mánadagur 9. mars 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Sjálvt um tað ongin dystur
bleiv spældur í Betri deildini
um vikuskiftið, so er hevur tað
verið rokaligt. Fríggjadagin
vóru boðini, at spælast skuldi
uttan áskoðarar. Leygarkvøldið
vóru boðini at ongin dystur
skuldi spælast. Feløg sum HB,
B36 og seinast eisini KÍ komu
við hvassum atfinningum av
handfaringini av málinum.
Tað byrjaði fríggjakvøldið,
tá Heilsumálaráðið komu við
einum tilmæli um, at ikki hava
tiltøk, sum savna fleiri enn 500
fólk. Útmeldingin hjá heilsu
málaráðharranum, Kaj Leo H.
Johannesen, var eitt sindur
ógreið. Tá hann bleiv spurdur
um hvønn týdning hevði fyri
fótbóltsvikuskiftið, var svarið
at tað var upp til fyriskiparnar
at fylgja tilmælinum, sum tó
undir ongum umstøðum var
eitt krav.
Hetta leggur alla ábyrgdina
yvir á ítróttarsambondini at
taka avgerð. Fríggjakvøldið
boðar Fótbóltssambandið frá,
at dystirnir í 1. umfari verða
spældir uttan áskoðarar.
- Eftir at heilsumyndug
leikarnir fyrr í kvøld komu
við áheita um, at øll almenn
tiltøk, har fleiri enn 500 borg
arar væntast at savnast, annað
hvørt verða útsett ella fyri
skipað uttan áskoðarar, hevur
Fótbóltssamband Føroya gjørt
av, at allir dystirnir í Betri
deildini hjá monnum komandi
tvær vikurnar verða leiktir
uttan
áskoðarar.
Umframt
áskoðaraforboðið verða eisini
onnur fyribyrgjandi tiltøk sett
í verk til dystirnar í landskapp
ingini sum avleiðing av Corona
virussinum.
Millum
annað
verður siðbundna lógvatakið
áðrenn
dystarbyrjar,
har
leikarar og dómarar heilsast,
ikki nýtt fyribils, skrivaði FSF
í tíðindaskrivi.
Alt avlýst leygarkvøldið
Leygarkvøldið veldur Starvs
nevndin
hjá
Fótbóltssam
bandinum at útseta 1. umfar til
15. mars.
-Starvsnevndin í FSF hevur
efturmett avgerðina at spæla
1. umfar í Betri Deildini hjá
monnum
uttan
áskoðarar,
og hevur í staðin avgjørt, at
allir dystirnir í 1. umfari verða
útsettir til 15. mars
Boðini
koma
ikki
fram
fyrr enn á kvøldi og nú tala
feløgini at. Eftir útmeldingina
koma HB og B36 við hvøssum
atfinningum móti avgerðini hjá
Fótbóltssambandinum.
-Vit
í
Havnar
Bóltfelag
standa spyrjandi aftaná at fáa
ein teldupost frá FSF, um at
fyrsta umfar í Betri deildini er
útsett, og ikki verður spælt sum
ætlað. At eingin grundgeving
er fyri hesi avgerð, er sera
undrunarvert. Felagið, venjarar
og fólk rundan um felagið hava
arbeitt hart fyri at verða til
reiðar til dystirnar í morgin,
undir teimum fortreytum sum
heilsumynduleikarnir
hava
mælt til. Tað eru ongar heilsu
fakligar grundgevingar fyri at
útseta umfarið. Tí mugu vit
seta spurningar til hvussu av
gerðin kann verða tikin, uttan
so mikið sum at seta seg í
samband við tey feløg, sum
hava góðtikið fyrru avgerðina,
skrivar HB í almennum skrivi.
Grannarnir í B36 eru av
somu áskoðan.
-Vit sendu tykkum fyrr í
kvøld eina undran um, hvussu
tilgongdin
í
samband
við
avlýsing av Betri umfarinum
í morgin sýntist at fara fram.
Nú eftirfylgjandi undrast vit
ikki minni, og vit í B36 eru als
ikki nøgd við, hvussu hetta
er farið fram. Vit góðtóku og
virdu fyrru avgerðina, og hava
lagt okkara dystarfyrireiking
til rættis útfrá hesum. At taka
eina so týðandi broyting sum
at avlýsa umfarið í morgin,
uttan at vit sum felag eru
við í tilgongdini, uttan at fáa
grundgevingar, uttan at fáa
svar uppá, hvat verður gjørt
við áskoðaratrupulleikan og
seinast, men ikki minst, ikki at
verða kunnaði áðrenn tíðindini
frættast frá øðrum enn FSF.
Tað má staðfestast at vera á
einum støðið, ið ikki sømir seg
einum fótbóltssambandi, skriv
aði B36.
Í gjár kom KÍ eisini við síni
undran um avgerðina, ið ongin
ordiliga vil kennast við.
- FSF tók eina avgerð um at
forbjóða áskoðarum at koma
til dystin ímillum KÍ og B36.
Hesa avgerð tók nevndin hjá KÍ
ikki undir við, av tí at vit ikki
mettu at tað var besti mátin at
fylgja tilmælinum frá heilsu
mynduleikunum uppá, skiv
ar nevndin hjá KÍ, sum eisini
vísur á aðrar avbjóðingar við
at steingja portrini.
- Um vit valdu at stongja
portrini vóru vit vís í, at
fólk fóru at samlast kring
hegnið uttan at vit kundu
stýra
fólkamongdini.
Vit
skiltu at sporleikin á smittuni
er mest umráðandi, fyri at
mynduleikarnir kunnu finna
fram til møgulig smittaði. Vit
sendu FSF hesa ætlan men
hoyrdu einki aftur uttan at um
farið var útsett, sigur nevndin
hjá KÍ.
Hoydu einki aftur
Nevndin hjá KÍ sigur eisini,
at tey settu seg í samband
við Fótbóltssambandið, men
hoyrdu ongantíð nakað aftur.
Ein kritikkur av mannagongd
ini hjá Kappingarnevndini hjá
Fótbóltssambandinum er, at
feløgini ikki eru hoyrd.
- Vit undrast á hvussu FSF
hevur valt at handfara hesa
støðuna, uttan at tosa við
feløgini, har vit saman kundu
funnið
eina
loysn.
Eingin
ivi skal vera um, at KÍ tekur
koronasmittuna
í
stórsta
álvara og vil til eina og hvørja
tíð fylgja tilmælunum frá
heilsumyndileikanum, skrivar
nevndin hjá KÍ.
Nú mugu allar fótbóltsglaðir
føroyingar og onnur, ið hava
áhuga fyri føroyskum fótbólti
bíða í eina viku eftir at fáa bólt
in á rull í ár.
trondur@sosialurin.fo
Tað komu tvær ymiskar meldingar úr Fótbóltssambandinum um vikuskiftið, sum seta spurnartekin
við mannagongdirnar í samband við coronavirusið og vandarnar, sum fylgja við
FÓTBÓLTUR
Fótbóltur:
ONGIR ÁSKOÐARAR
ONGIR ÁSKOÐARAR
BLEIV TIL ONGAR DYSTIR
BLEIV TIL ONGAR DYSTIR