týsdagur 10. mars 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30
Innkalling til aðalfund í P/F Bakkafrost
Boðað verður við hesum til
ársaðalfund í P/F Bakkafrost
Aðalfundurin verður hildin í hølum felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar,
fríggjadagin 3. apríl 2020, kl. 15.00
Bakkafrost P/F • Bakkavegur 9 • 625 Glyvrar • Tel +298 40 50 00 • Fax +298 40 50 09 • bakkafrost@bakkafrost.com • www.bakkafrost.com
Dagsskráin fyri fundin verður hendan:
1. Val av fundarstjóra
2. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
Uppskot til ársfrásøgn fyri 2019 við notum fyri P/F Bakkafrost og fyri
Bakkafrost samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og
stjórn felagsins og grannskoðaraátekning fyri 2019, er at finna á
heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com.
4. Avgerð um nýtslu av yvirskoti ella rindan av halli sambært
góðkenda roknskapinum
Viðvíkjandi avgerð um nýtslu av yvirskoti skjýtur nevnd felagsins upp
soljóðandi samtykt:
„Goldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 8,31kr. fyri hvørt
partabræv, svarandi til eina samlaða upphædd áljóðandi 491 mió. kr.
Vinningsbýtið verður útgoldið til teir partaeigarar, sum eru skrásettir í
VPS við afturlatingartíð tann 3. apríl 2020. Eftir útgjald av vinningsbýti er
flutti vinningurin tilsamans 7.602 mió. kr.
Partabrøv felagsins verða skrásett uttan vinningsbýti frá 6. apríl 2020,
og skrásetingardagurin (record date) er 7. apríl 2020.
Vinningsbýtið verður væntandi útgoldið 24. apríl 2020.”
5. Val av nevnd
Nevndarlimir felagsins verða valdir fyri 1 ár í senn. Afturval kann fara
fram. Sambært viðtøkum felagsins skal valnevndin gera innstilling til
aðal fundin um val av nevndarlimum.
Í nevndini sita, umframt formannin, sum verður valdur beinleiðis av
aðal fundinum, Johannes Jensen, Annika Frederiksberg, Einar Wathne,
Øystein Sandvik og Teitur Samuelsen.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av allari nevndini.
6. Val av nevndarformanni
Nevndarformaðurin verður sambært viðtøkum felagsins valdur bein
leiðis av aðalfundinum.
Nevndarformaður er Rúni M Hansen.
Nevndarformaðurin verður valdur fyri 1 ár í senn. Nevndarformaðurin
kann verða afturvaldur.
Sambært viðtøkunum skal valnevndin gera innstilling til aðalfundin um
val av nevndarformanni.
Valnevnd felagsins skjýtur upp afturval av Rúna M. Hansen sum nevnd
ar formann fyri 1 ár.
7. Ásetan av samsýning til nevndina og grannskoðaranevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at nevndarlønin fyri 2020 verður hendan:
Nevndarlimir fáa 231.000 kr. um árið, næstformaðurin fær
288.750 kr. um árið, og formaðurin fær 462.000 kr. um árið.
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til nevndarlimir í grann
skoðaranevndini verður 47.250 kr. um árið.
8. Val av limum til valnevndina, herundir val av formanni til valnevndina
Til hendan aðalfundin standa Gunnar í Liða og Rógvi Jacobsen fyri vali.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnar í Liða og Rógva Jacobsen.
Valnevndin skjýtur upp afturval av Gunnari í Liða til formann fyri val
nevnd ina.
9. Ásetan av samsýning til valnevndina
Valnevnd felagsins skjýtur upp, at samsýningin til limirnar í valnevndini
fyri 2020 verður óbroytt hendan:
Nevndarlimir fáa 12.000 kr. um árið og formaðurin 24.000 kr. um árið.
10. Val av grannskoðara
Grannskoðari felagsins er P/F Januar, løggilt
grannskoðanarvirki, Óðinshædd 13, 110 Tórshavn.
Nevndin skjýtur upp afturval av grannskoðara felagsins at sita til næsta
ársaðalfund.
11. Samsýningarpolitikkur
Við tilvísing til grein 10, stk. 4, í viðtøkum felagsins skjýtur nevndin upp,
at galdandi leiðreglur fyri samsýning til leiðslu felagsins, sum vórðu
samtyktar á aðalfundi felagsins í 2018, verða óbroyttar galdandi fyri
roknskaparárið 2020.
12. Uppskot til viðtøkubroyting
Á eykaaðalfundi felagsins í oktober 2019 fekk nevnd felagsins heimild til
at hækka partapening felagsins við nominelt 6 mill.kr.
Nevndin hevur brúkt hesa heimild í sambandi við keyp av partabrøvum
í The Scottish Salmon Company Plc, soleiðis at eftirverandi heimildin
hjá nevndini at geva út nýggjan partapening í dag er nominelt DKK
515.065.
Nevndin skjýtur upp, at heimildin at hækka partapeningin verður
endurnýggjað. Skotið verður upp, at markið verður 10% av partapeningi
felagsins. Fyri at geva nevndini fleksibilitet verður skotið upp, at nevndin
fær heimild at seta fortekningsrættin hjá verandi partaeigarum til síðis í
sambandi við hækkanir, grundaðar á hesa áseting.
Endamálið við uppskotinum er at gera mannagongdina einfaldari í
sambandi við kapitalhækkingar til at fíggja víðari vøkstur og fyri at veita
møguleika fyri at bjóða partabrøv sum gjald í sambandi við keyp, har
hetta verður mett at vera ein fyrimunur fyri felagið. Endamálið er eisini
at hava møguleika fyri um neyðugt at styrkja kapitalgrundarlagið undir
felagnum.
Nevndin skjýtur upp, at grein 4A í viðtøkum felagsins verður broytt soleiðis:
”Nevnd felagsins hevur heimild til at hækka partapeningin í felagnum
eina ella fleiri ferðir við upp til nominelt DKK 5.914.300. Nýggju
partabrøvini skulu ljóða upp á navn og skulu fylgja teimum reglum, sum
framganga av § 4 í viðtøkum felagsins. Nevndini er heimilað at taka
avgerð um at víkja frá fortekningarrættinum til verandi partaeigarar.
Nýggju parta-brøvini skulu vera áljóðandi DKK 1. Nýggju partabrøvini
skulu inngjaldast kontant til felagið ella við konvertering av skuld.
Heimildin hjá nevndini at hækka partapening felagsins er galdandi fram
til ársaðalfundin, sum verður hildin í 2025.”
13. Ymiskt
Onki mál er innkomið til viðgerar undir hesum punkti á dagsskránni.
Undir hesum punkti verður sostatt eingin atkvøðugreiðsla.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Partaeigarar, sum ynskja at luttaka á aðalfundinum, verða bidnir um at senda
luttøkuskjalið, sum er at finna á heimasíðu felagsins www. bakkafrost.com,
til P/F Bakkafrost, Bakkavegur 9, 625 Glyvrar, ella at senda luttøkuskjalið
við telduposti til agm@bakkafrost.com, ella á telefax nr. +298 405009.
Luttøkuskjalið kann eisini útvegast við at ringja til felagið, tlf. +298 405000.
Luttøkuskjalið má vera móttikið av P/F Bakkafrost í seinasta lagi týsdagin tann
31. mars 2020, kl. 24.00.
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum fer eisini fram umvegis
heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com ella á skrivstovu felagsins
Bakkavegur 9, FO625 Glyvrar, ella á tlf. nr. +298 405000 og/ella telefax nr.
+298 405009. Seinasta freist fyri bílegging av atgongumerkjum og at kvøðu
seðl um er mánadagin tann 30. mars 2020, kl. 24.00.
Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum
møguleika at geva øðrum skrivliga fulltrú til at møta tygara vegna.
Á heimasíðu felagsins www.bakkafrost.com, umframt á skrivstovu felagsins
Bakkavegur 9, FO625 Glyvrar, kunnu tygum útvega tygum eitt fulltrúarskjal,
sum kann nýtast í hesum sambandi. Atkvøðugreiðsla við fulltrú hevur sum
fyritreyt, at fulltrúarhavarin fyrivísir fulltrú sína fyri fundarstjóranum. Fulltrú kann
eisini gevast nevnd felagsins. Slíkar fulltrúir kunna sendast til nevndarformannin
umvegis teldupost á teldupostbústaði agm@bakkafrost.com.
Tað er ikki møguligt at greiða elektroniska atkvøðu á sjálvum aðal fundi num.
Sambært viðtøkum felagsins hava partabrøv atkvøðurætt á aðal fundinum,
sum eru skrásett í seinasta lagi 1 viku undan aðal fundi num. Samsvarandi
hesum hava partabrøv, sum eru skrásett í seinasta lagi 27. mars 2020, kl.
24.00, atkvøðurætt.
Ársfrásøgn fyri 2019 og dagsskrá
við fullfíggjaðum uppskotum
Ársfrásøgnin fyri 2019 við notum fyri P/F Bakkafrost og fyri Bakkafrost
samtakið, sum eisini inniheldur frágreiðing frá nevnd og stjórn felagsins og
grannskoðaraátekning fyri 2019 og dags skrá við fullfíggjaðum uppskotum,
verður almannakunngjørd á heimasíðu felagsins www. bakkafrost.com frá og
við týsdagin 10. mars 2020. Skjølini liggja eisini frá hesum degi frammi til skjals
fyri partaeigarar felagsins á skrivstovu felagsins á Bakkavegi 9, 625 Glyvrar.
Krøv frá partaeigarum felagsins um at taka upp eitt ávíst evni til dagsskránna á
aðalfundinum skuldu verið sett fram skrivliga fyri nevnd felagsins á bústaðnum
Bakkavegur 9, FO625 Glyvrar, Føroyar, ella á teldupostbústaðnum agm@
bakkafrost.com í seinasta lagi fríggjadagin tann 21. februar 2020, og freistin er
tí farin. Móttekur felagið uppskot til evni til dagsskránna eftir 21. februar 2020,
ger nevndin av, um kravið er sett fram í so góðari tíð, at evnið kann verða sett
á dagsskránna.
Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi
peningastovnur
Partapeningur felagsins er DKK 59.143.000 býttur í 59.143.000 partabrøv
við einum áljóðandi virði av DKK 1. Felagið eigur sjálvt 61 partabrøv. Hesi
partabrøv hava ikki atkvøðurætt.
Í § 7 í viðtøkum felagsins er ásett, at partaeigararnir hava 1 atkvøðu fyri hvørjar
DKK 1, teir eiga í partapeningi.
§ 8 í viðtøkum felagsins er soljóðandi:
„Partaeigari hevur rætt til at luttaka á aðalfundi, um viðkomandi partaeigari í
seinasta lagi 3 dagar áðrenn aðalfundin hevur givið felagnum fráboðan um,
at hann ætlar at luttaka á aðalfundinum. Partaeigari hevur rætt at møta per
són liga ella saman við einum ráðgeva. Partaeigarar felagsins hava eisini rætt
til at møta við fulltrú, sum partaeigarans vegna kann greiða atkvøðu sambært
skriv ligu fulltrúini. Fulltrúin kann vera galdandi fyri eitt ávíst tíðarskeið, tó ikki
longur enn eitt ár.
Umboð fyri fjølmiðlarnar og umboð fyri Oslo Børs hava atgongd til aðalfundin.“
Í § 7, stk. 2 í viðtøkum felagsins er ásett, at:
„Á aðalfundi hevur partaeigari atkvøðurætt við teimum parta brøvum, sum eru
skrásett í seinasta lagi 1 viku undan árs aðal fundinum.”
Felagið hevur útnevnt Nordea Bank AB (publ), filial i Norge, Essendropsgate
7, PO box 1166 Sentrum, 0107 Oslo, Norway, 983258344 MVA til kontoførandi
peningastovn, og kunnu parteigarar felagsins venda sær til henda pen inga
stovn fyri at útinna fíggjarligu rættindi síni í felagnum.
Glyvrar, tann 10. mars 2020
P/F Bakkafrost
Fyri nevndina
Rúni M. Hansen, nevndarformaður