týsdagur 10. mars 2020síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30
TÍÐINDI
Ógvuliga
spennandi
avbjóðing
Heini Tausen, sum er
nýggjur formaður í
Sandoyar sýslu Ferðalag,
sigur, at stórar avbjóðingar
og stórar broytingar liggja
fyri framman í sýsluni
Vilmund Jacobsen
Eftir ársaðalfundin í Sandoyar sýslu
Ferðalag, sum var hin 3. mars í ár,
hevur felagið fingið nýggja nevnd og
nýggjan formann. Heini Tausen er nú
formaður, og hann er bæði spentur og
tendraður til hesa uppgávu.
- Tað liggja stórar avbjóðingar og
stórar broytingar fyri framman í sýsl
uni. Um fá ár verður koyrandi undir
Skopunarfirði, og eg ivist onga løtu í, at
tá kemur ferðafólkamynstrið í sýsluni
at broytast fullkomiliga.
Nýggi formaðurin vísir á, at eitt tað
fyrsta, sum nýggja nevndin í Sandoyar
sýslu Ferðalag fer at arbeiða við, verð
ur saman við kommununum at seta út
í kortið eina langtíðarætlan fyri, hvussu
ferðavinnan skal skipast.
- Arbeitt hevur verið við hesum sein
astu tíðina, og stórt arbeiði er longu
gjørt. Men, enn er nakað á mál, áðrenn
ein greið og ítøkilig ætlan fyri sýsluna
fyriliggur.
Heini Tausen heldur tað vera av al
stórum týdningi, at Sandoyar sýslu
Ferðalag - saman við Visit Sandoy -
framhaldandi og miðvíst arbeiða við at
fara frá at vera ein kunningarstova, ið
eina mest avgreiðir dagligu arbeiðs
uppgávurnar, til í nógv størri mun at
arbeiða við at menna Sandoyar sýslu í
ferðavinnuhøpi.
- Sjálvt um tað bert verða eini trý ár,
til koyrandi verður undir Skopunar
firði, og ferðafólkastreymur og mynst
ur tá fara at broytast, so er kortini
neyðugt longu nú at arbeiðast miðvíst
og hart, soleiðis at sýslan verður so
klár sum møguligt at taka ímóti nýggju
avbjóðingunum.
Savnandi í sýsluni
Heini Tausen vísir á, at arbeiðssetning
urin hjá Visit Sandoy er at vera savn
andi fyri sýsluna og framhaldandi at
fáa útbjóðarar innan ferðavinnu at ar
beiða saman.
- Endamálið er, at sýslan eisini fram
yvir kemur at standa so sterk sum
gjørligt og soleiðis eisini kann stýra
ferðafólkastreyminum við atliti til
ynskir og hugsanir hjá fólkinum í sýsl
uni.
Hann sigur, at enn merkist økta talið
av ferðafólki í Føroyum ikki eins væl í
Sandoyar sýslu sum aðrastaðni, og
hetta kemur neyvan at broytast tað
heilt stóra, fyrr enn koyrandi verður.
- Hetta ger, at Sandoyar sýsla hevur
ein gyltan møguleika at gera neyðugu
fyrireikingarnar og taka við læru frá
økjum í Føroyum, sum hava upplivað
líknandi broytingar innan ferðavinnu.
Heini Tausen viðgongur, at alt hetta
krevur eitt sterkt og vælvirkandi Sand
oyar sýslu Ferðalag og Visit Sandoy,
sum miðvíst og málrættað arbeiðir við
framhaldandi at vera ein felagsskapur
fyri alla sýsluna.
- Okkara mál er og verður at fáa alt
fólkið í sýsluni at standa saman og ar
beiða saman sum ein eind, sigur nýggi
formaðurin í Sandoyar sýslu Ferðalag,
Heini Tausen.
Nevndin í Sandoyar sýslu Ferðalag:
Heini Tausen, formaður
Marjun Johannesen, næstforkvinna
Frida Poulsen, skrivari
Hanna á Reynatúgvu
Birita Dalsgaard Olsen
Marjun Joensen, tiltakslimur
- Vit hava ein gyltan møguleika at gera neyðugu fyrireikingarnar og taka við læru frá økjum
í Føroyum, sum hava upplivað stórar broytingar innan ferðavinnu, sigur Heini Tausen
Fakta:
- Eg dugi ikki at siga, hvat pot
entialið við el-bussum er í Føroyum,
men eg kundi hugsað mær, at hesir
høvdu áhuga sum býarbussar og
sum bussar hjá eitt nú kommunum
til ymiskar tænastur, sigur Eyðbjørn
Johansen.
Hann leggur aftrat, at ein el-buss
ur av slíkum slag sum hesin, kostar
umleið tað tvífalda av tí, ein vanligur
diesel-bussur av somu stødd og
sama merki kostar.