mánadagur 9. mars 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
TÍÐINDI
Almannatrygd og tænastur
fyri galdandi forsorgarlóg
Landsstýriskvinnan við almannamálum hevur lagt uppskot fram um
nýggja lóg, sum kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina frá 1967
Árni Gregersen
Uppskotið
um
nýggja
al
mannalóg var lagt fram av
seinastu samgongu, men datt
burtur, tá ið val var útskrivað
at vera í august í fjør.
Uppskotið bygdi á eitt álit
frá einum arbeiðsbólki, sum í
2017 gjørdi eitt álit um, hvussu
skilabest hevði verið at gera
eina nýggja forsorgarlóg.
Tað er hetta uppskotið um
vælferðarlóg, sum landsstýris
kvinnan við almannamálum,
Elsebeth Mercedes Gunnleygs
dóttur, nú hevur lagt fram aft
ur.
Millum annað eitur lógin nú
Løgtingslóg um almannatrygd
og tænastur. Uppskotið fær
1.viðerð í tinginum hósdagin.
Endamálið við lógaruppskot
inum er, at samfelagið hevur
eina lóggávu, har tænastur og
veitingar verða veittar við
støði í tørvi og ynski borgarans
í mun til egna lívsstøðu og
soleiðis, at borgarin, hóast tarn
ella sjúku, fær eitt fyri hann
nøktandi og innihaldsríkt lív.
Taðer eisini at brynja før
oyska vælferðarsamfelagið til
tær avbjóðingar, ið longu eru
og ikki minst standa fyri
framman.
Fólk liva longur, viðgerðar
hættir gerast alsamt betri, og
breið semja er um, at fólk ikki
skulu vera á sjúkrahúsi í langa
tíð, men skulu heldur hava
tænastur í nærumhvørvinum
so leingi sum gjørligt.
Samstundis gerast alsamt
færri skattgjaldarar at rinda
fyri vælferðartænasturnar.
Til arbeiðsmarknaðin
Hetta við, at alsamt færri fólk
hava tilknýti til arbeiðsmarkn
aðin, setir eisini krøv til sam
felagið. Vit gerast fleiri eldri, tí
vit liva longri og tí er neyðugt,
at so fá sum møguligt liggja á
sjúkrahúsum ella stovnum.
Ein av høvuðstættunum í
uppskotinum er tí, at veitingar
og tænastur skulu veitast við
tí fyri eyga at gera borgaran
sjálvhjálpnan.
Landsstýrið sigur í viðmerk
ingunum
til
uppskotið,
at
endamálið sampakkar væl við
heimsmálini hjá ST um burð
ardygga menning, sum lands
stýrið hevur gjørt av at virka
eftir, har limalondini millum
annað hava tikið undir við
stigvíst at minka um ójavnan í
samfelagnum.
Í uppskotinum er ein røð av
møguligum amboðum, sum Al
mannaverkið kann velja at
brúka fyri at hjálpa persónum,
sum hava tørv á antin fíggjar
ligari hjálp ella tænastu, fyri at
virka á jøvnum føti við onnur í
samfelagnum.
Grundleggjandi skulu væl
ferðartænasturnar
leggja
størri dent á at fyrbyrgja at
fólk koma illa fyri og hjálpin,
sum verður veitt,, skal eggja
fólki tila t gerast so sjálvhjálp
in, sum til ber.
Gamla lógin
Forsorgarlógin hevur í góða
hálva øld verið hornasteinurin
í føroyskum sosialpolitikki og
undir føroysku vælferðarskip
anini.
Forsorgarlógin er uppruna
liga donsk lóg, og var sett í gildi
fyri Føroyar í 1967.
Fyrstu ferð heitið “forsorg
arlóg” varð nýtt fyri sosiallóg,
galdandi í Føroyum, var í 1960,
men nýggj lóg kom í 1967, og
síðan er lógin vorðin broytt
munandi í fleiri umførum.
Í 1988 vórðu allar broyting
arnar savnaðar í eina sokallaða
lógarkunngerð,
men
fram
haldandi er tað lógin frá 1967
við seinni broytingum, sum er
heimildargrundarlagið.
Forsorgarlógin er smíðað í
eini tíð, har vælferðartænast
urnar vórðu skipaðar á annan
hátt enn í dag, og sum í stóran
mun bygdu á eina stovnsgerð
(institutionalisering) av borg
arum, ið bóru brek.
Seinnu
árini
hevur
Al
mannamálaráðið arbeitt stig-
og miðvíst við at dagføra lóg
gávuna soleiðis, at lóggávan er
meira í samsvari við nútíðar
hugsjón við atliti at viðurskift
um hjá fólki, ið bera brek.
Harumframt hevur verið
arbeitt við at fáa greiðari rætt
arstøðu og betra um løgfrøði
ligu og umsitingarligu karmar
nar hjá myndugleikum, sum
umsita tænastur og veitingar,
sum eru skipaðar sambært
forsorgarlógini.
Saman við hesum uppskot
inum leggur landsstýriskvinn
an eisini fram uppskot til løg
tingslóg um tvingsil, uppskot
til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um barnavernd,
uppskot til løgtingslóg um
broyting
í
løgtingslóg
um
heimatænastu og eldrarøkt
v.m. og uppskot til løgtingslóg
um broyting í løgtingslóg um
kærunevnd í almanna-, fam
ilju- og heilsumálum.
Samstundis verður verandi
forsorgarlóg sett úr gildi.
Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna við almannamálum,
hevur lagt uppskotið um nýggja forsorgarlóg fram
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, umsat almannamálini
í seinastu samgongu. Hon legði eisini eitt líknandi uåppskot
fram, men tað fall burtur, tá ið val var útskrivað