mánadagur 9. mars 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
Fleiri størv leys
at søkja í Tvør-
oyrar kommunu
Tað eru
spennandi tíðir
fyri framman
í Tvøroyrar
kommunu
Vilmund Jacobsen
Í løtuni eru fleiri størv
leys at søkja í Tvøroyrar
kommunu.
- Nú vit hava fingið
nýggjan barnagarð, og
barnatalið veksur í stór
um, er tørvur á náms
frøðingum til barnagarð
in, Mýrifípan. Eisini er
tørvur á fólki til køkin.
Í Tvøroyrar kommunu
vísa tey á, at í løtuni
verður søkt eftir fýra
námsfrøðingum,
og
eisini verður søkt eftir
fólki til køkin í barna
garðinum.
Ungdómshúsið
Nú vit hava fingið eftir
skúla til býin, og Pól Arni
Holm hevur tikið við
róðrinum her, er greitt,
at neyðugt eisini verður
við nýggjum leiðara til
Ungdómshúsið á Tvør
oyri, sum er Pakkhús 4 á
havnalagnum.
Í Ungdómshúsinum á
Tvøroyri savnast ung at
hugna sær saman eftir
skúlatíð, og her verður
nú lýst eftir nýggjum
leiðara fyri Pól Arna
Holm.
Eisini lærupláss
At enda er eisini eitt
lærupláss leyst at søkja í
umsitingini hjá Tvøroyr
ar
kommunu.
Læru
plássið fevnir um upp
gávur, sum umsitingin
hjá Tvøroyrar kommunu
tekur sær av í breiðum
høpi.
- Talan er eitt nú um
bókhald, lønarviðurskifti,
móttøku og uppgávur
við atliti til at skriva
formlig brøv og brúk av
journal- og KT-skipanum
hjá kommununi, verður
lagt aftrat.
Í síðstu viku vórðu
boraðir tilsamans 120
metrar av
Sandoyartunlinum, 46
metrar í Traðardali og
74 á Gomlurætt. Nú eru
boraðir 3.353 metrar
av tilsamans 10.785,
sum tunnilin verður
langur.
Áhugafelagið
Undirhúsið
á Toftum verður
stovnað
Viðtøkur fyri felagið verða lagdar
fram, og val verður av nevnd
Vilmund Jacobsen
Mikudagin hin 11. mars
klokkan 15 verður stovn
andi aðalfundur av áhuga
felagnum,
sum
fær
navnið Undirhúsið á Toft
um. Tað er Haldor Gaard
bo, sum vegna fyrireik
ararnar hevur kallað inn
til fundin, sum eisini
verður í Undirhúsinum.
Tað fyrsta, sum verður
á skránni til stovnandi
fundin, verður val av
fundarstjóra, og síðan
verður framløga av við
tøkum fyri Áhugafelagið
Undirhúsið. Tá hesi ting
ini eru fingin upp á pláss,
verður felagið stovnað,
og nevnd verður vald.
Onnur mál, sum verða
á skránni í Undirhúsin
um á Toftum seinnapart
in mikudagin, verður val
av
grannskoðara
til
áhugafelagið, ásetan av
limagjaldi
og
ymiskt,
sum fólk kunnu hava
upp á hjartað.
Soleiðis
gongur
at fiska
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin vóru
flestu ísfiskalínuskip
og frystilínuskip
til fiskiskap. Eitt
ísfiskalínuskip
er nýliga byrjað
túr í íslendskum
sjógvi, og øll hini
ísfiskaskipini vóru í
føroyskum sjógvi.
- Fleiri ísfiskalínuskip
koma inn at landa í
dag, og okkurt skip
kemur helst seinni í
vikuni. Línuskipini fáa
mest av longu, toski,
hýsu og brosmu.
Á Fiskamarknaði
Føroya vistu tey
fríggjadagin at siga,
at fimm frystilínuskip
fiska í íslendskum
sjógvi, og tvey eru í
føroyskum sjógvi.
Øll línuskipini hava
góðan fiskiskap.
- Streymurin verður
sera harður, og veðrið
verður ivasamt. Tí
verður ikki roknað við
nógvum línuútróðri
hesa vikuna.
Fríggjadagin vóru
flestu partrolarar
til fiskiskap, men nú
verður aftur sagt frá
smáligum fiskiskapi.
Partrolararnir koma
inn at landa, sum
henda vikan gongur.
- Tríggir
djúpvatnstrolarar eru
eisini til fiskiskap. Ein
fiskar tosk og hýsu,
ein fiskar kongafisk,
og ein fiskar stinglaks.
Allir koma at landa
hesa vikuna.
Fríggjadagin vóru allir
teir smáu trolbátarnir
uttan ein norðanfyri.
Teir fáa mest at
toski og nakað av
hýsu og flatfiski.
- Væntandi er, at
flestu trolbátar
koma inn at landa
fyrst í hesi vikuni.
Trý garnaskip
fiska svartkalva, og
fiskiskapurin hjá
garnaskipum er
heldur frægari nú.
- Tveir landa í dag,
og hin triði kemur
inn at landa í
endnum av vikuni,
verður lagt aftrat.
VIÐLÍKAHALD: Alla
hesa vikuna verður
høllin í Bygdahúsinum
á Strondum stongd
vegna viðlíkahald.
Tískil verður einki
dagligt virksemi í
høllini - frá í dag,
mánadagin hin 9.
mars, at rokna og
restina av vikuni.