týsdagur 10. mars 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. mars 2020 · Nr. 30
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Nær eru fólk eydnuríkast?
Nýggj gransking vísir, at fólk kunnu
koma í eina miðlívskreppu, men hvar í
lívinum er henda kreppa? Tað fært tú
at vita, tá tú lesur hesa greinina.
Vilmund Jacobsen
Um tú helt, at ein kreppa í mið
lívinum er ein “myta”, so eigur
tú at trúgva umaftur. Tað vísir
umfatandi amerikansk gransk
ing, sum nú er almannakunn
gjørd. Granskingin vísir eisini,
at øll menniskju fylgja einari
eydnukurv gjøgnum lívið.
Tú sært ein hálvgamlan
gubba í einum reyðum Kabriol
et-bili, sum koyrir oman eftir
gøtuni. Miðlívskreppa, hugsar
tú - og kanska er tað púra rætt.
Hugtakið - miðlívskreppa -
er væl kent úr fólkamentanini,
og nýggj granskingin vísir, at
hetta ikki er nakað, sum bara
er íspunnið.
Granskarin, David G. Blanch
flower, sum starvast við Dart
mouth College í USA, sigur, at
øll menniskju hava eina ser
staka tíð í lívinum, har tey føla,
at tað ikki gongur, soleiðis sum
tey ynskja, at tað skal ganga.
Umfatandi kanning
Granskingin, sum David G.
Blanchflower hevur staðið á
odda fyri, byggir á royndir hjá
500.000 fólkum, og úrslitini eru
almannakunngjørd í National
Bureau of Economic Research.
Granskingin fevnir um úrs
lit úr heili 95 u-londum og 37
i-londum, sum eru við í kann
ingini. Granskarin hevur sett
saman eina røð av kanningum
av, hvussu fólk upplivdu eydnu,
og síðan hevur hann saman
borið úrslitini.
David G. Blanchflower hev
ur kannað 15 ymisk viðurskifti,
sum hava samband við, at
menniskju kunnu kenna seg
óeydnusom. Her er eitt nú tal
an um pínu, ræðslusjúku (fobi),
vónloysi, einsemi, strongd og
svøvnloysi.
Forskning.no í Noregi hevur
eisini hugt í kanningina og
úrslitini.
Hóast nógv viðurskifti kunnu
vera ymisk hjá menniskjum,
heldur granskarin kortini, at
hann sær nøkur mynstur mill
um tey mongu, sum eru við í
kanninigni.
Niðurstøðan í amerikansku
kanningini er, at fólk í ídnað
arlondum eru minst eydnurík,
tá tey eru 47,2 ára gomul. Hin
vegin er fólk í tilafturkomnum
londum minst eydnurík, tá tey
eru 48,2 ára gomul.
Granskarin heldur, at um
allan heim gongur sonevnda
U-formaða eydnukurvin aftur,
og hann heldur eisini, at kurv
in er galdandi fyri flestu menn
iskju.
David G. Blanchflower sigur
við heimasíðuna CTVNews, at
U-kurvin er røtt fyri fólk, sum
eru støk, og hon er eisini røtt
fyri fólk, sum eiga børn og sum
ikki eiga børn, og kurvin er
heldur ikki knýtt at kyni.
Forvitnislig kanning
Ragnhild Bang Nes, sum starv
ast á norska Heilsustovninum,
hevur granskað í eydnu í 15 ár.
Hon heldur, at kanningarnar
hjá David G. Blanchflower eru
áhugaverdar, men kortini er
hon ivandi um úrslitini. Norski
granskarin vísir á, at kanning
ar í Noregi heldur vísa eina
strikubeina gongd upp eftir í
lívsgóðsku, sum hvørt sum
fólk eldast.
- Tey flestu eru ógvuliga
glað, og vit síggja, at allir part
ar av lívsgóðsku veksa, til fólk
eru um 70 ára aldur. Tey eldru
- og serliga tey, sum eru gift og
hava eina góða fíggjarstøðu -
eru vinnarar.
Men, norski eydnugranskar
in heldur, at U-kurvin kortini
finst í einstøkum bólkum av
fólki.
- Tey, sum eitt nú uppliva
eina
vánaliga
fíggjarstøðu,
fylgja ikki strikubeinu eydnu
kurvini, heldur hon.
Ragnhild Bang Nes er tó iv
andi um alfevndu U-kurvina
hjá amerikanska granskaran
um, tí tað eru so mong ymisk
viðurskifti, sum kunnu ávirka
lívsgóðskuna.
- Talan kann eitt nú vera um
serstøk og persónlig viður
skifti sum heilsu og fíggjar
støðu, umframt eitt nú al
mennar vælferðarskipanir.
Norski
eydnugranskarin
heldur tískil, at ymisku viður
skiftini, sum hon nevnir, eiga
at hava størri týdning enn inn
ara “biologiska klokkan”, sum
sigur, at fólk koma í eina mið
lívskreppu í seinnu hálvu av
40-árunum.
Hon viðgongur tó, at fólk í
40-árunum kunnu standa yvir
fyri avbjóðingum.
- Miðskeiðis í lívinum ert tú
ikki líka ungur og evnaligur
longur, og tá kunnu fólk eisini
byrja at fáa heilsuplágur, eins
og tey kunnu renna seg í
fyrstu
sjúkutrupulleikarnar.
Hetta kann eisini gerast ein
tíð, har hjúnabandið skinklar,
og slíkt viðførir jú ikki bara
eydnu og vælferð, sigur Ragn
hild Bang Nes.
Eydnan kemur aftur
David G. Blanchflower heldur,
at tað týdningarmesta við
hansara gransking er, at eydn
an vendir aftur eftir niðurtúrin
í seinnu hálvu av 40-árunum.
Við heimasíðuna CTVNews
sigur hann, at um fólk uppliva,
at tey eru í einari miðlívs
kreppu, kunnu tey ugga seg
við, at tey eru ikki einsamøll.
Amerikanski
granskarin
mælir eisini fólki, sum kenna
seg kedd og trýst, til at søkja
sær troyst millum vinir og
familju, tí sambært hansara
gransking og kanning hjálpir
hetta upp á gleðiskensluna.
Kelda: NRK/ Forskning.no
Amerikanski granskarin, David G. Blanchflower, heldur, at tað týdningarmesta við hansara
gransking er, at eydnan vendir aftur eftir niðurtúrin í seinnu hálvu av 40-árunum