Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. mars 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. mars 2020 · Nr. 29 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Fríggjakvøldið kom Heilsu­mála­ ráðið við einum tilmæli um, at øll ítróttartiltøl, sum savna fleiri enn 500 fólk skulu útsetast ella avl­ ýsast. Flogbóltssambandið kom við nøkrum vegleiðingum til sínar spælarar til dystirnar í meistara­ deild­ini. Løtu seinni avlýsti Flog­ bólts­sambandið barnakapping í Kollafirði. Hondbóltssambandið fyrihelt seg til tilmæli, tí tað eru væntandi færri enn 500 áskoðarar til ein lands­kappingardyst. Tí blivu dystirnir í landskappingini spældir eftir ætlan. Størstu avbjóðingina fekk Fót­ bólts­sambandið, tí tað kunnu væntast yvir 500 áskoðarar til onkran av dystunum í Betri deildini hjá monnum, sum skuldi byrja sunnudagan. Her komu boð um at dystirnir blivu spældir uttan áskoðarar, men leygarkvøldið bleiv um­farið avlýst. Trý av stóru feløgunum hava eisini sett spurningar við av­gerðina hjá Starvsnevndini hjá Flog­bólts­ sambandinum, tí ongin heilsu­ faklig forkláring fylgdi við. Eitt nú er ein fótbóltsvøllur stórur og rúmar upp til fleiri ferðir 500 fólk, um tó bólkar tey kring vøllin. Her er eisini ringt at argumentera, tá tað eru yvir 70 túsund áskoðarar til dystin á Old Trafford í gjár, og vit bara hava tvey tilfeldir av Coronavirusinum. Hinvegin hevur nýríka stór­ felagið í Fraklandi, Paris Saint Germain, júst boðað frá at týdn­ ingar­mikli Champions League dyst­urin móti Borussia Dortmund í vikuni verður spældur uttan áskoðar­ar. KÍ setti eisini ein áhugaverdan spurning. Um teir steingja portrini kring vøllin, hvat gert tú so við tey, sum koma til dystin og standa uttanfyri? Italia og Danmark uttan áskoðarar Tað er ongin ivi um, at Italia er hart rakt av Coronavirusinum. Har hava dystir verið spældir, men uttan áskoðarar. Ein dystur í vikuni bleiv útsettur eina løtu, tí spælar­ ar­nir bíðaðu eftir at fáa boð um dysturin skuldi spælast. Upp til 16 milliónir fólk eru í sóttarhaldi í Norðuritalia, sum kann verða ein ávaring til okkum um hvat kann henda, um vit ikki taka neyðugu stigini til at verja okkum. Vit sóu eisini í gjár, at AC Horsens og Hallur Hansson vunnu 1-0 á FCK í Parkini, men hetta var uttan áskoðarar. Vit kunnu ikki renna undan, at coronavirusið kemur at spæla ein stóran leiklut komandi tíðina. Nú fáa vit so at síggja hvørja ávirkan tað kemur at hava komandi vikuna. trondur@sosialuri.fo AVLÝSINGAR OG IKKI KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Um vikuskiftið fingu vit so av álvara at kenna, at heimurin er eitt lítið stað. Coronavirusið hevur nú ávirkan á føroyskan ítrótt og føroyska lívið, hóast tað er langt úr Wuhan til Føroya. Vit hava havt betri tíð enn tey flestu at fyrireika okkum, men tað er synd at siga at tú kanst kenna teg tryggan við handfaringini av ítróttarvikuskiftinum. Størsti kritikkurin liggur hjá Heilsumálaráðnum, sum megnaði at tveita alla ábyrgd frá sær í einum tíðindafundi, sum onkran løtu minti mest um eina parody. Føroysku mynduleikarnir komu fram til, at tilmæla at øll tiltøk, sum samla yvir 500 fólk skulu avlýsast. Men tað bleiv lagdur stórur dentur á, at hetta bara var eitt tilmæli og ongin mátti halda, at hetta var eitt forboð. So lætt og elegant bleiv øll ábyrgdin løgd yvir á smærri ítróttarsambond og aðrar fyrireikarar av tiltøkum. Tíðindafundurin endaði við einum margháttligum ella stuttligum innslagið, har heilsumálaráðharrin, Kaj Leo H. Johannesen, ið hevur drúgvar royndir úr ítróttarheiminum, endaði við at greiða frá at vit ikki skulu klemmast, men bara “fínar greyðir”. Hetta kundi verið stuttligt, um kunningin frammanundan var greið og ítróttarsambond og fyrireikarar kundu víst á, at hvat beliv sagt á fundinum, men boðskapurin var so ógreiður, at tað var meiri ræðandi at mynduleikarnir í Føroyum ikki eru betri fyrireikaðir til ein slíkan tíðindafund, tá alt Føroya fólk fylgir við. Flogbóltssambandið avlýstið barnakapping og Hondbóltssambandið lat sínar dystir blíva spældar, men størstu trupulleikarnar fekk Fótbóltssambandið, sum endaði við at útseta 1. umfar, minni enn eitt samdøgur undan dystarbyrjan, eftir at hava boðað frá at tað verður spælt, men uttan áskoðarar. Fótbóltssambandið fær eina nøs frá trimum av teimum stóru feløgunum, og helst er hon væl uppiborðin. Ruddligast hevði verið at avlýst longu fríggjadagin, tá tíðindafundurin hjá Heilsumálaráðnum hevði verið, men tað hevði kravt greiðari kunning og boðskap, tí nú kunnu øll sita heima og spæla smittuserfrøðingar og meta hvat er heilsuvandamikið til ein fótbóltsdyst og ikki. Feløgini hava úr at gera við at sita í nevnd og fáa feløgini at mæla runt, tey eru hvørki smittuserfrøðingar ella skulu hava ábyrgd av slíkum. Mynduleikar mugu taka ábyrgd! trondur@sosialurin.fo Tá myndug­ leikarnir ikki liva upp til ábyrgdina Kjartan og Helgi fluttir upp Eftir at kappingarneytarnir úr Sandefjord taptu í gjár, hava Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og Viking Stavanger tryggjað sær uppflyting til fremstu norsku hondbóltsdeildina. Spælararnir kundu fegnast á sofuni heldur enn á vøllinum. Sigurin hjá Viking Stavanger leygardagin gjørdist enn søtari, tá ið kappingarneytarnir, Sandefjord, í gjár taptu 24-30 ímóti Nøtterøy. Úrslitið merkir at Helgi H. Hoydal, Kjartan Johansen og Viking Stavanger hava tryggjað sær uppflyting í fremstu norsku deildina, Rema 1000-liguna. Hetta bleiv fyrsta veruliga coronavikuskiftið í ítróttinum í Føroyum. Kring heimin eru ítróttartiltøk avlýst og útsett, meðan onnur verða avgreidd uttan áskoðarar. Nú er Føroyar við Coronavikuskiftið: