mánadagur 9. mars 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Hallur Hansson var í gjár
partur av einum sermerktum
dysti, tá AC Horsens vann 1-0 í
Parkini móti FCK. AC Horsens
hevur
annars
fingið
eina
vánaliga byrjan upp á seinnu
hálvu av kappingarárinum.
Liðið hevur tapt allar tríggjar
dystirnar undan dystinum í
gjár. Av tí sama vóru vónirnar
einki serligar undan dystinum.
-Vit
møta
einum
–
á
pappírinum
–
sterkum
mótstøðuliði, men styrkin vísti
seg ikki at vera so ræðandi.
Vit fóru óimponeraðir fram
at trýsta teir tað mesta av
dystinum, og fingu teir at spæla
nógv við longum sendingum.
Tað passar okkum bara heilt
fínt. Og so skora vit uppá ein
deyðbólt, tá tíggju minuttir
eru eftir. Tá var rímiliga lætt
at verja tað heim, sigur Hallur
Hansson, sum var á vøllinum
allan dystin.
AC Horsens spældi so seint
sum í vikuni í donsku steypa
kappingini, har tað endaði
við longdari leiktíð og brots
sparkskapping,
áðrenn
AC
Horsens vann seg víðari móti
Silkeborg IF. Tað ger bara
sigurin enn meiri imponerandi,
tí AC Horsens hevur ikki ein
breiðan hóp.
Parkin var tóm
Tað plagar at verða nógvur
larmur, tá spælt verður í
Parkini. FCK hevur vanliga
nógvar áskoðarar til heima
dystirnar, men í gjár var bara
ein áskoðari í Parkini. Ståle Sol
bakken hevur fingið bann og
kundi tí ikki sita á bonkinum
saman við eykaspælarunum
og restini av venjaratoyminum.
Tað gav kanska AC Horsens ein
fyrimun, tí FCK fær ikki hjálp
av
ídnu
viðhaldsfólkunum,
men tað ávirkar eisini stemn
ingin á leikvøllinum.
-Nei, tað var ikki serliga
skeg. Sum eg segði við Horsens
Folkeblad, so hevði stemn
ingurin verið væl villari við
áskoðarum. Tað minti eitt
sindur um ein venjingardyst,
sigur Hallur Hansson.
Orsøkin er coronavirusið,
ið ger um seg kring tað mesta
av heiminum eftirhondini. Tað
hevur eisini ávirkan á lívið sum
fótbóltsspælari í AC Horsens.
-Sum alla aðrastaðis, so
hevur verið prátað nógv um
corona. Her í AC Horsens hava
teir verið dugnaligir til ikki at
taka nakrar kjansir. Her er einki
lógvatak millum liðfelagar, teir
hava fjernað alla dagliga gongd
á stadion. Tað eru bert vit her,
hondspritt er allastaðni og vit
hava fingið forboð at vera á al
mennum støðum, har onnur
fólk eru, sigur Hallur Hansson.
Má onkuntíð traðka á
tarnar hjá liðfeløgum
Hallur Hansson er liðskipari
hjá AC Horsens og undan
gongumaður,
tá
tað
skal
stríðast. Tað kom til sjóndar,
tá
AC
Horsens
fyri
viku
síðan tapti á heimavølli móti
Randers. AC Horsens kundi
fingið eitt brotsspark, men tað
vildi Hallur ikki hoyra talan um
tá. Hann segði millum annað:
-Tað er ein lorta kensla vit
hava og eg havi tað ikki gott nú.
Vit lata ov lætt mál ígjøgnum
og tað kann ikki halda fram.
Vit mugu finna upp á okkurt
annað. Tað verður ringt at
vinna, tá tú letur tvey til trý
mál inn hvønn dyst. Vit gera
fleiri ting væl og skapa nakar
møguleikar, men vit lata ov
nógv mál inn. Eg tími ikki at
tosa um dómaran. Tað er upp
til okkum at arbeiða harðari,
segði Hallur Hansson argur á
málinum. Hann fekk rós frá
frásøgumanninum
og
við
merkjaranum á TV3 Max, sum
vísti dystin, tí hann liðskiparin
var erligur og vildi iki geva
dómaranum skyldina.
Síðani hevur AC Horsens
vunnið seg víðari í steypa
kappingini og vunnið á FCK í
Superliguni. Hallur ásannar, at
hann brúkti stór orð, men tað
vísur eisini á, at hóast talan
er um vinmenn, so eru teit
liðfelagar fyrst og fremst.
-Tað kann væl vera, at tú sum
liðfelagir eru vinmenn, men tú
ert fyrst og fremst liðfelagir.
Tá alt kemur til alt, so spæla
vit fótbólt fyri at vinna. Tað
merkir, at tú viðhvørt møguliga
traðkar á tarnar á onkrum, so
má tað verða soleiðis. Eftir
okkara vánaligu byrjan hava
vit allir verið klárir yvir, at har
skuldu aðrir bollar í suppuna
og tað vístu vit so dyggiliga í
gjár, sigur Hallur Hansson.
Langur vegur á mál
Hóast tað er stórt at vinna í
Parkini, so gevur tað ikki fleiri
enn trý stig. AC Horsens er
komið í niðurflytingarvanda, tí
liðið endar í einum av tveimum
niðurflytingarbólkunum.
-Sum tað sær út nú, so
enda vit í dynamit-bólkinum
í niðurflytingarspælinum. Øll
segl verða sett inn fyri ikki
at enda á triðja plássinum í
Hallur Hansson og AC Horsens vunnu í
gjár púra óvæntað 1-0 á FCK í Parkini.
Sermerkt við dystinum er, at tað var
bara ein áskoðari. Tað var venjarin hjá
FCK, Ståle Solbakken, sum hevði bann
Útisetar:
FÓTBÓLTUR
HALLUR:
HALLUR: VIT HAVA
VIT HAVA
FORBOÐ FYRI AT
FORBOÐ FYRI AT
VERA Á ALMENNUM
VERA Á ALMENNUM
STØÐUM
STØÐUM