mest av øllum merkt av coronavirus, og hóast tiltakið varð hildið fyri tómum sali, megnaðu fyrireikararnir at avgreiða allar virðislønirnar Steinar Patursson Tiltakið, sum upprunaliga ætlað, var sum kunnugt avlýst vegna coronasmittuna. Rólant Waag Dam, fyriskipari, boðaði fríggjakvøldið frá, at fyri­reik­ ar­arnir mettu tað ikki vera ráði­ligt at hava so nógv fólk savnað á einum stað, og tí varð tiltakið avlýst. Arbeitt varð kortini við at skipa fyri einari sjón­varpssending, so virðis­ løn­irnar kundu avgreiðast á ann­an hátt. Leygardagin var greitt, at til­takið fór at halda fram í av­ mark­aðum hami. Virðis­løn­ir­n­ ar vórðu handaðar í Norð­ur­ landa­húsinum, men tað var utt­an pomp og prakt og fyri tóm­um sali. Upprunaliga var eisini ætl­ an­in at hava 11 beinleiðis fram­ førslur, men fyriskipararnir valdu ístaðin at banda upp­ tøkurnar fyrr á leygardegnum og síðani spæla tær so hvørt, sum tær áttu at verið. Á FMA í fjør gjørdist Eivør tann heilt stóri vinnarin, og hon vann tá tríggjar av teim­ um 17 virðislønunum, sum vóru latnar. Næstir vóru Teit­ ur og Jón Aldará úr bólkinum Ham­ferð, ið fingu tvær virðis­ lønir í part. Til FMA leygarkvøldið vóru virðislønirnar meira javnt býtt­ ar út, og ikki færri enn fýra nøvn fingu tvær virðis­lønir í part. Janus Rasmussen vann virðis­lønirnar Ársins sangara/ ein­leikara í opnum flokki, um­ framt virðislønina Ársins fram­ leiðari fyri útgávuna Vín, sum hann eisini sjálvur hevur gjørt. Janus Rasmussen var ikki til staðar í Norðurlandahúsinum, men hann sendi eina tøkk úr Íslandi, har hann býr. Jasmin vann annað árið á rað virðislønina fyri Ársins kvinnuliga sangara í popp/ rokk bólki, og aftrat teirri virðis­ lønini megnaði Jasmin hesa­ ferð eisini at vinna fyri Ársins útgávu fyri útgávuna I Know It's Over - eisini í popp/rokk bólki. Afenginn vunnu eisini tvær virðislønir í opnum flokki fyri útgávuna Klingra. Onnur virðis­ lønin var fyri Ársins útgávu, meðan hin var fyri Ársins tekst. Seinastur á listanum yvir tey, ið fingu tvær virðislønir, var Ingi Poulsen. Tað var sjálvandi landaplágan Kostbar, ið ognaði Inga Poulsen virðis­ lønina fyri Ársins sang í popp/ rokk bólki, umframt at sang­ urin eisini vann Áhoyrara­virðis­ lønina. Joe & The Shitboys vunnu í ár sína fyrstu FMA virðisløn, og virðislønin var fyri Ársins bólk/einstakling í popp/rokk bólki. Joe & The Shitboys fram­førdu á FMA í fjør, og síð­ an tá hevur bólkurin veruliga fingið luft undir veingirnar. Fyrsti plátusáttmálin er komin upp á pláss, og Joe & The Shitboys eru eisini á listanum hjá tónleikablaðnum NME yv­ ir topp 100 nøvnini at halda eyga við í 2020. Marius DC vann virðis­løn­ ina fyri Ársins nýggja navn, og saman við Jonas Langgaard var hann komin niðan í Norð­ ur­landahúsið at taka ímóti virðis­lønini. – Eg eri ræðuliga stoltur av hes­um her. Hetta er absolutt eitt sjokk fyri meg, segði ungi havn­arapparin, sum uttan iva verður at síggja á nógvum pall­um í summar. Aldursforsetin leygar­kvøldið var Kristian Blak, sum vann virðislønina Ársins tónleika­ heiður. Ársins tónleikaheiður verður latin fyri drúgt og gott arbeiði føroyskum tónleiki at frama, og fá munnu hava sett sítt fingramerki á føroyskan tónleiki í eins stóran mun og Kristian Blak. Tað sigur seg sjálvt, at tað kom illa við hjá FMA fyri­reik­ ar­unum, at coronasmittan forð­aði fyri at halda tiltakið, sum ivaleyst hevur kravt nógv­ar fyrireikingar. Og tað var eisini undarligt at síggja eina manntóma høll og mann­ tóm­an sal í Norður­landa­hús­ in­um, nú FMA tiltakið plagar at fylla øll plássini. Kortini eiga fyrireikararnir rós uppi­ borið fyri at fáa virðislønirnar avgreiddar, hóast umstøð­ur­n­ ar ikki vóru meira enn triðbest. FMA GRULV