mánadagur 9. mars 2020síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
Sørvágs kommuna hevur
undirskrivað avtalu við S.J.H.
Commercial Divers um keyp
av 100 metrum av bátabrúm,
sum verða klárar at taka í
nýtslu í august mánaði í ár.
Soleiðis gongur at nøkta
tørvin á grundstykkjum
Umframt vanliga sethúsabygging
í kommununi, hevur Vága býrað
eisini samskift við Bústaðir um
bygging av íbúðum í kommununi
Vilmund Jacobsen
Vága kommuna hevur um dag
arnar almannakunngjørt sína
kunning fyri farna ár, og her
verður eitt nú nomið við
grundstykkjaspurningin.
Sagt verður í skrivinum, at
útstykkingarnar við Olivars
veg og Dagmarsgøtu eru lidn
ar, og her eru bert sjey grund
stykki eftir at selja.
- Byrjað verður væntandi í
næstum upp á nýggja útstykk
ing við átta grundstykkjum
eystan fyri Skaldaveg. Aarbeitt
verður eisini við at keypa lendi
til nýggja útstykking á Heiða
trøðni.
Fimm í Sandavági
Í Vága kommunu vísa tey á, at
seks grundstykki í farna ári
vórðu frábýtt við Stóraklett.
Trý av hesum eru longu seld.
Tað merkir, at í løtuni eru bert
fimm tøk grundstykki í Sanda
vági.
- Her verður arbeitt við at
gera nýggja útstykking sunn
anvert Fossá.
Í kunningarskrivinum verð
ur sagt, at Vága býráð hevur
samtykt at gera tey fýra
nýggju grundstykkini í Vatns
oyrum størri, soleiðis at stødd
in á stykkjunum nærkast 600
fermetrum.
- Trý av hesum eru tøk at
keypa.
Samskifti við Bústaðir
Vága býrað hevur eisini sam
skift við Bústaðir um bygging
av íbúðum í kommununi.
- Í løtuni er grundstykki til
fimm
íbúðir
við
Steingar
brekku í Sandavági um at vera
klárt. Ætlanin er, at Bústaðir
eisini skulu byggja heiman fyri
Skaldarveg í Miðvági, og ar
beitt verður við hesi ætlan í
løtuni.
Í Vága kommunu leggja tey
aftrat, at býráðið eisini er í
samskifti við Landsverk um at
gera eina rundkoyring á Gilja
nesi, niðan fyri bóndagarðin í
Eyðansstovu.
Tað er Landsverk, sum í løt
uni er í holt við hetta arbeiði,
og sum skilst verður stórt
verjugrót fingið til vega úr
Skopun.
Heiðursbrøv
í ferðavinnu
Vilmund Jacobsen
Á árligu Ferðavinnustevn
uni, sum í ár verður í
Kongshøll og SILO hin 20.
mars, verða heiðursbrøv
handað ársins ferðavinnu
fólki, ársins eldsál og árs
ins nýbroti.
Í Vinnuhúsinum vita
tey í dag at siga, at til
nevningar við grundgev
ingum kunnu sendast sum
boð til Ferðavinnufelagið á
Facebook ella við teldu
posti til birita@industry.
fo, og hetta skal gerast í
seinasta lagi fríggjadagin
hin 13. mars.
Í
dómsnevndini
sita
Henny á Líknargøtu fyri
Ferðavinnufelagið, Guðrið
Højgaard fyri Visit Faroe
Islands og Barbara Sam
uelsen fyri kunningarstov
urnar.
SALT: Tað eru nú nøkur ár síðan, at
M.J. Saltsøla flutti úr Havn og inn á
Toftir, har saltveitarin bygdi nýggja
goymslu. Nakrar ferðir um árið kemur
skip við salti, og soleiðis var eisini nú
um dagarnar, tá saltgoymslan var tóm.
421 íbúðir aftrat
Næsta útstykking í Hoyvík
verður á Stórubrekku við umleið
100 grundstykkjum
Vilmund Jacobsen
Á kombineraða ídnaðar- og
bústaðarøkinum við Karla
magnusarbreyt eru tilsam
ans 47 byggiøki, har tey flestu
nú eru bygd, ella bygging er
ávegis. Trý av hesum økjum
verða gjørd til parkeringsøki.
Tey byggiloyvi, sum higar
til eru givin, fevna um 254
íbúðir. Verður hugt at saml
aðu nøgdini, tá øll endaligu
byggiloyvini eru givin, verður
talan um 421 íbúðir tilsamans.
Tað merkir, at farna ársskiftið
vantaðu 167 íbúðir at verða
gjørdar lidnar, men arbeiðið
gongur skjótt.
- Verandi byggiloyvi fevna
um 421 íbúðir, men her skal
leggjast aftrat, at á fleiri av
stykkjunum er møguleiki at
byggja meira, siga tey í Tórs
havnar kommunu í dag.
Næsta útstykking í Hoyvík
er á Stórubrekku, og her
verða umleið 100 grundstykki
til kombineraða bygging.
- Klárt verður at bjóða ar
beiðið út í summar, verður
lagt aftrat.