Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2020síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30 TÍÐINDI ÐA NÓGV YTA TIL VÁGS hava út­vegað tekningar yvir íbúð­ur­n­ar, sum kunnu brúkast sum tær eru – men sum eisini kunnu lagast til eftir ynski frá teim­um, sum skulu hava eina íbúð. Ætlanin sum liggur í kort­ un­um, fevnir um 16 íbúðir, men tað ber til at laga ætlanina til, soleiðis at tað vera bygdar færri íbúðir, ella fleiri íbúðir, tí grundstykkini eru nóg stór til nógv fleiri íbúðir. Men Dennis Holm leggur dent á, at talan skal vera um at byggja íbúðir, sum fólk skulu búgva í. Íbúðirnar skulu ikki byggjast til summarhús, ella til at leiga út til ferðafólk. Tað verður sostatt bústaðarskylda í íbúðunum. Tær tekningar, býráðið hev­ ur útvegað, fevna um íbúðir í trimum støddum. Ein íbúð er 57 fermetrar og tað er ein íbúð við einum kamari. Ein íbúð er 72 fermetrar og í henni eru tvey kømur og tann triðja íbúð­in er 78 fermetrar og í henni er trý kømur. Alt slag av fólki Sostatt er talan um íbúðir, sum eru vælegnað til støk, íbúðir, sum eru egnað til pør og íbúðir til barnafamiljur. –  Talan kann vera um pen­ sjón­istar, sum vilja hava ein minni bústað, men sum heild er hetta eitt gott høvi hjá fólki, sum vilja sleppa av við húsini, og sum vilja hava okkurt minni at búgva í, har tey so eisini sleppa frá at hugsa um við­líka­ haldið, sigur borgarstjórin. Viðlíkahaldið er sett til 100 krónur fyri fermeturin um árið, men tað verður altso ein part­ur av vanligu leiguni. Varm­in verður mettur ljós og varmi er einar 1.000 krónur um mán­aðin. –  Eitt úrslit av tí kann so vera, at tað eisini fara at verða fleiri hús til sølu í Vági og tað ger tað so aftur lættari hjá fólki, sum vilja flyta til Vágs, at fáa okkurt at búgva í. Hóast tað er líka dýrt at byggja í Vági sum í Havn, eru grund­stykkini aftur fyri nógv bílig­ari í Vági, og sostatt ber til at byggja nakað væl bíligari enn í miðstaðarøkinum. Dennis Holm greiddi frá, at húsa­leigan fyri íbúð við trim­ um kømrum, verður eini 6.700 krónur um mánaðin og tá er viðlíkahald og ljós og varmi talt upp í. Fyri eina íbúð við tveimum kømrum, verður eini 6.100 krón­ ur um mánaðin, og fyri eina íbúð við einum kamari verð­ur húsaleigan umleið 5.000 krón­ ur um mánaðin. Tað eru einar 500-1.000 krón­ur minni um mánaðin enn ein tilsvarandi íbúð frá Bú­støðum, kostar at leiga, sig­ ur borgarstjórin. Her sæst, hvussu íbúðirnar á Mýrunum, mitt í Vági, taka seg út í lendinum Her sæst, hvussu Íbúðirnar í Mýrunum kunnu síggja út Og her sæst, hvussu íbúðirnar á Stórheyggi fara at taka seg út Sum heild er hetta eitt gott høvi hjá fólki, sum vilja sleppa av við húsin Vit vita, at fólk, sum hava spurt seg fyri um bústað í Vági, hava búsetst seg aðrastaðni