Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. mars 2020 · Nr. 30 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@ sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Løgtingið skal nú taka støðu til, um skeinkistøð og heilsølur skulu kunnu innflyta vín, sum bara skal kunna seljast til skeink­i­støð og Rús­drekka­sølu Lands­ins, sum Poul Michelsen hevur lagt fyri Løgtingið. Helst er meirilutin av før­oy­ing­ um samdir um, at vit skulu hava eina almenna rús­drekka­sølu í Før­oy­um, og at­komi­lig­heit­in til rúsdrekka er avgerandi fyri rús­ drekkanýtsluna. Tað er í fínasta lagi við tí – og eing­in tosar um fría ella fríari rús­drekka­sølu. Og tað er als ikki tað, sum uppskotið hjá Poul Mich­el­sen gongur út uppá. Vit hava fimm einkarsølur í Norð­ur­ lond­um: Ísland, Noreg, Finn­land, Svør­íki og Føroyar, með­an Dan­ mark og Grønland hava fría rús­ drekkasølu. Tá føroyska Rúsandrekkasøl­ an varð sett á stovn varð tað gjørt eft­ir sama leisti, sum í hin­um fýra lond­u­num. Men all­ar hesa fýra eink­ar­søl­un­ar hava broytt seg sein­astu 28 ár­ini frá at vera to­talt monopol bæði við sølu og inn­ flutningi, til bara at vera søl­u­mon­ o­pol. Har eru fram­leiðslu- og inn­ flutn­ings­eink­ar­rætt­urin tik­in av. Hetta hevur broytt viður­skift­ ini til tað betra fyri allar part­ar. Brúkararnir mugu fram­veg­is í einkarsølur­nar at keypa, men hotel- og mat­stov­u­vinn­an kann keypa beinleiðis frá inn­flyt­ar­um, sum eisini selja til ­eink­ar­søl­ur­nar. Í Noreg hevur hetta ført til, at eink­ar­søl­an í dag bert inn­flyt­ur mill­um átta og tíggju pro­sent av øll­um rúsdrekka­inn­flutn­ing­i­num. Í Føroyum mugu øll skeinki- støð keypa frá Rúsuni, sum øll onn­ur. Úr­valið er einki serligt. Um eitt skeink­i­stað ynsk­ir eina vøru, sum ikki fæst í Rús­uni, so má hann biðja Rús­una bestilla vøruna heim. Tá skulu danski innflytarin og Rús­an hava sín vinning, og so hong­ur tað als ikki saman. Sjalvandi skal Rúsan hjá okk­ um menn­ast eins og rúsurnar í grann­a­londum. Í Føroyum hyggja vit altíð eftir, hvussu danir gera. Tað vilja vit ikki á hes­um øki. Tí hevði verið upp­lagt, at Rús­an hugdi eftir, hvussu norska Rús­an ger – hes­um kundu okk­ara pol­it­ik­ ar­ar lært nógv av. Við broytingini kunnu onn­ur inn­flyta vín (og hví ikki øl og rús­ drekka við?) og selt til loyv­is­hav­ ar­ar og Rúsuna, sum hevði spart nógv, tí henni ikki nýttist at hugsa um inn­keyp og goymslu og hevði spart fleiri størv, sum fluttu til priv­atu vinnuna. Og avlopskravið hevði heldur ikki verið ávirkað, tí skeink­i­støð umboða bara 6-8% av søl­uni í Rúsuni. Eitt gott li­be­ralt uppskot sum held­ur fast við aðaltáttin í rús­ drekk­a­lóg­ini: At avmarka at­komi­ lig­heit til rúsdrekka, men sum sam­stund­is rúmar vinnuni. Gott fyri Rúsuna, vinnuna og varðveitir endamálið við lógini LATIÐ ONNUR INNFLYTA VÍN Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 120 ársverk, 60 bilar og eina sølu á gott 114 mkr. Harumframt hevur Posta tvær deildir í Danmark. Á koyrideildini starvast 17 dugnalig fólk og gerandisdagurin er ferðmikil og spennandi. Koyrideildin avgreiðir alla innanoyggja koyring og flutning hjá Posta og starvið krevur at tú hevur gott yvirlit. Tú: • ert kundavinalig/ur • ert ágrýtin og jalig/-ur • ert skipað/ur í tínum arbeiðslagi • hevur góðan telduførleika • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni • megnar at arbeiða undir trýsti og at hava fleiri bóltar í luftini samstundis Vit: Kunnu bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi saman við dugnaligum starvs- feløgum. Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður sett sambært útbúgving og royndum eftir sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag um Posta. Spurningar: Spurningar um starvið kunnu setast Jónhardi Johannesen, leiðara á koyrideildini, á telefon 23 60 20 ella til jonhard@posta.fo Skrivlig umsókn skal sendast til: Posta Att.: Jónhard Johannesen Óðinshædd 2 100 Tórshavn viðmerk “Umsókn” ella til posta@posta.fo Starvið verður sett skjótast til ber. Koyrisamskipari til Posta