týsdagur 10. mars 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Bakkafrost misti eina milljón
fiskar í Suðuroy, tá ið illveðrið
herjaði í endanum av februar
Árni Gregersen
Ódnarveðrið í endanum av februar
gjørdi stóran skaða nógva staðni,
men
dýrastur
var
skaðin
í
laksaalingini
hjá
Bakkafrost
í
Suðuroy.
Tilsamans misti alifyritøkan eina
milljón fiskar í illveðrinum í Froðba
og í Hvalba.
- Í Hvalba er støðan tann, at fisk
urin sá út til at tola veðrið væl.
Onkur helt, at hetta helst var tað
mest útsetta økið at ala í, sigur
Regin Jacobsen, stjóri.
Hann sigur, at tað kortini vísti
seg, at tá ið ein liggur so langt úti, so
vísir tað seg, at tað er róligari hjá
fiskinum niðri í sjónum.
- Men tað sum vísti seg í Hvalba
var, at tveir ringar fingu skaða. Helst
var tað konstruktiónsfeilur, tí sveis
ingar hildu ikki. Ta ð hevði so við
sær, at nótin skrædnaði og vit mistu
nakað av fiski, sigur stjórin.
Verri í Froðba
Í Froðba var støðan ein onnur.
Bakkafrost hevur alt har í eini 20
ár uttan at hava havt nakað óhapp
av hesum slagnum. Staðið er eisini
sera gott, tí aliúrslitini hava verið
ómetaliga góð. Regin Jacobsen held
ur, at teir hava fingið tey allarbestu
úrslitini nakrantíð á aliøkinum í
Froðba.
- Vit hava tikið tann allarstørsta
fiksin har.Vøksturin hevur verið
framúr og fóðurfaktorurin hevur
eisini verið framúr, so tað er eitt
sindur løgið, at vit eftir 20 árum
skulu fáa eitt óhapp, sum hetta her,
sigur Regin Jacobsen.
Hann sigur, at tað vísir seg,, at tað
grunnbrýtur í økinum á einari
ávísari ætt. Ættin er innanfyri
nakrar heilt fáar gradir á kumpassini
og tá ið stormurin herjar í einar fýra
dagar og tað er ringt í sjónum fleiri
dagar aftaná, so tolir fiskurin tað
ikki.
Í júst hesum økinum vórui sjey-
átta ringar, har so at siga allur
fiskuri doyði. Innast lógu fýra aðrir
ringar, har fiskurin so at siga er
óskalaður.
- Tað er eitt sindur løgið, tí tað er
sum linja gongur millum ringanar.
Tað sum er inanfyri skalast ikki,
meðan tað sum er uttanfyri doyr,
sigur Regin Jacobsen.
Regin Jacobsen heldur, at hevði
ættin skift úr eystan til norðan ella
sunnan ein part av tíðini, so hevði
illveðrið ikki rakt fiskin so meint..
- Men hann lág millum 90 stig og
niður í eini 87 stig í allar dagarnar.
Tað var so áhaldandi, at skaðin
gjørdist so stórur sum hann bleiv,
sigur Regin Jacobsen.
Veðrið ræður og viðhvørt