mánadagur 9. mars 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
TÍÐINDI
Stór ósemja um
bústaðarpolitisk átøk
Ósemjan í
arbeiðsbólkinum,
sum hevur skrivað
frágreiðing um
bústaðarpolitisk
átøk, er so stór, at
Andras Róin, stjóri
á Bústøðum, sigur
seg taka frástøðu
frá frágreiðingini
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Vit hava ikki fingið okkara
viðmerkingar við í endaligu
frágreiðingina, og eg kann ikki
taka undir við henni. Vit á
Bústøðum fara at koma við
okkara
egnu
frágreiðing
í
næstu viku, har vit rætta tey
ringastu
mistøkini,
sigur
Andras Róin, stjóri á Bústøð
um, og ein av nevndarlimunum
í arbeiðsbólkinum.
Lurta eftir
grundgevingum
Fríggjamorgunin varð frágreið
ingin
um
bústaðarpolitisk
átøk løgd fram. Tey, sum hildu,
at nú fóru vit at fáa eina røð av
tilmælum frá eini samdari
nevnd um átøk at seta í verk
fyri at bøta um bústaðarneyð
ina í Føroyum, eru farin skeiv.
Tí tað var alt annað enn semja
um átøkini.
– Tað er ikki rætt, at stjórin
á Bústøðum ikki er hoyrdur.
Hann hevur verið við á øllum
fundum, ið nevndin hevur
havt. At hann sigur í dag, at
teir ikki vilja taka undir við
frágreiðingini, tað kann eg ikki
fyrihalda meg til. Eg eri ikki so
áhugaður í tí. Vit hava gjørt
eitt arbeiði fyri landsstýrið, og
so mugu tey brúka tað, sum
tey hava hug til. Og eg meti,
tað er týðandi, at tey brúka tað
út frá teimum grundgevingun
um, ið eru, og ikki út frá, um
fólk eru fornermað ella ikki,
sigur Regin Hammer, sum hev
ur verið formaður í arbeiðs
bólkinum.
Hava roynt at gjørt
vart við støðuna
Andras Róin er ikki samdur.
– Vit hava viðgjørt hetta í
stýrinum fyri Bústaðir. Eg má
siga, at vit kenna okkum ikki
aftur í frágreiðingini. Vit hava
verið ónøgd allatíðina. Vit
halda ikki, at frágreiðingin
fylgir arbeiðssetninginum, sum
eru gjørdir. Arbeiðssetning
urin nevnir millum annað,
hvussu vit kunnu økja útboði,
og at vit skulu gera nøkur til
mæli um tað. Spurnartekin er
sett við, um tað í heila tikið er
ein tørvur. Vit vita, at tað er,
men frágreiðingin sigur bara
kanska, sigur Andras Róin.
Spurdur
um,
hví
hesar
ósemjurnar ikki eru avgreiddar
innanhýsis, sigur Andras Róin.
– Vit hava roynt ferð eftir
ferð. Eg havi sent skrivlig boð
til formann, skrivara og til
allar nevndarlimirnar, hvat vit
vilja hava við. Okkara ynski
eru ongantíð gingin á møti.
Man hevur valt út, hvat er
tikið við. Vit síggja eisini, at
tað, sum var lagt fyri nevndina
mánadagin, og sum bara skuldi
rættlesast, ikki er tað sama,
sum nú liggur á borðinum. Ein
nýggjur kapittul er tikin inn,
sum gongur út uppá at tøma
Húsalandsgrunnin,
sigur
Andras Róin.
Álitisbrot
Men
formaðurin
afturvísti
hetta á fundinum, og segði, at
tit høvdu havt høvi á fund
inum mánadagin at gera við
merkingar, men at tað ikki
varð gjørt. Hvat sigur tú til
tað?
– Tað eru orð móti orð. Vit
gjørdu vart við longu frá byrj
an av, at um ein partur av
dagsskránni var at niðurleggja
Húsalandsgrunnin og harvið
Føroya Bústaðarfelag, so fóru
vit úr bólkinum. Tá varð sagt
ok, so varð tað tikið burturúr.
Nú er tað koyrt inn aftur uttan
at vit vita tað, uttan at vit hava
fingið gjørt viðmerkingar til
tað, og tað halda vit er so álv
arsamt, at tað er eitt álitisbrot
og tí mugu vit taka frástøðu
frá frágreiðingini, sigur Andras
Róin.
Lesa grundgevingarnar
Formaðurin hevur eina aðra
fatan av støðuni.
– Tað er ein strukturell
ósemja í bólkinum. Nøkur halda,
at javnseting er eitt vánaligt
hugskot yvirhøvur, og tey
halda, at tað eigur ikki at verða
javnsett, og so eru tað onnur,
ið halda, at tað er hetta, sum
skal til fyri at loysa trupul
leikarnar við bústaðarmarkn
aðinum, tí at vit mugu fáa
kapitalin í landinum at lyfta
við, sigur Regin Hammer.
Hevur frágreiðingin nakað
virði tá ið ósemjan er so stór?
– Tað má vera upp til les
aran, hvat virði hann leggur í
hetta. Lesarin í hesum føri er
landsstýrið. Tey hava fingið
nøkur hugskot frá okkum.
Hugskotini eru á hvør sínum
bógvi, og vit royna at lýsa tey
ymisku
sjónarmiðini,
sigur
Regin Hammer.
Regin Hammer, sum starvast í
Almannamálaráðnum, hevur verið
formaður í arbeiðsbólkinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Andras Róin, stjóri á Bústøðum, hevur verið
partur av arbeiðsbólkinum, men tekur tó
frástøðuni endaligu frágreiðingini
Mynd: Álvur Haraldsen