Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-10, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK OG VALGREINAR “Breiðkið Kaldbaksvegin og gerið hann lidnan”. Jóhann Mortensen  “Breiðkið Kaldbaksvegin og gerið hann lidnan við verju­ grótið”. Nakað soleiðis ljóðaði eitt ynski frá fólki við Kald­ baksfjørð, tá grótmálið á Sundi tók seg upp fyri trimum árum síðani.  Men stýrið á Vaglinum lurt­ aði tíverri ikki eftir fólki við Kaldbaksfjørð. Kaldbaks­ve­g­ ur­in varð ikki gjørdur liðugur við verjugrótið, og avleiðingina sóu vit um vikuskiftið.  Brimið í vikuskiftinum má­ aði nógv undan Kaldbaks­ vegn­um á leiðini við Týggjará. Tá arbeiðsmenn hjá Lands­ verki týsdagin fóru at laða upp undir vegin, so hann ikki søkk­ ur undan bilum og verður fólki at skaða, vísti tummastokkurin 1 m og 30 cm.  Tá Kaldbaks kommuna og Tórshavnar kommuna løgdu saman í 1974, skrivaðu komm­ un­urnar undir ein saman­legg­ ing­arsáttmála. Samanlegg­ing­ ar­sátt­málin varð eisini lýstur sum landsstýriskungerð í 1976.  Eftir sáttmálanum skuldi Tórs­havnar kommuna gera ein veg til Kaldbaks. Hesin veg­urin skuldi vera millum 5 og 6 metrar breiður.  Men vegurin fekk ongatíð hesa breiddina. Hann er mill­ um 4 og 5 metrar, men onku­ staðni er hann niðanfyri 4 metr­ar. Við øðrum orðum er veg­urin ikki liðugur og Tórs­ havn­ar kommuna helt kki saman­leggingarsáttmáln. Heldur eingin skrái er laðaður við størri verjugróti, sum kann verja ímóti brimi og uppgangi. Slíkur er gjørdur á sunnara armi á fjørðinum.  Kaldbaksvegurin var tó ikki meira enn komin til bygdina, tá Tórshavnar kommuna av­ reiddi hann til landið. Og tí hevur Tórshavnar kommuna sum so ikki ábyrgdina fyri vegn­um.  Men eftir samanlegg­ingar­ sátt­málnum skuldi vegur ger­ ast, sum skuldi vera upp í 6 metr­ar breiður.   -Hevur Tórshavnar komm­ una so ikki eina moralska skyldu at bera so í bandi, at veg­urin fær ætlaðu breiddina, og at hann verður gjørdur lið­ ug­ur, um vit skulu halda okkum til samanleggingar­sátt­ málan?  Stýrið á Vaglinum vildi ikki lurta  Tá Tórshavnar kommuna sam­ ráddist um at keypa grót úr Skálafjarðartunnlinum í 2017, mótmæltu nærum allir íbúgv­ ar við Kaldbaksfjørð í hoyr­ings­ skrivi, at náttúran og mala­ grótsfjøran eystan fyri Sunds­á varð løgd undir tunn­ils­grót.  Umboð fyri áhugabólkin fyri Kaldbaksfjørð vístu á fleiri møguleikar at brúka grótið ístaðin fyri at oysa tað út á Sundi.   Eitt nú varð mælt til at breiðka vegin úr Kaldbaks­ botni út móti Kaldbaksbygd, so hann fekk ta ætlaðu breidd­ ina, ella varð gjørdur breiðari. Grótið kundi væl nýtast, søgdu bæði verkfrøðingur og byggi­ frøðingur í vega- og bryggju­ar­ beiði við limir í bólkinum. Men verjugót mátti leggjast uttast, løgdu teir aftrat.  Tórshavnar kommuna eigur ikki vegin, men kommunan kundi borið so í bandi - saman við Landsverki - at Kaldbaks­ veg­urin varð breiðkaður og gjørd­ur liðugur við verjugróti.  Men stýrið á Vaglinum gekk ikki ynskinum hjá fólki við Kald­baksfjørð á møti. Stýrið vildi ikki samskifta um hesa loysn­ina.  Tá eg skrivi omanfyri, at veg­urin átti at verðið gjørdur breiðari enn seks metrar, er or­ søkin, at á hvørjum degi - ser­ liga frá nú á vári og fram móti vetri - verður vegurin brúktur til frítíðarítriv.  Daliga seta fólk bilin í Kald­ baks­bótni og ganga ein frísk­ ligan túr eftir vegnum - njóta náttúruna, fuglalívið og áirnar. Nú dagarnir leingjast fara vit dagliga at síggja fólk á súklu. Teir gulu parísfararnir venja til tann drúgva túrin. Og onn­ ur renna dagliga úr botninum til Kaldbaks og innaftur. Hetta er jú fólkaheilsa.   So seint sum í dag segði ein starvsfelagi, at hon tordi næst­ an ikki at renna á Kald­baks­ vegn­um, tí ferðslan er so nógv og vegurin er so smalur.  Tórshavnar kommuna vildi ikki virka – undirstrikið virka – fyri, at vegurin varð breiðk­ að­ur og gjørdist tryggari at koyra, ganga, renna og á súkla á.  Júst fyri einum mánað síð­ ani ásannaðu umboð fyri Tórs­ havn­ar kommunu á borg­ara­ fundi í Kaldbak, at hvørki lands­vegurin millum botnin og bygdina ella kommunali bygd­arvegurin vóru tryggir ella tíðarhóskandi.   Hesum fingu tey sannliga rætt í. Men tey kundu sannaliga havt gjørt nakað við málið, tá fólkið í bygdunum við Kaldbaksfjørð settu fram ynski at gera vegin lidnan og tryggan, tá Tórshavnar komm­ una var gyrd í brøkur við tunn­ ils­gróti. Tað gjørdu tey ikki.  Í Soylugørðum í Kaldbak 3.3. 2020  Síðsti officielli heksa-dómur í Europa Níðingsgerð móti sakleysari kvinnu, sum er vert at hugsa um á internationala kvinnudegnum tann 8. mars Virgar Dalsgaard Tann 13. juni 1782 varð tann ólukkuliga schweiziska tæn­ astu­kvinnan ANNA GØLDIN dripin við svørði sum heks. Hon var tann allarsíðsta kvinn­ an í Europa, sum "legit­imt" varð dømd og ekseku­tion­erað aftaná eina almenna heksa­ process! Tað vóru kortini heilt fram til ár 1800 nakrar fáar kvinnur, sum blivu heksa-dripnar, men tær vórðu "lynchaðar" av upp­ østum mannfjøldum, uttan nakra "legala" rættargongd. Tann neyðars Anna, sum ongan góðan hevði, kom frá fátækum katólskum fólki og bleiv arbeiðskona hjá fleiri múgv­andi protestantiskum familj­um í tí ríka Glarus. Hon bleiv við barn í minst tveimum arbeiðsplássum, allarhelst við arbeiðsgevarans assistancu. Ta síðsta arbeiðsplássið, hon hevði, var hjá einum "mæt­um" embætismanni, sum seinni saman við konu síni ákærdi Onnu fyri at vera heks. Anna misti sítt fyrsta barn, sum var heilt illa fyri, og hon varð, utt­ an nakað prógv løgd undir at hava givið tí gift. Seinni varð hon í embætis­manna-heim­in­ um løgd undir at koyra nálir í mjólkina hjá teirra børnum, so tey stungu seg. Eftirhondini blivu allar tær púra óprógvaðu ákærurnar móti henni so nógvar, at hon bleiv stevnd fyri rættin í Glar­ us, har dómarin, sum var vin­ maður við hennara arbeiðs­ gevara, feldi tann harða dómin, at hon skuldi verða revsað og náðileyst dripin sum heks við svørði. Schweiz hevði tá í tíðini hvass­an censur, so tey tíðindi, sum sluppu út undir rættar­ gongd­ini vóru sera stutt, men tann gløggi og viðakendi týski skribenturin og søgumaðurin August Ludwig von Schløzer setti seg gjølla inn í málið og fanst harðliga at dóminum, sum hann nevndi  "JUSTIZ­MORD", og tað er allar­fyrstu ferð, at tað orðið verður brúkt um ein órættvísan og falsk­an dóm. Seinni er glosan komin inn í tey flestu européisku málini. Schløzer fekk fleiri týskar journalistar til at skriva um málið, sum teir hildu vera eina psudo-process, har øll jura næstan varð traðkað undir fót. Tað eru spældir nógvir film­ ar um Onnu Gøldin, og nógvir søgumenn hava kannað málið, og allir eru komnir til sama úrslit: Tað var eitt herviliga feikt justitsmorð! Í 2007 lat eitt Anna Gøldin- museum upp í Glarus, har øll tann kenda biografiin hjá Onnu verður gjølla lýst. Í august 2008 viðtók Lands­ ráðið í Glarus einmælt og uttan nakað orðaskifti, at stjórn­in erkendi, at dómurin, sum í 1782 varð feldur yvir Onnu Gøldin ikki var rætt­vís­ ur, og at hon tí var offur fyri eitt justitsmorð. Tann 13. juni 2014 varð ein minnisvarði avdúkaður um ta ólukkuligu kvinnuna. Anna Goldin var bara 47 ár, tá ið hon bleiv dripin. Leingi og óhugnaliga drúgt kann vera, áðrenn sakleys smá­fólk verða heilt reinsað og rehabiliterað. Myndin vísir, at nógv er máað undan Kaldbaksvegnum nærhendis Fossbyrgi við Týggjará. Tummastokkurin vísti 1m og 30 cm.