Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-03-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mars 2020síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30 NØVN Minningarorð um bróður mín – Kristian Justinussen (Gissa) Hendan vakra Kyndilsmessu morgun, 2-2-20, komu nógvir tankar fram fyri meg. “Um lívið sum heild”. Fyrst nú havi eg kunna tikið meg saman at festa á blað, nøkur fátøk orð um teg, tí orð eru fátøk í slíkari støðu, góði Gissa. Hesin morgunin minnir meg aftur á tær stóru uppliv­ing­arnar mær vóru untar. At síggja tað fremmanda, fant­ ast­iska og sólríka Afrika - Nam­ibia. Tí uttan teg Gissa, var eg hesar upp­liv­ing­ ar­nar fátakari. “Kapp Góðar Vónir, Robbin Island, og tað villa og stórsliga djóra­lívið, á teim villu vídd­un­um”. Gissa, tað vóru nógv sum høvdu teg sum ferðaleiðara. Tú tókst tær tíð, um tað var høgur ella lágur, sum komu á gott hjá tær. Blíður og um­fevn­andi við øll, og føldu vit okkum trygg, bara tú vart við - sterkur sum fáur. Gissa góði, tín lívsleið fevndi víða. Tey fyrstu árini búleik­aðist tú, við tíni familju, í Grøn­landi (Sukkertoppen). Síð­an lá leiðin aftur á Klett­ar­n­ar, og minnist eg væl, tá tit býgdu tykkara snotuliga heim uppi á Sporamørk í Leir­vík. Men tann spennandi og rok­uti per­ sónur tú vart, leitaði tú tær til tað fremm­anda og ókenda, tí tær dámdi væl av­bjóð­ingar. So fyri smáum 30 ár­ um síðani, tókst tú aftur pel­ar­nar upp og flutti við familj­uni, lá leiðin tá til tað, sum vit kallaðu “Tað svartasta Afrika – Namibia”. Tí tú vildi troyta aðr­ar leiðir, og segði tú mang­an, at Namibia hevði tað besta veðurlagið í heiminum. Leita vit aftur til barnaárini, so var Gissa boyggi borðin í heim úti á Egg í Leirvík tann 8. Mars. 1959. Sostatt hevði tín 61 ára føðingardagur verið sein­asta sunnudag. Tú vart ein sera fittur og eyga­góður smádrongur. Tá á døgum vóru ongar vøggu­stov­ur og barnagarðar, so tey eldru systkini passaðu uppá tey yngru, og bleiv tað mín lutur at hava teg við mær, tí mamma var altíð so bangin fyri fjøruni. Her komu vit bæði at vera sera nær knýtt, og vardi tað alt lívið. Men tú vart nemmur at passa, minnist tá vit sum smá­gentur plagdu at strikla glas­ kúl­ur, og tú vildi sleppa uppí part. Tá gav eg tær eina skeið í hond, og sat tú so hugagóður og gróv. Tað skuldi ikki so nógv til at gleða teg. Tá var eg tann stóra, og tú tann lítli, men skjótt broytt­ ist. “Her tú hoyrdi móður-rødd Borðin var á móður-armi Lá so trygt at móður-barmi Var tú bæði gøddur og skøddur Her í broddum og í íðum Bardist tú við streymum stríðum Lærdi lívsins beisku kor Innan fyri bátaborð” Gissa, sum tú vakst til manns, og styrk­ in tók til, sást tíðiliga at sjógvurin dróg, sum hjá teimum flestu mannfólkunum í familjuni. Tú bleiv skipari og førdi mangt farið her í Føroyum og kring knøttin. Mangt eitt kalvamiðið hevur tú eisini troytt, og ført góðan fong heim til landa. Gissa, tú hevði nógvar góðar gávur fingið frá vár Harra. Sterkur sum fáur, var til ymiskar kappingar, sum oftast kláraði tú teg avbera væl. So vart tú eisini óførur at føra pennin, dugdi væl at yrkja til ymsik høvi m.a. føð­ing­ar­ dag­ar og brúdleyp. So seint sum til okk­ara gullbrúdleyp, har tú tíðanverri ikki kundi vera við, sendi tú eina yrk­ ing. Tað eina versið er so sigandi og væl orða: “Fimti ár farðin, jú nógv er at takka fyri Leiðing hon stroydd varð við sukur og salt Tøkkina fái hin klóki og góði Hirði Gløgglia skapaði hann tykkum alt” (We love you lots, from all of us in Afrika) Barnavinur av heilum hjarta. Var ein sera góður pápi, og ikki at gloyma abba­ børn­ini, sum stóðu tínum hjarta so nær. Ja øll børnini í familjuni elskaðu teg, og gleddu tey seg altíð, tá ið tú komst at vitjað. Tú gavst tær tíð at vera um tey, og tey sóu so nógv upp til tín. Góði Gissa, nú byrjar várið so spaku­ liga her hjá okkum, og foldin er við at vaknað aftur eftir ein storm­harð­an og brimbardan vetur. Nú bróta ikki fleiri brotasjógvar hjá tær, nú er friður. Vit høvdu øll glett okkum til í apríl, sum tú segði at tú komst heim aftur. Men so skuldi ikki vera. Vit øll sum eftir eru, standa spyrj­ andi “HVÍ?” fáa onki svar. Men sorgin er so nívandi, tí vit øll vóru so sera góð við teg, fyri tað góða menniskja tú vart. “Sorg er endaleysur kærleiki”. Hvíl í friðið góði Gissa boyggi. Stórasysti tín Esther