mánadagur 9. mars 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
TÍÐINDI
69/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
70/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (Heilivágsskráin, undantikin kunngering í Kunngerðablaðnum og danski tvíteksturin strikaður)
71/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at tryggja, at negativ renta ikki kann leggjast á lønarkontur og pensjónskontur
72/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um at dagføra KT- skipanina hjá Apoteksverkinum
73/2019 06-03-2020
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af forskellige love om
ændring af lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet (Ajourføre sagsbehandlingsregler og borgernes rettigh....
74/2019 06-03-2020
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed (Politiloven)
75/2019 06-03-2020
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om Politiets Efterretningstjeneste (PET) (PET-loven)
76/2019 06-03-2020
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af forvaltningsloven m.v.
77/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Hækkan av arbeiðsloysisstuðli og eftirløn av arbeiðsloysisstuðli)
78/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)
79/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
80/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum
(Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur)
81/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót og ábyrgdarbýti
ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)
82/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)
83/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)
84/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti
85/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Bensinstøðir fáa talgilda atgongd til upplýsingar úr akfarsskránni)
86/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um vakmyndatól í undirsjóvartunlunum og um rætt hjá tunnilsfeløgunum at fáa elektroniskar stakupplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni
87/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Dagføring av skattafríu upphæddini til sjálvboðið arbeiði innan ítróttaøkið)
88/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar (Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar)
89/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum
90/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan
91/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Noregs Kongsríkis hinumegin
92/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at góðkenna marknasáttmála millum stjórn Danmarkar Kongsríkis saman við Føroya landsstýri øðrumegin og stjórn Íslands hinumegin
93/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um talgildan samleika (Loyva peningastovnum at velja millum ymiskar undirskriftarloysnir)
94/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um elektriskan útbúnað, elektriskar innleggingar og elektriskt tilfar (Eltrygdarlógin)
95/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar)
96/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og løgtingslóg um skatt av rentutryggingum
v.m. (Rætting viðvíkjandi eftirløn uttanfyri Eftirlønarlógina, strikað prísjavning av upphæddum og ymiskar nágreiningar)
97/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)
98/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri námsfrøðingar við serkunnleika á dagstovnaøkinum og við serkunnleika í sernámsfrøði
99/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at dagføra lóg um starvsmenn
100/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at stytta arbeiðsvikuna
101/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at fremja lóggávu, ið forðar fyri, at útlendingar kunnu keypa jørð og bústaðir í Føroyum
102/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum eitt nú vegna aldur
103/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at skipa felags foreldramyndugleika fyri bæði foreldur
104/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung (Hækka aldurin upp til 18 ár)
105/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at geva persónum við bústaði og arbeiði á útoyggj ein serligan skattafrádrátt
106/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Eftirløn løgd afturat fyritíðarpensjón)
107/2019 06-03-2020
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020
108/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum
109/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at seta greið mál fyri landbúnaðin í Føroyum
110/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (At taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroyskt ræði)
111/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan (Skeið í fyrstuhjálp)
112/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum
113/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um málráð (Styrkja støðuna hjá føroyska málinum við samskipara)
114/2019 06-03-2020
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-2
115/2019 06-03-2020
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-3
116/2019 06-03-2020
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-4
117/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um menning av føroyskari filmsvinnu
118/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um frágreiðing um ætlaðu royndirnar og útlitini fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi
119/2019 06-03-2020
Uppskot til samtyktar um fjarstørv kring landið
120/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Heimild at loyva ávísum
matstovum og fyritøkum at innflyta borðvín og heimild til bryggjarí at selja beinleiðis til proviantering og tollfríar sølubúðir)
121/2019 06-03-2020
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
122/2019 06-03-2020
122/2019: Uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars
Nú fer Løgtingið av
álvara til arbeiðis
Framløgufreistinar gera, at arbeiðið hjá Løgtinginum
hópar seg saman eftir tíðarfreistunum
Árni Gregersen
Seinasta uppskot at leggja
uppskot fyri tingið í hesi
tingsetuni, var fríggjadagin
27.februar.
Tá
skuldu
uppskotini vera umsitingini í
Løgtinginum í hendi.
Hetta var galdandi fyri øll
uppskot, sum vanliga skulu
halda
tíðarfreistirnar
fyri
einari
vanligari
viðgerð
í
Løgtinginum.
Tað ber til at leggja uppskot
fram seinni í tingsetuni, men
tað krevur, at ein meirluti í
tinginum gevur frá vik frá
tíðarfreistini.
Tað er ógvuliga sjónligt í ár,
at tíðarfreistin ger, at uppskot
koma
í
tysasum
tingið.
Samgongan
og
landsstýrið
arbeiða við uppskotunum og
ofta verður hetta skipað við tí
fyri eyga, at tíðarfredistin skal
haldast.
Avleiðingin
er,
at
nógv
uppskot í senn verða latin
umsitingini í Løgtinginum.
So skarpt er tað ikki við
andstøðuuppskotunum, men í
ár vísir tað seg, at andstøðan
eisini bíðar til seinastu freist
at leggja uppskot fram.
Tilsamans fekk umsitingin í
løgtinginum 53 uppskot, men
tá skal eisini nevnast, atd
harímillum eru eisini uppskot
um eykajáttanarlógir.
Her er listin yvir uppskotini, sum vóru løgd fram senasta framløgudagin í hesi tingsetuni: