Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2020síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30 TÍÐINDI Mistu meira enn helvtina Bakkafrost hevði eina milljón og 750.000 fiskar í økinum. Tá ið avtornaði vísti tað seg, at ein heil milljón fiskar vóru mistir. Allur fiskurin skuldi takast í heyst, so hetta hevur sjálvandi eina neiliga ávirkan á ta mongd, sum skal takast í heyst. Ein milljón fiskar verður van­liga umroknað til millum 5000 og 6000 tons í slaktivekt. Missurin ger, at hetta verður minnni at taka í heyst. Teir 750.000 fiskarnir sum eftir eru verða sjálvandi tiknir í heyst og tað er eini 300o-4000 tons. Havaling als ikki slept Sjálvt um illveðrið kostaði deyð­an fisk, so hevur Bakka­frost á ongan hátt slept ætl­an­un­um um at fara longur út á havið at ala. Regin Jacobseen sigur, at tað var staðfest í Hvalba, at tann fiskurin sum gekk í út­gerð, sum var rætt konstruerað og helt, kláraði seg væl, hóast ill­veður. - Tað krevur, at vit hava út­gerð, sum er gjørd rætt. Tað vísir seg eisini, at tá ið tú kemur longur út, har sum tað er djúpt, so grunnbrýtur ikki, sum tá ið tú ert undir landi. Tann tunga aldan ger ongan skaða og um tað brýtur eitt sind­ur í erva, so nervar tað ikki fiskin, sigur Regin Jacobsen. At missa eina milljón fiskar ávirkar sjálvandi eisini fíggjar­liga, men Regin Jacobsen fegn­ast um, at hóast tey hava mist hendan fiskin, so hava teyu nógvan annan fisk at taka, tá ið heisin fiskurin skuldi takast í heyst. Hann sigur tað ikki sjálvur, men virði av einari milljón laks­um slaktiklárur liggur um ein­ar 300 milljónir krónur. - Av tí at vit hava so nógvan ann­ an laks at taka í heyst, so fer hetta ikki at nerva okkara føstu kundar. Teir fáa tað av fiski, sum avtalað er. Bakka­frost hevur eisini fisk í Skot­ landi, sum skal takast í heyst, sig­ur hann. Hann ásannar, at missurin fer at merkjast fíggjarliga, men fyri­tøkan er væl fyri í allar mátar. - Eg vænti ikki, at hetta fer at ávirka okkara fram­tíðar­ætl­an­ir, sum heild, sigur Regin Jacob­sen. Spurdur um hvussu tað verð­ur við alingini í Froðba í fram­tíðini sigur Regin Jacob­sen, at tey sjálvandi nú skulu gera eina eftirmeting av tí sum er hent. - Men vit hava alt í Froðba í eini 20 ár uttan óhapp, so eg vænti ikki vit fara at gevast av hes­um. Men fyrst skulu vit sjálv­andi gera eina neyva eftir­met­ing, sigur hann. At tað kann vera buldraslit at arbeiða í Føroyum, lýsir hann soleiðis: - Ein segði við meg í morgun, at viðhvørt kemur man har til, at veðrið ræður og viðhvørt kem­ur man í støðuna, har man bara kennir seg lítilan, sigur stjór­in á Bakkafrost. kennir man seg bara lítlan