Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI FÓLKAVØKSTUR: Vágs Býráð setir nú tiltøk í verk fyri at fáa gongd á at fáa fólkatalið at veksa Áki Bertholdsen Vágs Býráð ger nú eina roynd at fáa fleiri fólk at flyta til Vágs. Og í hesum sambandi verða tiltøk nú sett í verk fyri gera tað lættari. Ein avgjørd fortreyt fyri at fáa fólk at flyta til, er at fólk fáa tak yvir høvdið. Og tað er júst har, tað knípur í Vági. Bústaðartrot er ein høvuðs­ forðing fyri at fáa fólk at flyta til Vágs. Tað staðfesti Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, í gjár­kvøldið, tá ið Vágs Býráð kallaði til kunningarfund, har greitt varð frá, hvussu ætlanin er at burturbeina tann fløsku­ hálsin fyri tilflyting, sum bú­ stað­artrotið er. Borgarstjórin vísti á, at fólka­ talið í Vági er farið at kvinkað upp eftir og hesi sein­astu seks árini er fólkatalið í Vági vaksið eini 50 fólk, so­leið­is at á nýggj­ árinum búði tað eini 1.345 fólk í Vági. –  Tað hevur økt um eftir­ spurn­ingin eftir sethúsum og í hes­um sambandi eru fleiri gom­ul hús keypt og seld, men eingi nýggj hús eru bygd í Vági hesi seinastu seks árini. –  Ein orsøk til, at tað er so langt ímillum nýbygd hús, kann vera, at í roynd og veru er tað líka dýrt at byggja hús í Vági sum tað er á megin­øk­in­ um. Men úrslitið er, at í løtuni eru fá hús til sølu í Vági, og tey, sum eru til sølu, verða seld eftir stuttari tíð. – Tað er ikki so lætt at flyta til Vágs, og at finna sær ein hóskandi bústað, og tað kann verða ein forðing fyri fólka­ vøkstri. – Tað eru javnan fyrispurn­ ing­ar um at fáa okkurt at búgva í, men møguleikarnir eru fáir, og vit vita, at fólk, sum hava spurt seg fyri um bústað í Vági, hava búsetst seg aðrastaðni í oynni ístaðin, segði borgar­ stjór­in. –  Í hesum sambandi er tað ein avbjóðing, at tað eru eini 100 hús í Vági, sum standa tóm. Summi verða brúkt sum summ­arhús, onnur verða brúkt til at leiga út til ferða­fólk, summi eru í so vánaligum standi, at tey eru ikki vælegnað at búgva í, og summi standa bara tóm. –  Ein fortreyt fyri at fáa fólkatalið at veksa, er, at vit hava dygdargóðar bústaðir til taks til tey, sum vilja flyta higar, sigur Dennis Holm. Vilja hava gongd á Hetta er ein orsøk til, at Vágs býráð hevur arbeitt við eini ætlan fyri at byggja íbúðir fyri at fáa gongd á bústaðar­markn­ aðin. Nú er ætlanin komin so langt áleiðis, at tað er klárt hjá fólki at melda seg til, og borg­ arstjórin sigur, at tað vóru tað fleiri, sum gjørdi. – Áhugin fyri ætlanini er nógv størri enn eg hevði væntað, sigur hann eftir kunn­ing­ar­ fund­in í gjárkvøldið. Vágs Býráð hevur sett tvey øki í Vági av til ætlanina, annað øki er í Mýrinum, tað er í láglendinum beint vestan fyri Sandin, har tað er stutt til alskyns hentleikar í Vági. Hitt øki er á Stórheyggi, beint niðan fyri Eldrasambýli, sum ikki er so nær mið­depl­in­ um í Vági, men har útsýnið aftur­fyri er sera gott út yvir fjørð­in. Í næstum fer Vágs Býráð eis­ini at kanna um áhugi er fyri at útvega íbúðir til eldri í Vági, tí er áhugi fyri tí, kann tal­an vera um, at kommunan sjálv keypir nakrar av íbúð­un­ um til eldraíbúðir. Og á fundinum í gjár vóru tað eisini nøkur, sum skrivaðu seg upp til eina eldraíbúð. Ætlanin, sum Vágs Býráð hev­ur sett út í kortið, er at byggja lutaíbúðir á hesum báð­um plássunum í Vági. Tað merkir, at tað eru tey, sum keypa sær eina lutaíbúð, sum sjálvi standa fyri at byggja íbúðirnar, men komm­ un­an er sinnað at hjálpa til við ráðgeving. At byggja lutaíbúðir er nýtt virksemi og kommunan hevur eina játtan til íverkseting. So verður farið undir hesa íbúð­ar­ ætlanini, fer eisini at bera til at fáa fíggjarligan stuðul úr teirri puljuni til ráðgeving av yms­ um slagi. Stórur fyrimunur Fyrimunurin við eini lutaíbúð er, at tey, sum keypa eina íbúð, rinda eitt innskot, sum gevur teimum rætt til íbúðina, og so verður restin rinda við lánið. Tað merkir, at fólk rinda kanska 200.000 –  300.000 krónur í innskoti, men so rinda tey eina leigu, sum dekkar rent­ur, avdrátt og viðlíkahald. Hvussu stór húsaleigan verð­ur, veldst um, hvussu dýr bygg­ingin er. Bíligari bygging merkir bílagari húsaleigu. Men lutaíbúðir hava eisini rætt til rentustuðul. Í hesum sambandi hevur Bý­ ­ráðið tosað við pening­stovn­ar um fígging til ætlan­ina, tey hava tosað við byggi­harrar um prísir og um bygg­ingina, og tey TAÐ SKAL VERÐ LÆTTARI AT FLY Her liggja íbúðirnar á Mýrunum. Útsýnið er avmarkað, men afturfyri er tað stutt til alskyns hentleikar Her sæst, hvussu íbúðirnar á Stórheyggi liggja, við góðum útsýnið yvir fjørðin Eingi nýggj hús eru bygd í Vági hesi seinastu seks árini