Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI - Eg dugi ikki at siga, hvat potentialið við el-bussum er í Føroyum, men eg kundi hugsað mær, at hesir høvdu áhuga sum býarbussar og sum bussar hjá eitt nú kommunum til ymiskar tænastur, sigur Eyðbjørn Johansen, sum starvast hjá Gervi á Sandvíkarhjalla Vilmund Jacobsen Týsdagin vóru Jákup Fróði Djurhuus, sum hevur koyr­ing­ ina hjá Bygdaleiðum í Sand­ oynni og ein av bussførarunum hjá honum, Erling Arnarson, í Havn og royndu nýggja el- buss­in, sum sambært nýggja sátt­málanum skal roynd­ar­ koyr­ast í Sandoynni, tá nýggja sáttmálaskeiðið byrjar. Eftir at teir høvdu roynt el- buss­in, sum er ein Iveco-buss­ ur, bygdur í Italia og umbygdur til el-buss hjá stóru fyritøkuni Rosero í Slovakiu, var Sosial­ urin ein túr á Sandvíkarhjalla, har vit tóku nakrar myndir og skiftu orð við Eyðbirna Johan­ sen hjá fyritøkuni Gervi, sum umboðar nýggja bussin. Eyðbjørn Johansen sigur, at el-bussurin, sum er hin fyrsti í Føroyum, vigar eini 500 kilo meira enn ein vanligur diesel- buss­ur av somu stødd. Hann vís­ir á, at frammanundan eru hesir bussar góðir á vegnum og tryggir í vindi, og nú el- buss­urin enntá vigar eitt hálvt tons meira enn ein annar buss­ ur av sama slagi, verður hann í so máta minst líka so tryggur á vegnum. - Í løtuni er trupult at siga, hvussu langt ein full løðing fer at røkka, tí tað veldst alt um, hvar bussurin koyrir, og hvussu koyrt verður við hon­um. Men, sagt verður, at el-buss­urin kann koyra 170 kilo­metr­ar upp á eina løðing. Haraftrat kemur so, at battaríini eisini løða, tá bussurin koyrir í undanbrekku. Hann vísir á, at ein full løðing tekur umleið fýra tímar, men til ber saktans at løða ein part av battarínum í senn, um tað passar betri til koyringina. Hinvegin sigur verksmiðjan, at battaríið helst skal løðast fult upp í minsta lagi einaferð um vikuna. Í nýggja el-bussinum eru 19 sitipláss, umframt at eitt pláss, sum er høgru megin føraran. Har­aftrat er pláss til koyristól og barnavogn í senn. - Hetta er ein rættiliga rúm­ ligur bussur at koma inn í. Tó at el-bussurin ikki er bygdur til so nógv ferðafólk, hevur tú ta kenslu, at tú kemur inn í ein stóran buss, tá tú stýgur innar. Eyðbjørn Johansen sigur, at nýggi bussurin hevur battaríir, el-motor, ongan gearkassa og tískil heldur eingi gear. - Tað snýr seg um at koyra fram, standa stillur ella bakka. Hetta hevði helst verið ein fínur bý­ arbussur, heldur hann fyri. Hjá Gervi, sum selur fyrsta før­oyska el-bussin, ivast tey onga løtu í, at bussurin fer at roynast væl. - Eg havi koyrt bussin nakrar ferðir. Hann er góður at koyra, og tað er ikki frítt, at tað er ein heldur løgin kensla at koyra ein buss, har tú ikki hoyrir motorljóð, men bara ljóð frá vindinum, tá tú kemur upp í ferð, sigur Eyð­ bjørn Johansen. Hann vísir á, at tað verður Gervið, sum kemur at veita mek­anisku tænastuna, og her hava fólk eisini verið á skeiði utt­anlands. Men, tá talan er um teknisk viðurskifti, slepp­ ur fyritøkan, sum hevur um­ bygt bussin - Rosero - inn á skip­ anirnar í bussinum við for­rit­um um sínar teldur. El-bussurin tvífalt so dýrur og vigar hálvt tons meira