mánadagur 9. mars 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Vikan ið fór
KÍ vinnur útsetta
stórsteypadystin
ímóti HB við
brotssparkskapping
eftir at sjálvi
dysturin endaði við
1-1-javnleiki.
Meinhard Egilsson
Olsen skiftir aftur
til B36 eftir at
hava spælt eitt
ár við norska
Kristiansunds BK.
FSF kunnger at
dystirnir í 1. umfari
í Betrideildini skulu
spælast uttan
áskoðarar vegna
smittuvandan av
Corona-virusi.
Kvøldið undan 1.
umfari velur FSF
at útseta allar
dystirnar í 1.
umfari, og hetta
skapar misnøgd frá
eitt nú HB og B36.
Salmundur Bech
skiftir til NSÍ, Bjarni
Petersen úr B36 til
EB/Streym og Gilli
Samuelsen úr B36
til 07 Vestur.
Helgi H. Hoydal og
Kjartan Johansen
flyta saman við
Viking Stavanger
upp í bestu norsku
hondbóltsdeildina.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Dánjal Dahl Ljósheim
Aldur: 19
Ítróttur: Frælsur ítróttur
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Noregi
2. 5
3. Tórmóður Stórá
4. Svimjing
5. 50
6. 2011
7. Ukraina
8. Oddbjørn Joensen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Úr hvørjum landi er 07 Vestur-venjarin, Julian Madsen?
2 Hvussu nógvir leikarar eru á vøllinum í senn hjá hvørjum
liði í kurvabólti?
3 Hvussu eitur formaðurin í Havnar Bóltfelagi?
4 Hvørjar ítróttargreinar eru í triathlon - súkkling, renning
og?
5 Hvussu nógv stig gevur bullseye í dart? 20, 50 ella 10?
6 Brian Kerr var føroyskur landsliðsvenjari í fótbólti frá
2009 fram til hvat ár?
7 Hvørjum landi skal føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti
spæla ímóti seinni í mánaðinum?
8 Hvussu eitur fótbóltsvenjarin á myndini?
Hey Dánjal! Hvussu ert
tú nøgdur við úrslitini
í DM innandura?
Hey! Eg eri væl nøgdur
við úrslitini. Kappast var
á 200m, 400m og 800m. Eg
fekk persónligt met á øll
um teinunum, sum altíð er
eitt gott úrslit í sær sjálvum.
Skaðar hava plágað, og tí er
tað deiligt at síggja góð úrslit
allíkavæl.
Hvørja tíð ert tú serliga
væl nøgdur við?
- Eg fekk føroyskt met á 200m
teininum, og var sjálvsagt ser
liga væl nøgdur við tað. Eisini
fekk eg eina bronsu á 400m,
og eri tí eisini sera væl nøgdur
við tann teinin.
Hvat er tín yndis
teinur, og hví?
- Skaðar og annað hava ávirk
að venjingina, og tí hevur
yndisteinurin skift eitt sind
ur. Men í høvuðsheitum er tað
400m og 800m, sum eru mínir
yndisteinar. Hesar teinarnar
havi eg altíð klárað meg væl
í, og eru tí blivnir til mínir
teinar.
Hvussu nógva tíð brúkar
tú upp á frælsan ítrótt?
- Tað fer sera nógv tíð av til
venjing. Eg venji hvønn dag
uttan sunnudag. Venjingar
nar liggja millum 1,5 tímar
og 4 tímar um dagin. Men eg
tími tað væl og síggi úrslit, og
tí venji eg gleðiliga hvønn dag.
Hvørji mál hevur
tú í framtíðini?
- Málið í løtuni er at kappast
á oyggjaleikunum næsta ár
og fáa góð úrslit har. Annars
er málið altið at gera mítt
besta til hvørja venjing og
at framhaldandi styrkja um
persónligu metini. Og sjálv
andi er dreymurin at kappast
í størri altjóða kappingum
og umboða Føroyar á bestan
hátt.
"Sum gamal Newcastle-leikari var tað stuttligt at
síggja Sunderland, sum var í Premier League fyri
trimum árum síðani, feiðra eitt útjavnandi mál
ímóti Fleetwood Town sum um teir vunnu HM."
- Joey Barton prikar til stóru afturgongdina hjá Sunderland
"Eg vil hava at liðið hjá mær
er líka vakurt sum Brad Pitt
tá vit hava bóltin, og líka
ljótt sum eg tá ið vit verja."
- Gennaro Gattuso, Napoli-venjari
Vegna smittuvanda av Corona-virusi vóru eingir áskoðarar til dystin ímillum Juventus og Inter sunnukvøldið. Juventus vann dystin 2-0