mánadagur 9. mars 2020síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
TÍÐINDI
Finna politiska semju
um bústaðarbygging
– Tað eru nógv uppskot í frágreiðingini.
Nú er tað mín avbjóðing, at fáa politiska
semju, so at ferð kann koma á bygging,
sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Tað kom greitt til sjóndar
undir framløguni, at tað er
ósemja
í
arbeiðsbólkinum,
men samstundis havi eg fingið
ymisk sjónarmið lýst. Vit skulu
minnast til, at tey, sum settu
arbeiðsbólkin, umboða ymisk
øki, eg má siga, at eg við opnum
sinni lesi uppskotini. Vónandi
verður tað ikki alt ov leingi, til
vit koma við eini loysn, sigur
Elsebeth Mercedis Gunnleygs
dóttur.
Sum landsstýriskvinna við
bústaðarmálum, hvat fert tú
at gera?
– Eg fari at gera alt, hvat eg
kann, fyri at vit kunnu gerast
samd innan hetta øki. Tað snýr
seg um at fáa ferð á, soleiðis at
tað verða íbúðir bygdar, so at
tey, sum bíða, kunnu fáa ein
møguleika at fáa eina íbúð,
sigur hon.
Hvønn leiklut skulu staðir
hava, og hvønn leiklut skulu
tey privatu hava á bústaðar
økinum í framtíðini?
– Tað eru ymiskt uppskot
nevnd í hesum sambandi, og
tað er tað, sum vit skulu fáa
eina semju um politiskt, sigur
landsstýriskvinnan.
Bústaðir er bara
eitt klípi á byggi
marknaðinum
– Vanligi føroyingurin hugsar ikki um,
um tað er Bústaðir ella tað eru privat,
ið standa fyri verkætlanunum. Tey vilja
bara hava møguleika at fáa eitt stað
at búgva í teirra nærumhvørvi fyri ein
rímiligan prís, sigur Bill Justinussen
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Løgtingsmaður fyri Mið
flokkin hevur ikki enn lisið
frágreiðingina frá arbeiðs
bólkinum, men hann heldur
tó ikki, at tað er javnseting
millum
Bústaðir
og
tað
privata, ið eigur at fylla so
nógv í kjakinum.
– Bústaðir hevur bygt
umleið 300 bústaðir, men
tilsamans eru umleið 18.000
bústaðir í Føroyum. Tí eru
Bústaðir bara eitt klípi á
byggimarknaðinum.
Tað,
sum vit heldur eiga at seta
ljóskastaran á, eru fígging
arleistir, um møguleiki er at
lata upp fyri betri fígging
artilboðum, og um til ber at
fáa somu møguleikar til
bygging kring landið sum
tað eru í Havn, sigur Bill
Justinussen.
Enn veit hann ikki, hvørja
loysn, samgongan kemur til.
– Vit hava ikki viðgjørt
hetta uppskotið í samgong
uni enn, tí vit hava bíðað
eftir
hesi
frágreiðingini.
Hvat vit koma til, veit eg
ikki, sigur hann.
Sjálvt um freistin at lata
uppskot inn í hesi tingsetuni
er farin, so heldur tingmað
urin tað ikki vera nakran
trupulleika.
– Við 17 undirskriftum frá
samgongutingfólkunum ber
til at fáa lagt eitt uppskot
fram, sigur Bill Justinussen.
Arbeiðsbólkurin
býtir seg í tvey
NIÐURSTØÐA: Arbeiðsbólkurin, sum hevur
skrivað frágreiðingina um bústaðarpolitisk
átøk, hevur býtt seg í tvey, tá ið talan
er um at javnseta treytir hjá Bústøðum
og privatum feløgum. Her eru partar
av niðurstøðuni í frágreiðingini
Eitt av høvuðspunktunum í
arbeiðinum hjá arbeiðsbólkin
um hevur verið at hugt eftir,
hvussu
treytirnar
hjá
Bú
støðum og privatum feløgum
kunnu verða meira javnsettar.
Í frágreiðingini skrivar ar
beiðsbólkurin millum annað
soleiðis:
– Vit hava hugsavnað okk
um um, hvussu Bústaðir for
rentar sínar íløgur samanborið
við, hvussu ein privatur for
rentar sínar íløgur, umframt
atgongdina
til
kommunal
grundøkir.
Víðari stendur:
– Ósemja er í arbeiðsbólk
inum um hesar spurningar, og
ein partur av arbeiðsbólkinum
mælir beinleiðis frá at javn
seta. Hin parturin av arbeiðs
bólkinum hevur tvey uppskot
til, hvussu treytirnar hjá Bú
støðum og tí privata kunnu
javnsetast, stendur í frágreið
ingini.
Bústaðir býtt í tvey
Fyrra uppskotið snýr seg um,
at Bústaðir frameftir verður
býtt sundur í ein meira avkast
gevandi part og ein minni av
kastgevandi part. Meira av
kastgevandi parturin fevnir
um verkætlanir í miðstaðaøkj
unum, meðan minni avkast
gevandi parturin fevnir um
verkætlanir aðrastaðni í land
inum, umframt vardar bústað
ir. Fyri meira avkastgevandi
partin verður eitt avkastkrav
upp á 4-6 % galdandi, meðan
avkastkravið upp á 1,925 %
framvegis verður galdandi fyri
minni avkastgevandi partin.
Víðkað til privat feløg
Seinna uppskotið snýr seg um,
at heimildin hjá kommunun
um at selja Bústøðum komm
unal grundøkir uttanum al
ment útboð verður víðkað til
privat feløg, ella at Bústaðir
frameftir heldur seg til at
keypa kommunal grundøkir á
almennum útboði.
Mangla semjur tvørturum
samgongu og andstøðu
Arbeiðsbólkurin vísir haraft
urat á, at tað í løtuni eru nógvir
grundleggjandi bústaðapolit
iskir
spurningar,
har
tað
mangla
semjur
tvørturum
samgongur og andstøður.
– Tað manglar ein yvir
skipað politisk støðutakan á
økinum. Tørvur er á at fáa
yvirskipaða politiska greiðu á
spurningum sum til dømis
hvønn leiklut skal tað almenna
gjøgnum Bústaðir hava, hvønn
leiklut skal tað privata hava,
hvussu stórt skal tað almenna
bústaðafelagið vera, og hvør
skal kommunali leikluturin
vera.
Arbeiðsbólkurin mælir at
enda til, at tað í næstum verð
ur skipað fyri einum aðalorða
skifti á løgtingi um bústaða
politikk – og um leiklutin hjá
Bústøðum frameftir.
Arbeiðsbólkurin
Í arbeiðsbólkinum hava sitið:
Regin D. Hammer, formaður,
Almannamálaráðið,
Tórir
Michelsen,
Fíggjarmálaráðið,
Andras Róin, Bústaðir, Elin
Hentze, áhugafelagið Búgva,
Rune Nørregaard, Felagið Pen
ingastovnar, Niels Winther,
Vinnuhúsið, Jóhan Lamhauge,
Kommunufelagið, og Gordon
Rajani, Mark.
Jákup Andrias Kristiansen,
Almannamálaráðið,
hevur
verið knýttur at arbeiðsbólkin
um sum skrivari.
Samgonguskjalið
um bústaðarmál
Fjølbroyttir bústaðarmøguleikar
til allar føroyingar
Tað er ein grundleggjandi
tørvur hjá øllum at hava ein
bústað, og eitt framkomið
samfelag eigur at tryggja
sínum
borgarum
henda
møguleikan.
Málið er at økja útboðið
av leiguíbúðum til privat og
av almennum bústøðum til
fólk við serligum tørvi. Ferð
skal fáast á aftur bygging av
vardum bústøðum, sambýl
um, bústovnum v.m. til fólk
við serligum tørvi.
Almenn og privat bústað
arbygging skulu javnsetast.
Bústaðarmarknaðurin
eigur at verða fjøltáttaður
við møguleika fyri sethús
um, eigara-, luta- og leigu
búðstøðum.
Ein loysn skal finnast á
vantandi fígging til bygging
kring alt landið.
Alternativir fíggingarmøgu
leikar til bústaðarbygging
verða kannaðir t.d. eitt sam
spæl millum pensjónsfeløg,
bankar, privat feløg, Bústað
ir vm.
Tinglýsingargjaldið verð
ur lækkað aftur.
Bill Justinussen, løgtingsmaður
fyri Miðflokkin
Mynd: Álvur Haraldsen
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
landsstýriskvinna við
bústaðarmálum
Mynd: Álvur Haraldsen