Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2020síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR bólkinum, sum skal út í ein upp og niðurflytingardyst. Málið hjá felagnum er at yvirliva, so tað er at samla so nógv stig sam­an sum møguligt, sigur Hallur Hansson at enda. AC Horsens hevur 28 stig á 10. plássi. Brandur á máltalvuna Brandur Hendriksson Olsen kom á máltalvuna fyri Helsingborg IF um vikuskiftið. Hann skoraði eitt vakurt mál, tá Helsingborg IF vann 5-2 á Lunds BK, sum spælir í triðj­ bestu deildini. Føroyski lands­ liðsspælarin byrjaði á miðjuni í venjingardystinum. Tað var 2-0, tá Brandur Hendriksson Olsen við framúr skoti úr tjúgu metrum skoraði til 3-0. Helsingborg IF vann dystin 5-2. Allsvenskan byrjar fyrst í apríl mánaði. Í løtuni bendir nógv á, at skálvíkingurin í Helsingborg verður ein partur av liðnum. Ongin Viljormur ella Heini Hvørki Viljormur Davidsen ella Heini Vatnsdal vóru á vøllinum um vikuskiftið. Vejle vann 1-0 á útivølli móti Hvidovre IF, men Viljormur Davidsen var ikki í hópi­num. Heini Vatnsdal sat á bonkinum allan dystin, tá Fremad Amager í yvirtíðini tapti 2-1 á útivølli móti Skive. Hanus Sørensen, sum spælir við U19-liðnum hjá FC Midt­ jyllandi, var á vøllinum allan dystin um vikuskiftið, tá liðið leygardagin vann 2-0. Hanus Sørensen hevur verið skaddur, men stríðist við at koma í dystarvenjing undan Youth League dystinum móti Ajax. Stórdystur í 2. Bundesliguni Í kvøld verður stórdystur í 2. Bundes­liguni, tá VfB Stuttgart tekur móti Jóan Símuni Ed­ mundsson og DSC Arminia Biele­feld. Hamburg SV vann leygar­dagin og er seks stig aftanfyri oddaliðið Arminia Bielefeld. Tað eru eisini seks stig niður til VfB Stuttgart og tí kann dysturin í kvøld fáa stóra ávirkan á uppflytingarstríðið í 2. Bundesliguni. Tað eru tíggju umfør eftir og hetta er ein gyltur møguleiki hjá DSC Arminia Bielefeld at seta VfB Stuttgart av í odda­ stríðnum. Dysturin byrjar klokkan 19.30. trondur@sosialurin.fo