mánadagur 9. mars 2020síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Leygardagin fór bólturin á rull
í næstbestu deildini.
Nýggj lið í næstbestu deild
ini eru bara tey bæði liðini, sum
fluttu upp úr 2. deild, tí einki
lið flutti niður úr bestu deildini
ífjør.
Nýggju liðini – AB og FC
Hoyvík – áttu bæði heimavøll,
og felags fyri tey bæði var,
at tey løgdu rygg til tap.
Høvuðsstaðurin eigur fýra lið
í næstbestu deildini. Tey taptu
øll í fyrsta umfari og eru á fýra
teimum niðastu plássunum.
Klaksvíkingar vóru drúgvir
AB – KÍ 0-2
KÍ vann gull í fjør, og KÍ legði
bragdliga fyri. 17 ára gamli
verjuspælarin Børge Petersen
setti hol á eftir horna úr
vinstru. Tá var ein hálvur tími
farin, og spenningurin helt sær
til tólv minuttir undan leikloki,
tá ið Kristian Eliasen staðfesti
2-0 sigurin.
Tað leyp ikki so nógv av
hjá KÍ, tí lítla løtu undan, at
gestirnir øktu um leiðsluna
til 2-0, var ein av heimamonn
unum í sera góðari støðu at
javna, men Hannis Matras í KÍ
málinum vann tvídystin við
mótstøðumannin.
Hjá KÍ var Hjalgrím Elttør
aldursforseti og veteranurin
Kristoffur Jakobsen var eisini á
listanum. Har vóru eisini Jonn
Johannesen, Steinbjørn Olsen
og Óli Eyðsteinsson Poulsen.
Hesir tríggir síðst nevndu eru
millum teir, sum kappast um
plássini á besta liðnum.
Hjá KÍ vóru seks av teimum
fyrstu ellivu yngri enn 20 ár.
Hjá AB vóru fimm spælarar
yngri enn 20 ár. Elsti maður var
34 ára gamli Pedro T. Anton,
sum undan hesum kappingar
árinum skifti frá B68 og til AB.
Avgjørdu í síðstu løtu
NSÍ – HB 2-0
Tað var spenningur alla tíðina,
tá ið NSÍ hevði vitjan av HB. Í
síðsta minutti, tá ið HB í eina
løtu hevði lagt nógv fyri í
royndini at javna, skoraði NSÍ
til 2-0. Málskjútti var 17 ára
gamli innskifti Jóel Høgnason,
sum var fyri fyrstu ferð á næst
besta NSÍ liðnum.
19 ára gamli Pætur T. Skipa
nes skoraði fyrsta málið í lands
kappingini við Løkina í ár. Tað
gjørdi hann í sætta minutti.
Haraldur R. Højgaard, sum í
vetur flutti av Skála og til NSÍ,
var á miðvøllinum hjá heima
liðnum. Búi Egilsson, sum
var fastur maður á besta NSÍ
liðnum í fjør, spældi fyrra hálv
leik. Orsaka av skaða hevur
hann vant millum lítið og einki
saman við liðfeløgunum.
Á HB liðnum var eingin
spælari, sum verður roknaður
millum fremstu evnini at
vera við til at manna
besta liðið.
Víkingur fór
við øllum
FC Hoyvík –
Víkingur 1-3
Oddbjørn
Joen
sen er nýggjur
venjari í FC Hoy
vík, og málið er at
sleppa undan at
flyta niður.
Sammett við fleiri
av hinum liðunum og
ikki minst við Víking,
sum leygardagin var gestur
á vøllinum við Løgmannabreyt,
so er miðalaldurin á liðnum hjá
FC Hoyvík væl hægri.
Bara ein av teimum fyrstu
ellivu leygardagin var undir 20
ár. Tað var 19 ára gamli Villiam
Klein, sum í vetur flutti úr HB
og til FC Hoyvík. Hann átti
næstsíðsta fótin á, tá ið Hugin
Ferber fimm minuttir undan
steðginum legði FC Hoyvík
framum.
Hóast fleiri av teimum, sum
í fjør vóru við til at manna
liðið hjá Víkingi, nú royna seg í
øðrum feløgum, so vóru víking
arnir drúgvir leygardagin.
Tíggju minuttir eftir steðgin
javnaði
Ási
Dalheim
Ras
mussen til 1-1, og aftur tíggju
minuttir seinni umsetti Óla
Kristian Jacobsen brotsspark
til 2-1. Rani Hansen staðfesti
3-1 sigurin.
Á liðnum hjá Víkingi vóru
fimm spælarar yngri enn 20 ár
millum teir fyrstu ellivu.
B68 fekk fult
B36 – B68 0-1
Toftamenn vunnu 1-0 í Gunda
dali. Málið skoraði Andri Benja
minsen, tá ið ein tími var farin.
21 ára gamli Andri Benjamin
sen er aftur í barndómsfelag
num, eftir at hann í seks ár
hevur spælt í øðrum feløgum.
Í 2018 var hann á Skála, og 2015
– 2017 og 2018 – 2019 var hann
í NSÍ.
Í fyrsta týdningarmikla
dystinum fyri B68 var hann
avgerandi, so toftamenn fingu
góða byrjan. Teir fjala ikki,
at dreymurin er, at tað skal
eydnast teimum at vinna seg
aftur í bestu deildina.
Hjá B36 vardi Mattias Lam
hauge málið og millum liðfelag
arnar hjá honum var Bárður
Olsen, sum er aftur í B36, eftir
at hann í nøkur ár hevur verið
á Argjum.
B71 hevur gott tak
á 07 Vestur
B71 – 07 Vestur 1-1
Tað roynist ikki væl hjá 07
Vestur á útivølli ímóti B71. Í
fjør vunnu sandoyingar báðar
heimadystirnar ímóti 07 Vest
ur. Annar endaði 3-2, og hin
endaði 4-1. Hesi tapini áttu stór
an lut í, at 07 Vestur ikki flutti
upp í bestu deildina.
Leygardagin vóru vágamenn
aftur á Sandi, og heldur ikki
hesa ferð eydnaðist tað at
vinna fulla úrtøku. Úrslitið var
1-1, og bæði málini vórðu skorað
í fyrra hálvleiki.
Í vikuni varð tað greitt, at
Gilli Samuelsen, sum hevur
ættarbond í Sandavági, fór at
flyta úr B36 og til 07 Vestur.
Hann spældi eisini í Vágum
fyrru hálvu í 2018, tá ið 07 Vest
ur var í bestu deildini. Síðani
hevur hann aftur verið í barn
dómsfelagnum B36.
Longu í 8. minutti legði Gilli
Samuelsen
gestirnar
fram
um, tá ið hann setti bóltin
framvið Jóhan Herálvi Hentze
í heimamálinum. Heimamenn
inir svaraðu aftur í 23. minutti.
Málskjútti var Tummas Pauli
Olsen.
Tíggju minuttir eftir steðgin
varð heimaliðið undirmannað.
Tá sá Tijani Mohammed gula
kortið fyri aðruferð og harvið
eisini reyða kortið. Tijani Mo
hammed plagar annars ikki
at vera tann, sum so ofta sær
kortini. Eitt nú sá hann í fjør
gula kortið bara tvær ferðir og
ongantíð tað reyða.
Hóast
gestirnir
mann
ingarliga
vóru
omaná
síðsta stóra hálva tíman,
so eydnaðist tað ikki at
skora sigursmálið.
Uppflytararnir taptu á heimavølli, og tey
trý, sum í fjør endaðu ovast, vunnu øll
2. umfar
Leygardagin 14. mars
KÍ – B36
NSÍ – B71
B68 – FC Hoyvík
07 Vestur - AB
HB - Víkingur
1. DEILD støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
Víkingur II
1
1
0
0
3
1
+2
3
2
NSÍ II
1
1
0
0
2
0
+2
3
3
KÍ II
1
1
0
0
2
0
+2
3
4
B68
1
1
0
0
1
0
+1
3
5
B71
1
0
1
0
1
1
0
1
6
07 Vestur
1
0
1
0
1
1
0
1
7
B36 II
1
0
0
1
0
1
-1
0
8
FC Hoyvík
1
0
0
1
1
3
-2
0
9
HB II
1
0
0
1
0
2
-2
0
10
AB II
1
0
0
1
0
2
-2
0
NSÍ – HB 2-0 (1-0)
1-0: Pætur T. Skipanes 6.
2-0: Jóel Høgnason 90.
FC Hoyvík – Víkingur
1-3 (1-0)
1-0: Hugin Ferber 40.
1-1: Ási D. Rasmussen 54.
1-2: Óla Kristian Jacobsen br 64.
1-3: Rani Hansen 71.
AB – KÍ 0-2 (0-1)
0-1: Børge Petersen 29.
0-2: Kristian Eliasen 78.
B36 – B68 0-1 (0-0)
0-1: Andri Benjaminsen 60.
B71 – 07 Vestur
1-1 (1-1)
0-1: Gilli Samuelsen 8.
1-1: Tummas Pauli Olsen 23.
FÓTBÓLTUR
1. DEILD:
SØGAN
SØGAN ENDURTÓK SEG
ENDURTÓK SEG